mikudagur 11. februar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 28 - 11. februar 2004
Nr. 28 - 11. februar 2004
11
Tað tykist sum um, at tær politisku kreftirnar, ið høvdu
ábyrgd av einum illa funderaðum fíggjarlógaruppskoti
seinasta heyst, vilja benda almenna kjakið inn á eina
kós, har ein myta skal sementerast um, at nýstovnaða
samgongan ynskir hall á fíggjarlógini. Hetta er ikki
rætt. Hevði undanfarni fíggjarmálaráðharri lagt eitt
uppskot fram í august, ið hekk saman við eftirfarandi
inntøkumetingum, so var hetta ikki eitt evni í dag.
Óansæð keksavgjøldum o.ø., so vóru inntøkumetingar-
nar hjá Karsteni Hansen alt ov høgar. Her eigur ein bein-
leiðis spurningur at verða til rætta avvarandi: Hví var ikki
betri skil í inntøkumetingunum, tá man snikkaði eina
fíggjarlóg saman, ið var so tepur, at sjálvt dikterað vinn-
ingsbýti og fuglar á takinum í form av væntaðari sølu-
inntøku av bygningum var tikin við?
Her tykist verða eitt mynstur. Tá best stóð til vóru inn-
tøkur landskassans undirmettar. Tá so inntøkurnar vóru
hægri enn mett var, so steðgaði eingin á og spurdi, hví
tær ikki vóru beinari. Nú kreppa er í næststørstu útflutn-
ingsvinnuni vísir tað seg at verða øvugt, har landskass-
ans inntøkur hava verið yvirmettar. Hetta bendir á, at tað
er ein grundleggjandi trupulleiki í mátanum, ið inntøku-
metingar verða gjørdar uppá. Í hvussu so er kann ikki
góðtakast, at inntøkumetingar fella við útvið 10% uppá
fáar mánaðar, uttan okkurt heilt serligt hendir.
Hallið á fíggjarlógini skyldast í høvuðsheitinum ikki, at
keksavgjaldið o.s.fr. ikki varð samtykt. Hallið er fyrst og
fremst eitt úrslit av lækkandi skattainntøkum, ið ikki
hava verið tiknar hædd fyri í fíggjarlógaruppskotinum.
Óansæð, hvør hevur feilin, so er eitt figgjarlógarupp-
skot, ið í stóran stíl yvirmetir bæði vanligan inntøkuskatt
og partafelagsskatt, ikki eitt gott fíggjarlógaruppskot.
Eitt er so Karsten Hansen og nú væl og virðiliga punkt-
eraða mytan um, hvussu tungt hann hevur sitið á lok-
inum, men eitt annað er, um kjakið um føroyska bú-
skapin hevur verið á rætta spori?
Tað hevur verið sera nógv fokuserað uppá BTÚ frá eitt
nú Búskaparráðnum, men hvar er útflutningsvirðið í øll-
um hesum her? Tað tykist sera einfalt, at tá nú føroyska
útflutningsvirðið fellir við risastórum millióna upp-
hæddum í alivinnuni, ið hevur staðið fyri útvið ein fjórð-
ing av samlaða útflutninginum, so kann tað ikki koma
óvart á nakran, at landskassans inntøkur fella, tá ein tíð
er fráliðin. Tá fólk verða uppsøgd, so minka skattainn-
tøkurnar hjá landinum, og tá stór partafeløg fara frá
tíggjutals milliónum í yvirskoti til hall, so minka
inntøkurnar frá partafelagsskatti.
Spurningurin er, um ikki tíð er at revurdera, hvussu vit
hyggja at føroyska búskapinum. Útflutningsvirði er ein
faktorur, ið ikki kann ignorerast, hóast tað tykist sum
um hetta hevur verið gjørt politiskt og partvíst í ráð-
gevandi organum seinastu 6 árini. Úrslitið síggja vit í
dag við einari fíggjarlóg, ið fer at tátta í hálvari milli-
ard í arvaðum halli, um ikki okkurt munagott verður
gjørt. Hetta hall er ikki, tí at nakar hevur ynskt tað.
