mikudagur 11. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 28 - 11. februar 2004
Nr. 28 - 11. februar 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
29. januar fekk Jón Brian
Hvidtfeldt prógv sum jour-
nalistur frá Danmarks Jour-
nalisthøjskole í Århus.
Jón Brian er 26 ára gamal
og fuglfirðingur, sonur
Petru, f. Hansen, og Poul
Hvidtfeldt í Fuglafirði.
Eftir lokið studentsprógv
arbeiddi hann á trolvirk-
inum Vónini í Fuglafirði,
til hann fór á journalisthá-
skúlan í Århus.
Lærutíðin var fýra ár har-
av hálvtannað var praktikk,
og Jón Brian var eitt ár í
praktikk hjá Útvarpi Før-
oya og hálvt ár á Sosial-
inum.
Jón Brian Hvidtfeldt:
Útbúgvin sum journalistur í Århus
Í 1974 varð skipað fyri
skeiði fyri snikkarar og
timburmenn. Skeiðið var
fyrst hildið í Vágum og
síðan í Neistahúsinum í
Havn.
Tað var Handverksmeist-
arafelagið
og
Føroya
Landsstýri saman við við
Teknologisk
Institut
í
Keypmannahavn, ið skip-
aði fyri hesum endurút-
búgvingarskeiði.
Leiðari av skeiðnum var
Elmar Svendson, teknikari
á Teknologisk Institut.
Á skeiðnum luttóku 18
mans.
Fyri 30 árum síðan:
Skeið fyri handverkarar í 1974
Aftara rað: f.v. Tummas E. Mortensen, Jørgen Rubeksen, Signar S. Olsen, Karl Andor Danielsen, Elmar Svendson, Ove Remberg, Alfred Gullbein, Jón Olsen,
Herluf Simonsen, Gunleif Vestergaard,
Fremra rað: f.v. Jákup Pálsson, Bjarki Jacobsen, Jógvan Johannesen, Sámal Petur Mortensen, Sjúrður Joensen og Sverri Egholm. Tveir mans vanta á myndini,
teir eru: Ragnvald Joensen og Andru Jensen
Kelda: Myndablaðið Nú 1974
Mikudagin 4. februar var
lítið hátíðarhald hjá Føroya
Fiskavirking í Havn, har
fleiri starvsfólk sum høvdu
arbeitt á sama arbeiðsplássi
í 25, 30 ella 40 ár vórðu
heiðraði við blómum og
gávum. Ein teirra var Elly
Nielsen í Havn, sum hevur
arbeitt á virkinum í yvir 30
ár.
Elly er 66 ára gomul og
er upprunaliga úr Kolla-
firði, men hevur búð í Havn
síðan hon var 6 ára gomul,
hon er dóttir Betty, f. Han-
sen, úr Kollafirði, og Korn-
elius Reinert, ættaður úr
Norðradali. Familjan flutti
til Havnar í 1944.
Elly byrjaði á Bacalao í
1955 og arbeiddi har í
fyrstu syftu til 1967, síðan
kom hon aftur í 1982 og
hevur arbeitt á flakavirk-
inum síðan tá, so hon hevur
arbeitt har í yvir 30 ár til-
samans, og næstan 50 ár
eru liðin síðan hon byrjaði.
Í 1993 bleiv virkið yvirtikið
av Føroya Fiskavirking.
Yvir 30 ár á sama ar-
beiðsplássi er ein langur ar-
beiðsdagur, men Elly hevur
trívist sera væl, og arbeiðs-
umstøðurnar eru nógv betr-
aðar øll hesi mongu árini,
síðan hon byrjaði í 1955, tá
arbeiddu tey mest saltfisk.
Tá skipini landaðu, vóru
tey umleið 200 fólk til ar-
beiðis.
Elly giftist við Mikkjal
Nielsen, ið var ættaður úr
Hvalba. Mikkjal doyði í
1985, 47 ára gomul. Tey
fingu trý børn: Lailu, sum
býr í Esbjerg og Niels Kára
og Jóhannis sum búgva í
Havn.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føroya Læraraskúli:
Pedagogar útskrivaðir frá Føroya Læraraskúla
Føroya Fiskavirking:
Elly Nielsen 30 ára starvsdag
Mynd: Jens Kristian Vang
Fríggjadagin 6. februar
2004 var hátíðarhald á
Føroya Læraraskúla, tá 26
pedagognæmingar
fingu
prógvini handað.
Fremra rað: f.v. Eydna
Wolles Andreasen, Tórs-
havn, Malan Holm Erlings-
son, Tórshavn, Jónleyg
Olivia Eyðunsson Vágur,
Guðrun Sundar Hansen,
Tórshavn, Ingibjørg Heind-
riksdóttir,
Kirkjubøur,
Mirjam Høj Strendur, Sús-
an Hvidbro, Tórshavn, Tór-
unn Heðinsdóttir Jacobsen,
Glyvrar, Vivi Johannessen,
Klaksvík, Anne Mia Johan-
sen, Tórshavn.
Miðraðið:
f.v.
Karin
Klakk, Viðareiði, Helga
Kruse, Norðskála, Karstin
Olgar Lamhauge, Søldar-
fjørður, Maria Matzen,
Hoyvík,
Eyð
Mørkøre,
Tórshavn, Jórun Niclasen,
Tórshavn, Berit Sólmai
Gregersen Olsen, Skála,
Osla Fríða Olsen, Saltang-
ará.
Aftasta rað: f.v. Stein-
grím Olsen, Argir, Finnur
Holm Petersen, Tórshavn,
Mai Berg Petersen, Tórs-
havn, Nancy Friana Poul-
sen, Innan Glyvur, Sigrun
Poulsen, Saltangará, Sólvá
Sondum, Tórshavn, Jensia
Paula Winther av Steinum,
Tórshavn,
Marta
Fríða
Tonnysdóttir
Thomsen,
Strendur.
Dagurin
11. februar. Kongadagur. Ta náttina í 1659 søktu svenk
herlið at Keypmannahavn, men atsóknin miseydnaðist.
Navnið kongadagur sipar til teir báðar kongarnar, sum
stóðu á odda í stríðnum, tann danska Fríðrik III og tann
svenska Karl X Gustav. Sagt varð, at versta tíðin til veður
var millum konganna, tað er frá trettanda (teir tríggir
heilagu kongarnir) og til kongadagin. Kongadagur varð
hildin sum mishalgidagur, og summastaðni varð dansað,
men sjálvandi ikki, um komið var út í føstuna.
Dagurin eitur eisini Euphrosyne eftir halgari konu, sum
doyði umleið ár 412 eftir at hava givið teimum fátæku
allar ognir sínar.
C
M
Y
K
13
12