mikudagur 11. februar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 28 - 11. februar 2004
Nr. 28 - 11. februar 2004
17
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Hann er eingin ársungi
longur, Bryan Adams, men
hann má sigast at halda sær
stak væl og sær enn út sum
ein unglingi, tá hann trínur
á pall. Og fjøldin, ið fagnar
honum, er eisini breið – frá
teimum heilt ungu og ný-
komnu fjepparunum til
fjepparar, ið hava verið við
øll árini, og tað merkir í
fleiri enn 20 ár.
Og hann dugir eisini at
halda sær sveimandi á
stjørnuhválvinum millum
hinar heimsstjørnurnar. Og
saman við mongum teirra
hevur hann sungið væl-
eydnaðar tvíræddaðar fram-
førslur. Nevnast kunnu Tina
Turner, Rod Stewart og
Sting.
Rockrótin í dansistíli
Bryan Adams flokkast und-
ir tað, sum í dag kallast
singer-songwriter, og hann
telist millum teirra, sum
hevur mest um oyruni.
Føddur er hann í 1959 og
hann hevur havt undanvind
í trimum stigum; sum sang-
skrivari, ið skrivar landa-
plágur fyri onnur, sum upp-
tøkutónleikari, hvørs út-
gávur hava verið fagnaðar
kring allan heim, og sum
stjørna á stórpalli, hvørs
stóru framførslur eru minni-
ligar. Ikki minst minnisríku
framførslurnar við Live-
Aid og Conspiracy of Hope
Tour hjá Amnesty settu ferð
á lívsleiðina sum altjóða
superstjørna.
Sangir hansara settu ferð
á leiðina sum stjørna. Tá
hann sum unglingi leikti
við einum bólki, hitti hann í
1977 trummuleikaran Jim
Vallance og fóru teir bein-
anveg at skriva sangir sam-
an og heldur hesin starvs-
felagskapurin enn í dag.
Stílurin var bland av rock-
tónum við hørðum kanti, og
søtum tungpoppi, og skjótt
funnu onnur leitandi stjørnu-
evni eisini útav at nýta hetta
ljómbland.
Í 1978 hevði A&M Can-
ada skrivað sáttmála við
Bryan Adams, men lagnur-
nar speisemi vildi tað so, at
hóast Adams hevði røtur í
rocktónleikinum, so varð
fyrsta stakroyndin í dansi-
stíli og nevndist »Let me
Take you Dancing« – rødd-
in var viðgjørd og spældi
skjótari, enn vanligt »og
hetta fekk meg at ljóða av
ongum«, klagaði Bryan
Adams seinni. Lagið var
ikki við seinni, tá Adams
gav út plátu undir egnum
navni í 1980 í samstarvi við
Jim Vallance.
So komu hittini – og
klassikarin Heaven
Fyrsta landaplágan – rætt-
ari er at siga heimsplágan –
kom í 1983 við eini útgávu
av einum lag, ið hann hevði
skrivað 3 ár frammanund-
an; Straight from the heart.
Seinni komu onnur hitt og
av 3. plátuni hoyrdust.m.o.
Cuts like a knife og This
time.
Vit skriva 1983 og við
undanvindinum fylgir stríð.
Sera harðir, men gevandi
og læruríkir, hava teir fylgj-
andi 283 dagarnir á tamb á
heimsins landavegum ver-
ið. Alt fyri at føra fram plát-
una og ikki minst seg sjálv-
an sum palltónleikara. Men
hetta gav úrslit og Adams
fekk quintuple-platininum.
Í 1984 kemur Reckless,
ið kláraði seg væl á list-
unum og sum hevði við
fyrstu nummar eitt stak-
fløguna; Heaven – eitt lag,
sum í dag er ritað í rock- og
poppsøguna.
Seinna altjóða fráboðan-
in um, at Bryan Adams var
ávegis, kom í juli í 1985 við
framførsluni á Live-Aid til-
takinum. Eitt átak, sum
milliónir kring allan heim
sóu í senn. Her fór orku-
fulla framførslan saman við
Tinu Turner á eitt serblað í
rocksøguni, tá hásu rock-
sangararnir hittust og sam-
an sungu »It’s only love« av
Reckless plátuni. Ógloym-
andi!
Plátan Into the Fire frá
1987 nevnist av summum
eitt mistak, men tó komu 3
støk løg innum á topp 40,
men sølutølini samsvaraðu
ikki við vónirnar innan tón-
leikaídnaðin. Men Adams
helt sær á toppinum restina
av áttatiárunum við fram-
førslum, m.a. við Amnesty
túrinum, framførslum á
Prince’s Trust Charety, The
1988 London Freedomfest
honoring Nelson Mandela,
og við at taka lut, tá Roger
Waters í 1990 aftur setti á
dagskránna The Wall í Ber-
lin.
