mikudagur 11. februar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • mikudagur • 11. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað kom óvart á
Frithleif Olsen, at
hann skuldi koma so-
mikið lætt í formans-
sessin, men kortini
dylir hann ikki fyri, at
hann er fegin um, at
talan ikki gjørdist um
stríðsval
FSF-FORMAÐURIN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað verður Frithleif Olsen
úr Rituvík, sum verður
nýggjur formaður í Fót-
bóltssambandinum. Hetta
stóð greitt týsmorgunin, tá
virkandi formaðurin, Dánj-
al Andreasen, boðaði frá, at
hann tekur seg aftur sum
formansevni.
Ikki partur av stríði
Eftir at tíðindaskrivið varð
sent út, fingu vit orðið á
Frithleif Olsen, og meira
enn nakað, so tóktist hann
heldur bilsin, nú hann kann
fara at seta seg til rættis í
formansstólinum.
– Ja, tað skilji eg á lag-
num, at eg nú verði formað-
ur, og tað er so avgjørt nak-
að, sum eg gleði meg til.
Nú gekk hetta so óalminde-
liga skjótt og smertufrítt,
men yvir høvur má eg siga,
at tað eisini er nakað, sum
gleðir meg, sigur maðurin,
sum ikki visti nøkrum, tá
hann fyri lítlari viku síðani
varð spurdur, um hann
hevði hug at stilla upp til
formansvalið.
– Eg hevði so yvir høvur
ikki gjørt mær nakrar tank-
ar tann vegin, tá eg varð
uppringdur
av
nøkrum
feløgum. Hví ella hvussu
tey høvdu funnið fram til
júst meg, veit eg ikki, men
tey søgdu seg vilja royna at
fáa ein mann, sum tey
kundu savna uppbakning
um, og eftir at hava um-
hugsað støðuna, so tók eg av.
– Hinvegin havi eg roynt
at hildið ein lágan profil,
nú valstríðið hevur koyrt.
Mær dámar sum so ikki at
leggja meg út í nakað stríð,
og fatanin hjá mær hevur
eisini verið, at var talan ikki
um ein breiðan uppbakn-
ing, so var tað kanska lítið
fremjandi fyri eitt framtíðar
samstarv, um stríðið um
sessin skuldi gerast alt ov
hart. Eg havi tó alla tíðina
verið kunnaður frá teimum,
sum hava roynt at rikið,
men fram til í morgun visti
eg so ikki við vissu, hvønn
vegin tað bar.
Betra samskiftið
Nú er slóðin tó ruddað, og
komandi formaðurin dylir
ikki fyri, at hann er spentur
at fara í holt við nýggju av-
bjóðingina, tó at hann enn
ikki er so nógv fyri at siga,
hvørjum lutum hann serliga
fer at virka fyri.
– Fyrst og fremst, so má
eg sjálvandi seta væl inn í
tingini, áðrenn eg fari at út-
tala meg heilt konkret um
nakað. Men eg kann so í
øllum førum siga, at eg ætli
mær at leggja stóran dent á
samskiftið við feløgini. Tað
má vera tað týdningar-
mesta, soleiðis at talan
verður um eina sterka
felagseind. Tað síggi eg í
øllum førum sum ein av-
gerandi fortreyt fyri menn-
ingini hjá FSF.
Um fortreytirnar hjá sær
fyri at gerast formaður, sig-
ur Frithleif, at hann í
hvussu so er átti at hava
ognað sær nakrar eginleik-
ar, sum kunnu nýtast í sess-
inum. Í 1986 var hann við
til at stovna fyritøkuna
FJM, har tað í dag starvast
á leið 40 fólk, og eisini hev-
ur hann í átta ár verið partur
av býráðnum í Runavík.
Hartil hevur hann øll árini
fylgt væl við gongdini hjá
NSÍ, har hann eisini hevur
verið partur av fótbólts-
nevndini.
– Hetta eigur so at hava
givið mær nakrar royndir.
Bæði sum leiðari og sum
partur av eini nevnd, og tað
burdi væl saktans kunna
komið mær til góðar. Men
sum sagt, so fái eg tó ikki
úttala meg neyvt um ein-
stakar smálutir, fyrr enn eg
havi havt stundir at seta
meg væl og virðiliga inn í
tingini.
Fyrsta høvi til hetta verð-
ur aðalfundinum leygar-
dagin, og eftir boðini týs-
dagin ivast Frithleif ikki í,
at hann fer á fundin.
– Nú noyðist eg so undir
øllum umstøðum at fara.