Hetta hall er, tí at metingarnar undir seinasta fíggjar-
lógaruppskoti eru skeivar. Ikki vakur varði eftir fíggj-
arpolitikkin hjá undanfarnu samgongu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hvar er útflutnings-
virðið?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hevur Tjóðveldisflokkurin einkarrætt ella
ongan rætt
Annita á
Fríðriksmørk,
tingkvinna
Tjóðveldisfloksins
Oddagreinin í Dimmalætt-
ing týsdagin hevst at Tjóð-
veldisflokkinum. Trupul-
leikin er, at vit stríðast fyri
at fáa umboðan í Norður-
landaráðnum.
Siðvenjan brotin
Tað, sum vit hava funnist
at, er, at sitandi samgonga
hevur brotið við ta sið-
venju, sum altið hevur ver-
ið galdandi síðani Løgting-
ið fekk umboð í Norður-
landaráðið. Siðvenjan er, at
andstøðan og samgongan
velja hvør sítt umboð at
umboðað Føroyar í Norður-
landaráðnum. Hetta heldur
Tjóðveldisflokkurin er ein
skilagóð avgerð; sum øll
løgting undan tí, sum nú
situr, hava tikið undir við.
Líka síðani føroyska um-
boðanin byrjaði í Norður-
landaráðnum.
Men sum tann kritiska
røddin, so sigur oddagrein-
in: "Men Tjóðveldisflokk-
urin hevur nú einaferð ikki
einkarrætt til umboðan í
hesum ráð,..." Til tað er at
siga, at tað er púra rætt!
Men vit vísa bara á og
ynskja, at siðvenjan, við at
andstøðan
velur
annað
umboðið, verður hildin.
Hendan siðvenja má væl
eisini kunnað verða gald-
andi, fyri tað um Tjóðveld-
isflokkurin situr í andstøðu.
Hvør velur
andstøðuumboðið
Og oddagreinin heldur
fram "...og at halda uppá, at
Kári P. Højgaard úr Sjálvs-
stýrisflokkinum ikki er
umboð fyri andstøðuna á
Føroya Løgtingi, er nú at
fara eitt sindur ov lætt um
politiska veruleikan, sum
hann sær út í dag." Men,
tað er altso ikki Kári P Høj-
gaard, sum er trupulleikin.
Trupulleikin er, hvør ið
hevur valt Kára P Høj-
gaard. Og í hesum føri er
tað altso ikki andstøðan,
sum hevur valt hann, men
tað hevur samgongan gjørt.
Ein ókritisk rødd er so
behagilig
Og tað er ein bangin sam-
gonga, sum treytar sær, at
andstøðurøddin í talar, skal
verða vald av samgonguni
sjálvari.
Við at keypa Sjálvstýris-
flokkin upp í valbólkin hjá
samgonguni, mátti sam-
gongan rinda við einum
nevndarsessi í maktmiklu
fíggjarnevndini. Men aft-
urfyri fekk hon so valt,
hvør í skuldi umboða land-
ið í Norðurlandaráðnum.
Tí hvat fekk samgongan
burturúr við at fara í
valbólk við Sjálvstýris-
flokkin. Burtursæð frá, at
hon misti ein nevndarsess í
fíggjarnevndini, so fekk
hon sjálvandi tað burturúr,
at hon sum samgonga
gjørdi av, hvør í andstøðuni
umboðaði Føroyar. Og til
tað vildi hon sjálvandi hava
eina rødd, sum ikki var krit-
isk mótvegis samgonguni.
Óli og Kári - týpiskir
stríðsmenn
Oddagreinaskrivarin sigur
seg síðani ikki skilja, hví
Tjóðveldisflokkurin er so
harmur um støðuna: "Ser-
liga, tá tað nú eru tveir so-
kallaðir sjálvstýrisflokkar,
sum koma at sita í Norður-
landaráðnum hesa ting-
setuna. Var talan um ein
sambands- og ein javnaðar-
mann, so høvdu vit kunnað
sett okkum inn í grundgev-
ingarnar hjá Tjóðveldis-
flokkinum, men tað kunnu
vit ikki nú." Nú veit eg ikki
um
oddagreinaskrivarin
heldur, at Óli Breckmann
og Kári P Højgaard eru
týpiskir stríðsmenn fyri
føroyskum sjálvræði.
