mikudagur 11. februar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 28 - 11. februar 2004
Nr. 28 - 11. februar 2004
19
– Mær dámar væl at
mála ljósið og glott-
arnar, sum stinga seg
niður ígjøgnum
myrku skýggini og
speglast í sjónum.
Hesar løturnar eru
ofta stuttar, men tær
eru ógvuliga hugtak-
andi og minna okkum
á, hvussu skjótt alt
gongur. Øssur sigur,
at hann hevur verið
rættiliga hugtikin av
hesum ljósspæli sein-
astu árini og hevur
hesi motiv við í fleiri
av sínum málningum
SAMRØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
ȯssur Mohr maler den
overvældende natur. Den er
lige uden for hans vinduer i
Fuglefjord. Der, hvor lyset
skifter, vejret skifter, far-
verne skifter, og det hele
kan være så dramatisk an-
derledes på minutter og
sætter så store spor i sjæ-
len. Naturen er uundgåelig
storladen, men også tru-
ende. Men Øssur Mohr får
det hele med… varmt og
inspireret spiller kunstne-
ren ud i en koloristisk rig-
dom af farver. Man mærker
hans ihærdighed og føl-
somhed eksponeret helt
ud…«
Hetta er skoðsmálið, sum
Randi Ottosen gevur fugl-
firðinginum, Øssuri Mohr,
í Kunstavisen.
Leygardagin komandi fer
hann aftur í sving, og enn
einaferð sýnir hann fram í
Danmark.
Hesaferð verður tað í
Galleri Sct. Gertrud, sum
liggur við Hyskenstræde 9,
beint við Strøgið mitt í
Keypmannahavn.
Við til ferniseringina,
sum verður frá kl. 13-17,
verður
fuglfirðingurin,
Stanley Samuelsen, sum fer
at syngja og spæla guitar.
Framsýningin í Sct. Ger-
trud verður opin frá týsdegi
til fríggjadag, kl. 14-17.30
og leygardagar frá 11-14
fram til 6. mars, tá ið hon
letur aftur.
Skiftandi ljós
Øssur sigur, at hann hevur
einar 25 oljumálningar á
framsýningini. Hesir eru
ymiskir til støddar og eru
allir málaðir seinast í 2003
og nú í 2004.
– Øll motivini eru úr okk-
ara náttúru og landslagi.
Hetta eru ikki heilt náttúr-
alistiskir málningar; teir
fara eitt sindur yvir í tað
abstrakta, men kunnu kort-
ini ikki sigast at vera abstr-
aktir. Hetta eru inspiratiónir
og litkompositiónir úr Før-
oyum. Á fakmáli verður
stílurin róptur ekspression-
isma – nevniliga tað, sum
liggur ímillum tað náttúral-
istiska og tað abstrakta.
Listamálarin sigur, at tað
er serliga skiftandi ljósið og
litirnir, sum geva honum
íblásturin. Málningarnir eru
trídimensjonalir, har bygd-
in oftast liggur fremst á
myndini, síðan fjallið og at
enda luftin í bakgrundini.
– Mær dámar væl at mála
ljósið og glottarnar, sum
stinga seg niður ígjøgnum
myrku skýggini og speglast
í sjónum. Hesar løturnar
eru ofta stuttar, men tær eru
ógvuliga hugtakandi.
Øssur sigur, at hann hev-
ur verið rættiliga hugtikin
av hesum ljósspæli seinastu
árini, og seinasta árið eru
litirnir serliga farnir nógv
yvir í tað bláa.
– Men tað er heldur ikki
soleiðis, at eg bara máli við
bláum. Teir grønu, gulu og
ljósu litirnir eru eisini við.
Tað er ikki so sjáldan, at
Øssur málar uttan skitsu.
– Tað er torført at greiða
frá, hvussu summir máln-
ingar gerast til veruleika.
Viðhvørt byrji eg bara at
mála og seta litir á, og tað
er ikki altíð, eg kenni úrslit-
ið, fyrr enn málningurin er
liðugur.
Hann sigur, at hann hevur
oftast fleiri málningar í
gongd í senn.
Stórur áhugi
Øssur hevur gjøgnum árini
havt fleiri framsýningar á
Galleri Sct. Gertrud, har
fleiri norðurlendingar gjøg-
num árini hava sýnt fram
síni listarligu avrik. Ein
annar føroyskur listamaður,
Amariel Norðoy, hevur ver-
ið við á Sct. Gertrud í eini
25 ár.
Tað eru eini 10 ár, síðan
Øssur fyrstu ferð var við á
eini framsýning í Danmark,
og lunnarnir vórðu lagdir á
Sønderjydsk Kunst- og
Kulturcenter í Suðurjút-
landi.