Annars havi eg ivast eitt
sindur, tí eg havi ikki vilja
lagt meg út í nakað stríð,
men nú er tann ivin helst
burturbeindur, sigur altso
Frithleif Olsen at enda.
Maðurin, sum komandi
tvey árini fer at standa á
odda fyri føroyskum fót-
bólti.
Komandi dystir
Hondbóltur – 1. deild kvinnur
Dagf.
Kl.
Dystur
Dómarar
10.02
18.45
Kyndil-Stjørnan
Jákup S. Simonsen & Høgni M. Joensen
11.02
19.00
StÍF-Neistin
Hannis Wardum & Uni Wardum
11.02
19.00
VÍF-Søljan
Kristian Joensen & Karsten Joensen
Flogbóltur – Meistaradeild kvinnur
Dagf.
Kl.
Dystur
Dómarar
11.02
19.45
KÍF-Fleyr
ÍF
Fer spentur til verka
– Eg ætli mær at leggja
stóran dent á samskiftið við
feløgini. Tað má vera tað
týdningarmesta, soleiðis at
talan verður um eina sterka
felagseind, sigur komandi
FSF-formaðurin
Trý av teimum fýra oddaliðunum
takast í miðvikuni við liðini, sum
eru stødd nær botninum á
talvuni
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at steypafinalurnar vórðu avgreiddar
um vikuskiftið, verður nú vent aftur til
landskappingina, og longu týskvøldið
skuldu steypavinnararnir úr Stjørnuni í
eldin.
Hetta skuldi vera eftir evstamark
okkara, tá tær vitjaðu hjá Kyndli, og lítið
er at ivast í, at Stjørnan her hevur lagt seg
eftir tveimum stigum.
Tað munnu ávíkavist VÍF og Neistin,
sum eru á tríjða og fjórða plássinum á
talvuni eisini gera, tá tær mikukvøldið
skulu royna seg. VÍF fær tá vitjan av Sølj-
uni, og hóast vágagenturnar hava tikið seg
nógv fram í ár, so man VÍF tó gerast ein
ov stórur gloypibiti hjá teimum.
Á Skála vitjar Neistin, og heldur ikki
her kann roknast við, at stórvegis ivi verð-
ur um úrslitið. Neistin fer kanska ikki at
røkka heilt inn í heiðursmerkjastríðið,
men higartil hava tær tó fingið fult móti
teimum trimum niðastu, og tað munnu tær
helst eisini ætlað hesaferð.
Tríggir favorittar
21
20
Nr. 28 - 11. februar 2004
FYRILESTUR
Kunningarstovan í Runavík
Kommunurnar í Oyndar-
firði, á Skála og í Runavík
skipa í hesi vikuni fyri fyri-
lestrum um óðalsmentan.
Kári á Rógvi, formaður í
Føroya Óðalsfelag, fer at
greiða frá, hvønn týdning
óðalsmentanin hevur fyri
búseting og trivna í Føroy-
um.
Óðalsfelagið hevur roynt
at ávirka jarðarpolitikkin í
Føroyum. Serliga hevur
felagið víst á:
matrikullógina
smá festi
leigutraðir
og jørð nærhendis stór-
plássum
At fáast við seyð og hava
jørð í felag er at kalla elsta
mentan í Føroyum. Longu í
Seyðabrævinum frá 1298
stendur: »Nú eiga mangir
menn seyð saman í einum
haga.« Enn eru tað fleiri
túsund fólk, ið hava hug at
fáast við seyð, um tað er í
haga ella á trøð, men henda
upprunamentan kappast við
so mangt annað á okkara
døgum.
Fyrilestrarnir eru ókeypis
og ætlaðir øllum, sum hava
áhuga fyri – ella fortreð av
– jarðarbrúki. Teir vera
hildnir hesar dagar:
Mikukvøldið 11. februar:
í Oyndarfirði kl. 18.00 og í
Runavík kl. 21.00.
Hóskvøldið 12. februar:
á Skála kl. 19.00.
Jákup Danielsen
Í valstríðinum, undir sam-
gongusamráðingunum og
nú samgonga er skipað,
hevur maður og kvinna tos-
að um skattalætta og ikki
minst fjølmiðlarnir halda
seg hava okkurt bein at
gnaga,
men
sambært
Høgna Hoydal, er bara tal-
an um tunna súpan við boll-
um í.
Striltið hevur gingið við
at fáa orkestrið at halda
sama tónalag. Orkesturleið-
arin roynir at fáa ljóðførini
stemmað, og krímið fánar
burtur við teimum nógvu
vitaminunum.