Men aftur her, so er tað
ikki tað, sum málið snýr
seg um. Málið snýr seg í
stuttum um, hvør í skal
velja andstøðuumboðið í
Norðurlandaráðið. Skal tað
verða samgongan ella skal
tað verða andstøðan.
Tjóðveldisflokkurin
heldur so, at tað skal verða,
eins og tað altið hevur
verið; - nemliga, at tað skal
verða andstøðan, sum velur
sítt umboð, og at sam-
gongan velur sítt.
At samgongan so er
ósamd, er so ein onnur søk.
At hon harafturat er í
meiriluta, og soleiðis kann
trumla meiningarnar hjá
andstøðuni niður til ein og
hvørja tíð; tað kunnu vit so
ikki forða fyri.
Men
við Tjóðveldis-
flokkinum í andstøðu verð-
ur slíkur politikkur ikki
førdur uttan átalu, - tað má
samgonguverjan í Dimmu
so bara góðtaka, - um hon
so góðtekur tað ella ei.x
VIÐMERKINGAR
Høgni Hoydal søgufalsari
Karaktermorð í nýggjari tið 1:
Dreyfus og Tønnes tilburðirnir
Johan Samuelsen
Høgni Hoydal roynir við
søguni í hond at bjarga sær
sess í Norðurlandaráðnum
– sannleikin er tann, at
Tjóðveldisflokkurin ongan-
tíð trúði uppá, at tað var
møguligt at vinna føroying-
um sess har undir núver-
andi stýrisskipan. Eftir at
P.M.Dam,
sáli,
eftir
ótroyttiligt stríð hevði sann-
ført danir um tað skilagóða
í føroyskari umboðan í
Norðurlandaráðnum, og tað
eydnaðist okkum føroying-
um at fáa sess í Norður-
landaráðnum í 1969, tá
vaknaði tjóðveldisflokkurin
við kaldan dreym, og fór at
tosa um sjálvsøgd rættindi
har, mong ár aftaná, at vit
høvdu fingið umboðan.
Men tað er ikki tjóðveldis-
flokkinum at takka fyri
okkara umboðan har í dag,
Høgni Hoydal! Tað er søgu-
falsan, so tað forslær!
Vit, sum minnast eitt
sindur longur aftur enn til
1998, tá Høgni Hoydal kom
inn á føroyska politiska
leikpallin, vita um at siga,
at tjóðveldisflokkurin ong-
antíð hevur havt minstu til-
trúgv til, at føroyingar
fingu umboðan uttanfyri
landoddarnar nakrastaðni
við
heimastýrislógini
í
hond – teir settu seg sum
vanligt afturá at siga somu
søguna aftur og aftur um,
hvussu altavgerandi tað er
fyri føroysku tjóðina, at vit
tóku fulla ábyrgd av hesum
landi, fingu suverenitetin,
so stóðu allar dyr opnar –
hátíðarligir og stórorðaðir
hava teir altíð verið, men at
føra pragmatiskan politikk
í verki so eiðasørir! Allur
annar politiskur tanki var at
rokna
sum
politiskt
møsn,varð sagt, og so bleiv
flent uppá háð um tankar-
nar og ynskini hjá P.M.Dam
í 60-árunum um føroyska
umboðan í Norðurlanda-
ráðnum. Tað vistu væl-
lærdu tjóðveldisfólkini bet-
ur enn nakar annar, at við
heimastýrislógini í hond, so
bar onki til – tað sum hevur
sermerkt henda flokk hevur
verið stirvnaða turkatrúgv-
in uppá, at bar ikki ALT til,
so bar onki til – tyngri enn
tyngsta betong at dansa við,
og ein ótrúliga frelst polit-
isk meining, sum ongantíð
hevur kunnað brúkst til
nakað sum helst, tað er
veruleikin – heldur ikki
hesi seinastu 6 árini í
Tinganesi, vit komu ikki úr
stað í sjálvbjargnisstremb-
anini, tí alt ella onki
politikkurin ráddi, og førdi
m.a. til eitt púra óneyðugt
pengaoyðsl hjá føroyska
skattgjaldaranum, í eini al-
ment fíggjaðari fullveldis-
propagandu, sum vit nú
koma at gjalda afturfyri í
ólukkumáta, pluss alla hina
elindigheitina við at kvetta
blokkin o.s.fr.
