mikudagur 11. februar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 28 - 11. februar 2004
Nr. 28 - 11. februar 2004
9
Skil skal fáast á fyrisitingina
Nýggi landsstýris-
maðurin við fiski-
vinnumálum, Johan
Dahl, ætlar, eftir nøk-
ur buldraslig ár, at
fáa skil á fyrisitingina
í Fiskimálaráðnum
aftur. Hetta skal mill-
um annað gerast við
eini dygdarmenning-
arætlan fyri allan
stovnin. Nýggi lands-
stýrismaðurin er
framvegis sannførdur,
at FAS-skipanin kann
fáa kreppuraktu
rækjuvinnuna upp á
føtur aftur
NÝGGJUR
LANDSSTÝRISMAÐUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Klokkan er seks fríggja-
morgunin
30.januar
á
Gamla Apotekið. Javnaðar-
flokkurin, Sambandsflokk-
urin
og
Fólkaflokkurin
royna at leggja síðstu hond á
samgongusamráðingarnar.
Higartil hava samráðing-
arnar gingið strúkandi, men
fyrsti veruligi knúturin hev-
ur verið í nátt. Stríð hevur
tikið seg upp um landsstýr-
issessin í fiskivinnumálum.
Sambandið og Fólkaflokk-
urin vilja báðir hava sessin
og hvørgin vil geva seg.
Leskandi blandingin av
sigarettum og kaffi hevur
veruliga fingið bein at
ganga á í nátt og reyðu og
troyttu andlitini bera boð
um, at umboðini fyri Sam-
bandsflokkin og Fólka-
flokkin hava ongar ætlanir
um at geva seg.
Mánadagin 11. februar
eru eingin reyð og troytt
andlit at síggja. Sveittalukt-
urin uttanfyri fíggjarnevnd-
arhølini á Gamla Apoteki er
eisini burtur.
Í einari stásiligari skriv-
stovu yviri við Strond, situr
nýggi landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum og
sær út yvir Nólsoyarfjørð.
Sambandsflokkurin vann
stríðið við Fólkaflokkin um
landsstýrismannin
við
fiskivinnumálum og skal
komandi fýra árini sita fyri
málsøkinum.
Stásiliga kontórið í Fiski-
málaráðnum við frálíkari
útsýninum yvir Nólsoyar-
fjørð eigur 44 ára gamla
vágbingurin, Johan Dahl,
komandi fýra árini
Fáast í rættlag
Nýggja arbeiðsplássið hjá
Johan Dahl, hevur seinnu
árini fleiri ferðir fingið
átalu fyri vánaligan fyrisit-
ingarsið. Bæði fyrrverandi
løgmaður, Anfinn Kalls-
berg og Løgtingsins Um-
boðsmaður hava alment
átalað Fiskimálaráðið fyri
óhepna málsviðgerð.
Ein avleiðing var, at ein
fulltrúi varð loystur úr
starvi. Sonevndi horvni
fulltrúin er kortini settur
aftur í starv í Fiskimála-
ráðnum. Nýggi landsstýris-
maðurin við fiskimálum,
Johan Dahl, er fullgreiður
yvir trupulleikarnir, sum
hansara nýggja arbeiðs-
pláss hevur havt seinastu
árini.
Fyrrverandi Fiskimála-
ráðharrin, Jacob Vester-
gaard, setti í verk ein bólk
við fólkum úr Fiskimála-
ráðnum og uttanfyri fyri-
sitingin at kanna og kort-
leggja trupulleikarnir í fyri-
sitingini og hvørjar ábøtur
kunnu fremjast.
– Arbeiðið hjá leiðslu-
bólkinum skal sjálvsagt
halda fram. Bólkurin skal
tryggja, at vit ikki fáa somu
trupulleikar í fyrisitingini
aftur og at vit fáa rættlag í
málsviðgerðina, sigur Joh-
an Dahl
Nýggi landsstýrismaður-
in dugir í løtuni ikki at siga
nær leiðslubólkurin kemur
á mál við sínum arbeiði.
Hann sigur, at arbeitt verð-
ur miðvíst við at fáa eina
vælvirkandi og dygdar-
mennandi skipan fyri alt
Fiskimálaráðið og málið er,
at arbeiðið verður í seinasta
lagi liðugt 1. januar 2006.