Síðan tá hevur listamál-
arin úr Fuglafirði á hvørj-
um ári verið við á framsýn-
ingum í Danmark, har
áhugin fyri føroyskari list
er rættiliga stórur. Vanliga
vitja nógv fólk føroysku
framsýningarnar í Dan-
mark.
Í januar í ár luttók Øssur
- Havi ongantíð angrað at eg fór at mála burtur av
saman við umleið 200 øðr-
um listafólkum á Art Her-
ning í Herning Kongres-
center. Á hesi árligu fram-
sýningini vóru eisini onnur
listafólk úr Føroyum við,
eitt nú Amariel Norðoy,
Kári Svensson og Maiken á
Grømma, sum býr í Dan-
mark.
– Eini 30 ymisk gallaríir
úr Danmark, sum mynda
Dansk Galleri Sammen-
slutning, stóðu saman um
hetta stóra tiltak, sum bert
var opið eitt vikuskifti. Tey
vitjandi vóru eini 15.000 í
tali.
Art Herning er hvørt ár í
januar, og um heystið er
líknandi
framsýning
í
Forum í Keypmannahavn.
Øssur heldur, at tað er
áhugavert at vera við til slík
tiltøk, tí tey eru so ógvuliga
umfatandi og kunnu geva
tær ymiskan íblástur.
Angrar ikki
Men hvussu bar tað so á, at
Øssur Mohr fór at mála?
– Eg haldi ikki, at eg sum
skúlanæmingur teknaði ella
málaði meira enn aðrir
dreingir á mínum aldri. Eg
fekst nógv við ítrótt, og eitt
nú dømdi eg í fyrstu deild í
eini 10 ár. Tá ið eg byrjaði
at fáa familju, helt eg, at tað
var keðiligt at vera burtur
hvørt vikuskifti. Eg fann tí í
1989 uppá at tekna meg til
máling og list hjá Jóannesi
S. Hansen. Har gekk eg
fyrst í ein vetur og gjørdist
bitin av listini. Næstu tveir
vetrarnar gekk eg í Fugla-
firði – og tá fekk eg rættil-
igt »blóð á tonna«, sum tik-
ið verður til.
Øssur, sum er útbúgvin
radiomekanikari, sigur, at
hann hevði alla tíðina ar-
beiði við síðuna av listini –
heilt fram til ár 2000.
– Eg seldi eykalutir til
bilar hjá Esmar Simonsen á
Kambsdali.
Men í ár 2000 hevði hann
hug at leggja seg eftir listini
burtur av og avgjørdi, sum
hann sjálvur tekur til, »at
leypa út í tað«.
– Nú havi eg málað í eini
14 ár, harav seinastu trý
árini burtur av. Eg angri
ikki eina løtu, at eg legði
meg eftir listini burtur av,
sigur Øssur.
Hann hevur ongantíð
longst útaftur á vanliga
arbeiðsmarknaðin.
– Sjálvur haldi eg, at eg
havi verið heppin. Tað hev-
ur gingist mær ógvuliga
væl, og fólk hava tikið væl
ímóti tí, eg havi gjørt. Tað
eri eg ógvuliga fegin um, tí
hetta hevur sjálvandi verið
viðvirkandi til, at mær ikki
hevur longst útaftur á
arbeiðsmarknaðin.
Egnan stíl
Hóast listamálarar kunnu
líkjast í tí, teir gera, má sig-
ast, at Øssur hevur funnið
sín egna stíl.
– Sum eg segði í byrjan-
ini, eri eg í mínum listarliga
arbeiði serliga hugtikin av
náttúruni og landslagnum,
men kortini kemur nógv av
ti, tú ger, innan úr tær sjálv-
um. Tað eru ofta teir myrku
dagarnir, sum geva mær
íblástur – dagarnir, tá ið
ljósið knappliga skjýtir seg
niður ígjøgnum skýggini.
Og so er ljósið burtur aftur.
Hetta sigur okkum, hvussu
skjótt alt gongur, sigur
Øssur Mohr at enda.
Tað eru ofta teir myrku dagarnir, sum geva mær íblástur – dagarnir, tá ið ljósið knappliga skjýtir
seg niður ígjøgnum skýggini
Málningarnir hjá Øssuri eru trídimensjonalir, har bygdin oftast liggur fremst á myndini, síðan
fjallið og at enda luftin í bakgrundini
Hóast listamálarar kunnu
líkjast í tí, teir gera, má
sigast, at Øssur Mohr hevur
funnið sín egna stíl
Fuglfirðingurin, Øssur Mohr, er vorðin umtóktur og eftirspurdur listamálari
C
M
Y
K
19
18