Vit kenna øll til mótstøð-
una í tjóðveldisflokkinum
móti umboðan á Fólkatingi
– har høvdu føroyinar onki
at gera, varð sagt, tí før-
oyskur politikkur skuldi
førast heima á Føroya løg-
tingi, og onga aðrastaðni –
aftur hesin ótrúligi heima-
beitispolitikkurin og æviga
nalvaskoðanin, við púrt
ongum sum kemur í nánd
av nøkrum, sum hevur við
politiskt útsýni, víðskygni
og nýhugsan at gera, og enn
minni við nøkrum sum
helst áliti á føroysku tjóð-
ina og hennara møguleikar
í altjóða samfelagnum.
Men so royndi Zakarias
Vang seg á einum uttan-
flokkalista til eitt fólka-
tingsval, sum eitt slag av
einum tjóðveldismanni, jú,
tað vísti seg at bera hampi-
liga væl til, og so broytti
flokkurin kós, nú var tað
knappliga gott latín, og
kanska tevjaði onkur nakrar
dansakr krónur, tær lukta
hóast alt ikki so illa hjá
tjóðveldisfólki, heldur ikki
í dag!
Og sama er at siga um
stóra upplýsingararbeiðið,
sum P.M. Dam eftir tógvið
stríð fekk danskar politikk-
arar sum Jens Otto Krag
o.a. at skilja, og seinri at
stuðla føroyingum í okkara
sjálvsøgdu
umboðan
í
Norðurlandaráðnum, sum
minsti, men reinasti, norð-
urlendski svanin – tað
kravdi politiskt dirvi og
víðskygni og ikki minst
eina turkatrúgv uppá, at tað
bar til at tamba heimastýr-
islógina, so at vit vunnu
okkara sjálvsøgdu rættindi
í Norðurlandaráðnum. Men
tað var so sanniliga ikki
tjóðveldisflokkinum fyri at
takka á nakran hátt, at hetta
gjørdist veruleiki – og onki
er meira skeivt enn mátin
Høgni Hoydal í dag leggur
hetta málið fram, har hann
situr í andstøðu og má
leggja seg á knøini fyri løg-
manni Jóanes Eidesgaard
og løgtingsformanni Ed-
mund Joensen fyri at sleppa
inn í hitan í Norðurlanda-
ráðnum fyri ikki púrasta at
vera gloymdur – hvør veit,
kanska sleppur hann uttan
sjálvur at gjalda hesaferð
upp í part í onkrum filmi,
hóast alt -, og tosar um sið-
venju, at samgonga og and-
støða altíð hava verið um-
boðað í Norðurlandaráðn-
um. Og at tjóðveldisflokk-
urin hevur serligar fortreyt-
ir fyri at samvinna í ráðn-
um, kanska framum aðrar
føroyskar flokkar – nógv
fyri at hoyra frá hesum
flokki í dag, sum ongantíð
trúði uppá møguleikan fyri
føroyskum limaskapi vegna
sín nationalistiska betong-
politikk, og sat afturá og
flenti háðandi, meðan aðrir
stríddist fyri føroyskari
umboðan. Tvørturímóti, so
sótu teir heima undir homr-
unum og gorraðu um loys-
ing og fullveldi, og søgdu,
at onki bar til at fáa nakran
limaskap í Norðurlanda-
ráðnum við heimastýrislóg-
ini í hond! Hesin upp-
gevandi alt ella onki tankin
er og hevur verið drepandi
fyri alla føroyska luttøku í
norðurlendskum og altjóða
høpi. Tað er veruleikin
Høgni Hoydal, og so kanst
tú venda og snara hesum
máli til egnan fyrimun, sum
tú vilt, men sannleikin er
nú einaferð sannleikin, og
søguna kanst tú ikki broyta
– tað er fyrst og fremst
javnaðarflokkinum fyri at
takka, at vit fingu umboðan
í Norðurlandaráðnum, og
als ikki tjóðveldisflokkin-
um, sum lá bakk, honum so
líkt, tá tað snúði ses um at
vísa á loysnir og gongdar
leiðir !