Vinnan hoyrast
Johan Dahl er ikki ein
royndur politikkari. Hann
stillaði fyri fyrstu ferð upp
til Fólkatingsvalið í 2001
og í 2002 játtaði hann at
stilla upp fyri Sambands-
flokkin í Suðuroy. Johan
fekk 300 persónligar at-
kvøður og fekk sætið á
tingi. Á valinum 20. januar
í ár varð hann afturvaldur.
Nú honum beyðst møgu-
leikan at gerast landsstýris-
maður, valdi Johan Dahl at
taka av. Eitt av fremstu mál-
unum hjá Johan er at taka
føroyska vinnulívið í størri
mun upp á ráð í teimum
avgerðum, sum Fiskimála-
ráðið tekur.
– Vinnan og Fiskimála-
ráðið mugu ganga hond í
hond. Saman mugu vit
finna hóskandi skipanir
bæði á landi og sjógvi. Eg
verið opin fyri signalum
bæði inni og uttanfyri vinn-
una. Eg ætli mær eisini í
næstum at vitja vinnuna,
har eg fái høvi at hoyra
meiningarnar hjá reiðarum,
fiskimonnum og virkisleið-
arum sigur Johan Dahl
FAS-skipanin er
svarið
Fyrrverandi
landsstýris-
maðurin, Jacob Vester-
gaard, fýltist fyri nøkrum
mánaðum síðan í eini við-
talu við Sosialin á, at eingin
politisk loysn var funnin til
kreppuraktu rækjuvinnuna.
Hann vísti á, at vinnan sjálv
var komin við nógvum
hugskotum, men trupul-
leikin var, at samgongan
kundi ikki finna eina semju
um uppskotini.
Í farna samgonguskeiði
legði Sambandsflokkurin
fram uppskot um eina FAS-
skipan fyri rækjuvinnuna.
Henda skipan er eftir sama
leisti sum FAS-skipanin
fyri farmaflotan, har reið-
aríini fáa afturborið ein part
av skattinum.
Johan Dahl er framvegis
sannførdur um, at ein FAS-
skipan kann vera við til at
fáa føroysku rækjuvinnuna
upp á føtur aftur. Hann
leggur afturat, at henda
útsøgn er persónlig og ikki
eitt útspæl frá samgonguni.
– Støðan er hættislig. Vit
missa skip og onnur flagga
út. Hetta er eitt stórt pro-
blem, tí vit missa bæði
hýrur og virksemi á landi
og harvið eisini inntøkur til
landið, sigur hann
Hann heldur ikki, at ein
FAS-skipan fyri rækjuflot-
an kann sammetast við ein
beinleiðis
stuðul
til
rækjuvinnuna.
– FAS-skipanin skal bert
galda í tvey ár. Í hesum tíð-
arskeiði skulu vit skaffa
vinnuni so góðar vinnu-
møguleikar sum gjørligt.
Røkir tú ikki tíni rættindi,
er stórur vandi fyri, at vit
missa tey. Vit hava nøkur
søgulig rættindi í dag og
tað er sera umráðandi, at vit
varðveita tey. Vit fáa bara
varðveitt tey við at halda á
við at fiska, sigur Johan
Dahl.
Gransking í hásætið
Í samgonguskjalinum mill-
um Javnaðarflokkin, Sam-
bandsflokkin og Fólka-
flokkin leggja flokkarnir
dent á, at skal føroyska
vinnulívið stimbrast og
mennast, er neyðugt at
størri dentur verður lagdur
á gransking.
Granskingin er eisini ein
týðandi partur av ætlan-
inum hjá Johan Dahl sum
Fiskimálaráðharra. Hann
heldur, at føroyingar eiga at
seta sær sum mál at gerast
matvøruútflytari heldur enn
ráðvøruútflytari. Hetta skal
millum annað gerast við
øktum samstarvi millum
vinnulívið og granskingar-
umhvørvið
– Vinnan og granskingin
mugu tosa meira saman. Vit
hava í dag nakað av bio-
tøkni og hetta skal mennast.
Fáa vit granskingina upp í
vinnuframleiðsluna gerast
produktini meira virðis-
mikil. Hetta er sjálvsagt eitt
langsikta mál og vit vita øll,
at gransking er kostnaðar-
mikil fyrstu árini, men við
vunnum úrslitum, kemur
tað at betala seg seinni,
sigur Johan Dahl.
