mikudagur 11. februar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 11. februar 2004
15
Eftir at hava ligði í
dvala eitt tíðarskeið
vegna Løgtingsval, fer
Grót nú aftur undir
sítt regluliga virksemi
KONSERT
Andreas Dalsgaard
andreasbacon@hotmail.com
Lagt verður út við at hava
eina konsert nú komandi
leygardag 14. februar.
Konsertin verður í Losj-
uni í Gøtu og bólkarnir sum
fara at spæla eru:
Frostbit, Speaker og 48
Pages.
Frostbit er mannað av:
Eirik Mikkelsen guitar,
Martin í Grund guitar,
Johannes Tausen trummur,
og Tommy Hansen bass, og
hava teir verið róptir at
spæla »Fushion rock« ella
»Experimental rock«.
Speaker eru fýra mans í
tali og eita teir: Bogi Berg
guitar, Sigurd Justinussen
trummur, Jan Jensen bass,
og Janus Rasmussen á sang
og guitar. Og teir spæla
»Sveimandi
alternativan
rock«.
48 Pages er manning úr
bólkinum Monkey Mon-
gulia, sum nú koyrir undir
nýggjum navni. Teir ið
manna hendan bólk er:
Eyðun Müller Thomsen
trummur, Bartal Læarsson
bass, Frans Jónas Arge Ga-
lán guitar og sang og Bjart-
ur Dal Christiansen guitar.
Og teir siga seg spæla
»Friðarligan-Harðan-Sírut-
an-Rock«.
Byrjað verður kl. 21:00
og kostnaður er 60 krónur
fyri limir, og 80 krónur fyri
tey sum ikki eru limir.
Føroyingar fáa aftur
í ár møguleikan at
njóta tann vælum-
tókta »Valentines-
dagin« á Hotel
Hafnia
VALENTINES-
DAGUR
Andreas Dalsgaard
andreasbacon@hotmail.com
»Valentines-dagurin«
hevur í mong ár verið
hildin í USA og aðrastað-
ni í útheiminum Seinastu
árini er hann vorðin alt
meiri vanligur í granna-
londum okkara, og nú
eisini í Føroyum.
14. februar er dagurin
tá romantikkurin verður
settur í hásæti, og fyri at
fullkoma »idyllin«, gera
vit eitt høvi har tit saman
kunnu njóta eina »lekra«
matskrá og livandi tón-
leik. Góða røddin hjá
Ronni Poulsen saman við
bleytum
guitartónum
hoyrast á hotellinum í
miðbýnum leygarkvøld-
ið.
Fríggjakvøldið
13.
februar & Valentines-
kvøldið 14. februar frá
kl. 18:00 og aftur frá kl.
20:45 ber til at hugna sær
saman við tí einasta eina
á matstovuni á Hotel
Hafnia.
Valentinesdagurin verður aftur í ár hildin á ein serligan
hátt á matstovuni á Hotel Hafnia
Grót konsert í Losjuni í Gøtu
48 Pages áðrenn teir
fingu nýggjan ham
Romantikkur
á Hafnia
Missiónsvika verður í
kirkju- & missións-
húsinum á Argjum 9.-
15. februar
MISSIÓNSVIKA
Andreas Dalsgaard
andreasbacon@hotmail.com
Sera nógv áhugavert verður
á skránni í missiónsvikuni.
Møtir verða hvørt kvøld
við ymsum talarum kl.
20:00 og sunnudag kl.
14:00 og kl. 18:00. Og
nógv framúr kór skulu
framføra.
Møtini vera við millum
annað: Tom Skaale, Rei-
mund Langgaard, Jóna
Thomsen,
Niels
Jacob
Nielsen og John Myllham-
ar.
Kórini, sum fara at fram-
føra verða millum annað
KFUM&K kórið í Klaks-
vík,
Meinigheitskórið,
Gratia, Argjakórið, Barna-
kórið og Beinta og Ingi.
Bønarløta verður eisini
hvørt kvøld og høvi verður
at fáa sær ein drekkamunn.
Og til tey sum hava børn,
verður barnaansing fríggja-,
leygar- og sunnukvøldið.
Harafturat verður eisini
eitt bóka og fløguborð. So
lagt er upp til eina spenn-
andi og góða missiónsviku
á Argjum.
Valentinesdagurin verður aftur í ár hildin á ein serligan hátt á matstovuni á Hotel Hafnia
Missiónsvika
15
14
Nr. 28 - 11. februar 2004
Hendingin fór fram á
smala vegastrekkin-
um millum Skálafjørð
og Skála, og tað tók
einar 5 tímar, áðrenn
fóðurið var fingið av
vegnum, og trailarin
var komin uppaftur á
rættkjøl
FERÐSLUÓHAPP
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánakvøldið um 20-tíðina
fór ein trailari hjá Hera
Thomsen út av smala vegn-
um millum Skálafjørð og
Skála. Trailarin, sum kopp-
aði oman av, var lastaður
við 26 tonsum av alifóðuri.
Løgreglan í Runavík sig-
ur, at trailarin helst er komin
ov langt út á vegøkslina, tá
ið førarin møtti einum mót-
koyrandi bili á smala vegn-
um beint eftir grótbrotið,
sum er har á leiðini. Tað
vísti seg nevniliga, at veg-
jaðarin
var
skrædnaður
undan. Trailarin koppaði og
var liggjandi á aðrari síðuni.
Hálka var ikki orsøkin til
óhappið.
Hóast hendingin fór fram
um 20-tíðina, tók tað fleiri
tímar, áðrenn fóðurið var
fingið av vegnum, og trail-
arin var komin uppaftur á
rættkjøl.
Løgreglan sigur, at tað var
ikki fyrr enn um 01-tíðina,
at alt var yvirstaðið, og
vegurin kundi latast upp-
aftur fyri regluligari ferðslu.
Sum skilst, sluppu bilar
ígjøgnum í løtum, men
undir sjálvari upptøkuni
varð neyðugt at steingja
vegin fyri allari ferðslu.
Løgreglan sigur, at ein
krani hjá Mekanik í Runa-
vík varð nýttur til sjálva
upptøkuna.
– Tað gekk eitt sindur
striltið, tí anhangarin bleiv
hangandi uppi í trailaran-
um, men umsíðir eydnaðist
at fáa bæði trailaran og an-
hangaran uppá rættkjøl.
Løgreglan sigur, at ein
maður var í trailaranum, tá
ið óhappið hendi, men hann
slapp væl frá hendingini.
Trailari út av við 26 tonsum av alifóðuri
C
M
Y
K
14