Og annars visti eg ikki
betri enn at Kári P. Høj-
gaard eisini hoyrir til and-
støðuna, so hví ikki lata
hann sleppa at royna seg í
Norðurlandaráðnum?
Sjálvandi.
Jón Ellendersen
Alfred
Dreyfus
(1859-
1936) var jødi og kapteynur
í franska herinum. Um
aldarskiftið (1894-1906)
var Frakland skakað av tí,
sum seinni fekk heitið
Dreyfus tilburðurin. Hesin
tilburður avdúkaði rúgvus-
mikla korruptión í franska
herinum og stjórnini og
hótti við at býta landið
sundur í tveir partar: Fyri
og ímóti Dreyfus.
Eg havi fyrr nýtt Dreyfus
tilburðin til at lýsa justits-
og karaktermorðini, sum
Dagblaðið framdi síðst í
70unum og fyrst í 80unum
gjørdi móti serliga sokall-
aðum
intellektuellum
vinstrahallum, har ímillum
William Heinesen. Men
púra vanlig menniskju vóru
um at fáa tilveruna lagda í
oyði av teirra skriving.
Tá klappaðu teir somu
menn, sum í dag hava framt
tað, sum eg havi valt at
kalla "Størsta karaktermor-
ið í nýggjari tíð" í sínar
smáu hendur, og herar mín-
ir vóru eymir av øllum
klappunum eg fingu frá
somu monnum.
Í hesum føri ætli eg at
nýta Dreyfus tilburðin til at
vísa á, at Anfinn Kallsberg
hevur verið fyri einum
rættiligum karaktermorði,
so vamlisligt og ófrætta-
kent, at verður hesin óhepni
streymur í føroyskum polit-
ikki ikki støðgaður, er ilt at
meta um, hvar vit enda.
15. oktober 1894
Dreyfus Kapteynur verður
handtikin fyri hásvikagerð
orsakað av einum ikki dag-
festum og ikki undirskriv-
aðum skjalið, sum fekk
heitið "Bordereauið", har
nakrir franskir hernaðarlig-
ir loynidómar verða um-
røddir.
Dreyfus
verður
ákærdur fyri at hava lati
týskinum hetta skjalið.
22. desember 1894
Dreyfus verður av krígs-
rættinum dømdur til lív-
langt fongsul, tignarlækkan
og burtursøgn til "Djevla-
oynna"
(Cayanne),
har
hann gjørdist offur fyri
ómenniskjansligari viðferð.
Kona Dreyfus og bróðir
hennara, Mathieu stríðast
samstundis fyri at finna
tann ella teir veruliga seku.
(Til sammetingar kann eg
nevna, at seinasta stigið í
"Anfinn Kalssberg tilburð-
inum" er at hann eisini er
"politiskt dømdur" til tign-
arlækkan.)
1895
Á miðjum sumri fær ob-
erstloytnanturin
Piquart
frænir av, at tað er majorur-
in, Esterhazy greivi, sum
hevur skrivað Bordereauið.
Tíanverri setur krígsráð-
harrin seg ímóti at sakin
verður reist av nýggjum.