Tomasju skattaskipan
skapar inntøkur
Undanfarna samgonga ar-
beiddi við at seta ein
sonevnda tomasjuskatta-
skipan í verk. Undirtøkan
var kortini ikki fyri ætlanini
og tí datt skipanin niður-
fyri.
Johan Dahl ætlar sær at
kanna uppleggið hjá undan-
farnu samgongu um tosm-
asjuskattaskipanina. Skip-
anin snýr seg í stuttum um,
at útlendsk skip skulu fáa
møguleika at skráseta seg í
Føroyum.
Spurdur um fyrimunirnar
við eini slíkari skipan, svar-
ar Johan, at ein tomasju
skattaskipan kann verða við
til at leggja bæði útlendskar
pengar og vitan eftir seg í
Føroyum.
– Føroyar eru upplagdar
til at skráseta síni skip í. Vit
hava nógva vitan innan
skip, skiparakstur og umsit-
ing í Føroyum. Vit hava
vælvirkandi klassa og sýn,
sum eru klár at taka ímóti
eini slíkari avbjóðing, sum
tomasju
skipanin
kann
blíva. Fáa vit eina slíka
skipan setta í verk, kann tað
gerast eitt nýtt bein at
standa á vinnuliga, greiðir
nýggi landsstýrismaðurin
at enda frá.
Navn: Johan Dahl
Føddur: 19.sep. 1959 í Keypmannahavn
Giftur: Linda Herdalur
Børn: Jógvan, Kaj Egil, Theis og Magnus
Útbúgving: Bankamaður
Starvsroyndir: Arbeiddi á Faroe Ship í Keyp-
mannahavn, Stjóri á Vágs Skipasmiðju 1982-90,
Stjóri á World Seafood í Holte 1991-92, Eigari av
sølufelagnum, NASCO, 1992-95, Starvast á
A.Marr International & J.Marr Seafoods Ltd í
Skotlandi 1995-96, Stovnar Faromar 1997, Stovar
Faroe Cold Stores 1998, Stjóri á Kollafjørð Pel-
agic 2002-03, Stjóri á Frystiterminalinum Kloost-
erboer Terminal Faroe Islands í Kollafirði 2003
Politisk søga: Stillaði upp til Fólkatingsval í 2001.
Løgtingsmaður síðan 2002. Landsstýrismaður
2004-
Fakta
Góð ráð frá Jacobi ...
Jacob Vestergaard,
fyrrv. Fiskimálaráðharri
Fyrst vil eg ynskja tær tillukku við
starvinum. Nógv rok hevur verið
um umsitingina og tí vóni eg at tú
letur tað arbeiðið, sum er sett í
gongd, halda fram. Tað er ógvuliga
umráðandi, at fólk fáa greitt at
vita nær teirra mál verður viðgjørt
í framtíðini. Eg haldi, at vit skulu
varðveita fiskidagaskipanina og
ætlar tú at fremja broytingar á
hesum øki, skalt tú gera tað varis-
liga, tí skipanin skal øll verða inn-
takt og mann skal ikki pilka ov
nógv við hana. At enda vil eg
ynskja tær góða eydnu við
arbeiðinum.
Óli Jacobsen,
formaður í Føroya
Fiskimannafelag
Fiskimannafelagið sigur sína
hugsan...
Tað er ógvuliga umráðandi, at vit fáa eitt gott samstarv við
fyrisitingina. Umsitingin hevur ikki fungerað, eftir at
Anfinn Kallsberg gjørdist løgmaður og tí ræður um at fáa
rættar- og fyrisitingarreglur at rigga aftur. Hetta er ein
akuttur trupulleiki, so má loysast skjótast gjørligt. Eg havi
annars gjørt nýggja landsstýrismanninum greiðan við
okkara sjónarmið í ársfrágreiðingin fyri í fjør og hann setti
seg í sambandi við okkum alt fyri eitt. Hetta er eitt tekin
um, at samstarvið kann gerast gott.
Nýggi landsstýrismaðurin, Johan Dahl, ætlar at halda á við
arbeiðinum at rudda upp í Fiskimálaráðnum, sum undan-
maður hansara, Jacob Vestergaard, setti í verk. Fiskimála-
ráðharrin er framvegis sannførdur um, at FAS-skipanin er
vælegna til rækjuflotan, so flotin kemur á føtur aftur.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8