Sangskrivarin heldur á
Tey, sum síðani spáddu
Bryan
Adams
undan-
brekku, fóru skeiv. Hørð út-
purring kom í 1991, tí við
filminum »Prince of Thiev-
Bryan Adams – hási sangskrivarin
es« kom lagið »(Everything
I do) I do it for You« –
kanska besta staklag hjá
Adams nakrantíð. Í 7 vikur
lá lagið á fyrsta plássinum í
USA, 4 mánaðir í Bret-
landi og útgávan er mest
selda stakútgáva nakrantíð
hjá A&M Records.
Adams kom aftur í
fremstu røð millum super-
stjørnurnar og plátan Wak-
ing up the Neighbours fór
um platinium markið og
kom millum mest seldu
pláturnar.
Gløggu lurtararnir og les-
ararnir fylgdu við og løgdu
til merkis eina broyting.
Nýggi framleiðarin hjá
Bryan Adams, Robert John
»Mutt« Lange (í dag giftur
Shanayu Twain, blðm.), var
skrivaður sum annar sang-
skrivarin á øllum løgum. Á
4 løgum var eisini Jim Val-
lance skrivaður. Hví henda
broyting? Adams hevði fyrr
á leiðini sagt, at um hann
varð spurdur, hvat hansara
livibreyð var, so var svarið,
at hann var sangskrivari
fyrst og fremst.
Seinni hava vit hoyrt frá
Adams t.d. »All for Love«,
ið góðum ræddarsamspæli
við Sting og Rod Stewart,
hetta er frá filminum »The
Three
Musketeers«
frá
1995. Og sama ár kom
»Have you ever really Lov-
ed a Woman?«.
Í 1998 kom »On a Day
like Today«, «MTV Un-
plugged« kom í 1999 og
»The Best of Me« kom í
2002 – ein samanrennig av
teimum fleiri enn 20 ár-
unum við tónleiki, sang-
skriving og framførslum.
Seinast hevur hann eisini
gjørt tónleik til animeraðu
filmarnar um Spirit hjá
Dreamworks.
Kelda: www.bryanadams.com
Vit kenna hittini, sum vit hava hoyrt ferð eftir ferð
í meira enn 20 ár. Bryan Adams hevur verið ovast á
stjørnuhválvinum í fleiri enn 20 ár, men er tó enn hási
unglingin, sum hugtekur ung og eldri við vøkrum løgum,
sum smelta í oyrnagongini, men eisini vælljómandi
rockur kemur frá sangskrivaranum, sum dugir at raka
seymin á høvdið. Hóast hann í stóran mun hevur livað
lívið á palli, so kallar hann seg fyrst og fremst sangskrivara
spirit: l'etalon des plaines (2002)
spirit: stallion of the cimarron (2002)
the best of me (1999)
on a day like today (1998)
mtv unplugged (1997)
18 Til I Die (1996)
So Far So Good (1993)
Waking Up The Neighbours (1991)
Live! Live! Live! (1988)
Into The Fire (1987)
Reckless (1984)
Cuts Like A Knife (1983)
You Want It You Got It (1981)
Bryan Adams (1980)
Discografi
Navn: Bryan Adams
Føddur: November 1959 – Kingston, Ontario
Fakta
Jákup í Stórustovu váttar, at tað eru hald í tíðindunum um, at
Bryan Adams helst kemur á konsertferð til Føroya seinni í ár.
Gongur alt sum ætlað, so verður ein stór uttandurakonsert við
Bryan Adams í summar
KONSERT
Um alt gongur, sum
Jákup í Stórustovu ætlar,
so verður ein stór uttan-
durakonsert við Bryan
Adams í Føroyum í
summar.
Hann váttar fyri Port-
alinum, at tað eru hald í
tíðindunum um, at Bryan
Adams helst kemur á
konsertferð til Føroya
seinni í ár.
Tað er Jákup í Stóru-
stovu, sum er við at
leggja síðstu hond á hesa
avtaluna. Jákup kenna vit
best sum fótbóltsumboðs-
mann, men nú roynir
hann at fáa heimsstjørn-
una Bryan Adams til
Føroya.
– Tað er rætt, at vit eru
í forhandlingum. Men
enn er alt ikki komið upp
á pláss, hóast tað bert
vanta nøkur fá ting, sigur
Jákup í Stórustovu.
Hann sigur, at talan
verður um eina stóra
uttandurakonsert, men
dato og stað er ikki fast-
lagt enn.
– Tit frætta nærri í
Sosialinum seinni í vik-
uni, sigur hann.
Stór uttandura-
konsert við Bryan
Adams í Føroyum
C
M
Y
K
17
16