1896
Eitt parísblað skrivar, at
Dreyfus als ikki er dømdur
við Bordereaunum sum
grundarlag, men hinvegin
orsakað av treimum loyni-
ligum skjølum "Dossierið",
sum eingin annar hevði sæð
uttan krígsrætturin. Enn
einaferð setur krígsráðharr-
in seg ímóti at sakin verður
endurskoða.
Piquart verður sendur til
Afriku, men hevur tó ans
fyri at kunna sakførara sín,
Leblais um málið. Sakfør-
arin letur vitan sína víðari
til
senatorin
Scheurer-
Kestner. Eftirmaður Piq-
arts, Henry oberstur visti,
at Dreyfus var ósekur, men
setti seg ímóti eini endur-
skoðan av dóminum "til
tess at verja franska herin".
1897
Nýggj prógv verða løgd
fram um, at Esterhazy er
tann seki, og hesuferð er
tað svágur Dreyfus, sum
leggur prógvini fram.
Esterhazy verður tó frí-
kendur 11. januar 1898 á
ein ógvuliga forargiligan
hátt. Dagin eftir útgevir
Emil Zola kenda ákæruritið
"J’accuse" (Eg ákæri). Zola
verður dømdur at sita í 1 ár,
men flýggjar til London.
Piqart verður koyrdur úr
herinum.
1898
Hetta
summarið
gerst
Cavaignac krígsráðharri og
roynir hann at leggja eftir
Dreyfus við "Dossierinum"
sum grundarlag. Eitt av
teimum 3. brotunum sigst
at hava verið "ógvuliga av-
dúkandi". Stutt eftir avdúk-
ar generalstaburin, at Dos-
sierið er eitt falsskjal,
skrivað av Henry obersti.
Henry verður tí handtikin,
men tekur lívið av sær í
fongslinum.
Samstundis
flytir Esterhazy til London.
Ein samdur krígsrættur av-
ger nú, at Dreyfus skal fyri
rættin í Rennes. Samstund-
is
sigur
Esterhazy
úr
London, at tað var hann,
sum skrivaði Bodereauið.
Rættarsakin er ein stórur
sjónleikur. Sakførarin hjá
Dreyfus slær fast, at har var
ikki eitt einasta prógv um,
at Dreyfus var sekur.
Hóast hetta, so verður
Dreyfus dømdur at sita í 10
ár og tignarlækkanin verður
styrkt.
Stjórnin bjóðar síðani
Dreyfus at verða náðaður
og Dreyfus tók av til tess at
fáa møguleikar at prógva,
at hann var ósekur.
1900
Dreyfus fær amnesti.
18. juli 1906
Dreyfus verður fullkomi-
liga fríkendur og gerst maj-
orur í herinum við Piqart
sum generalmajori.
Tað tók ellivu ár áðrenn
rættvísin sigraði í Dreyfus
tilburðinum.
Dreyfus fekk tó ikki
loyvi at luttaka í 1. heims-
bardaga.
1936
Dreyfus doyr í Sveis.
Fyri nøkrum árum síðani
tók ein norskur politikari,
Tønnes, lívið av sær, tí
hann var lagdur undir at
hava framt eftirlønarsvik,
men seinni kom fram, at
Tønnes als ikki var so
sekur. Men bøkur (átøkar
Skjót Journalistin) vórðu
skrivaðar og fjølmiðalarnir
válkaðu sær í málinum. Og
fylgjurnar vóru ræðuligar:
Tønnes tók seg av døgum.
Leiðarin í Altjóða Reyða
Krossi, Astrid Nøklebye,
tók til orðanna móti hesum,
sum bæði hon og onnur
mettu sum eitt rættiligt
karaktermorð.
– Fjølmiðlarnir forma
meiningar og skapa eina
almannahugsan. Teir geva
fólki eina massiva uppliv-
ing av, at her er okkurt álv-
arsamt á vási. Øll skriva um
sín lítla part, men eingin
tekur ábyrgdina av heildini
í teirr mynd, sum verður
manað fram.
(framhald: Jantelógin og
forroknilsi
hjá
Høgna
Hoydal)
C
M
Y
K
11
10