Hin fjórða statsmaktin
følir seg traðkaða yvir
tærnar. Ongin annar sær
objektivitetin í teirra annars
góða arbeiði, har tað er les-
arin, hoyrarin og síggjarin
sum taka støðu til dagsins
mál. Fakfeløg halda eisini,
at nú er spælið spilt mót-
vegis ætlanunum at gera
onkra góða avtalu við ar-
beiðsgevaran við tí enda-
máli, at tað verður lands-
kassin ella kommunukassin
sum eigur at gjalda kom-
andi sáttmálasamráðing.
Soleiðis vevja vit alt í ein
ellibita og fólk, líkamikið
hvørjum parti tey halda við,
verða ørkymlað. Formaður-
in í Búskaparráðnum tykist
at halda høvdi kalt og biður
menn og konur um at halda
sær og hugsa. Biðjur enntá
onkran óvildugan um at
hugsa ella geva ráð til valdu
politikarnar.
Havi fyrr víst á, at skattur
er tað, tað almenna krevur
inn fyri at reka samfelagið
fyri, og lønarsamráðingar
er tað, sum borgarin selur
sína arbeiðskraft fyri. Tey
sum tjena nógv, rinda mest
í krónum og prosentum og
tey, sum tjena minst, rinda
minni í krónum og prosent-
um.
Nøkur eru tey sum halda,
at tey rinda ov nógv til
landshúsarhaldið, men onn-
ur viðurkenna og hava ta
hugsan, at við at gjalda til
ein felags kassa, so eru vit
við til at fáa munagóðar
tænastur frá tí almenna,
bæði til teirra sum ikki
hava møguleika at gjalda
sjálvi, hava tørv fyri tí og
annars til onnur samfelags-
gagnlig áhugamál
Og sjálvandi skulu øll
rinda skatt...
Vit menniskju hava tí-
verri tann óvana, sjálv-
skaptur ella ikki, at vit
hugsa fyrst og fremst um
okkara egna bjølg. Hvat
kunnu vit fáa burturúr hes-
um og hasum. Tað sum
loypir av skal heldur ikki
gevast til onnur. Tað skal
setast inn á bankabók,
koyrast í boksina, til tað
ikki er etandi ella leggjast
upp á ovasta loft.
Nýggja
løgtingið
og
landsstýrið hevur nú havt
nakrar fáar arbeiðsdagar.
Tey hava sett sær fyri at
umsita hetta samfelagið
næstu fýra árini til gagns
fyri borgaran, bæði til teirra
sum onki tjena, til teirra
sum tjena upptil 170 tús. kr.
og til teirra sum tjena oman
fyri 170 tús kr. Tað hevur
ikki so stóran týdning, um
súpanin er tunn, bara boll-
arnir kunnu metta fólkið.
Lat okkum gevast við at
fokusera uppá viðurskifti,
sum kunnu skapa politiska
og samfelagsligan óstabilit-
et. Lat pressuna arbeiða
objektivt, og lat okkum
borgarar sjálvar taka støðu
til samfelagsligu viður-
skiftini og hvørja lagnu tey
eiga at fáa.
Vit hava valt eitt løgting,
har 32 borgarar eru settir til
at taka avgerðir okkara
vegna. Partur av hesum
løgtingi hevur, sum sið-
venja og regla er, valt løg-
mann og landsstýri sína
vegna at standa fyri tí dag-
liga rakstrinum. Arbeiðs-
dagarnir eru enn fáir og tí
er nakað tíðliga at krevja at
eitt heilt fýra ára skeið skal
eftirmetast longu nú.
Hvørja lagnu ein kom-
andi fíggjarlóg fær, og
hvussu nógvir pengar skulu
brúkast at reka samfelagið
fyri, og hvussu tað fer at
hildnast at krevja skatt og
aðrar inntøkur inn, mugu
vit bíða eftir til tann tíð
kemur. Hvør steinur í slík-
ari viðgerð verður enda-
vendur, og hvør maðkapirra
verður vigað. Tá verður
spurningur settur, skal hon
etast ella skal hon liva?
Skal hon etast ella skal hon liva?
VIÐMERKING
STUÐULSDANSUR
Tíðindaskriv
Komandi leygardag spæla
tvey vágalið steypafinalu á
Hálsi í Havn. Kl. 14.00
spæla Dráttur og TB og kl.
16.00 SÍ og ÍF. Bussar fara
úr Sørvági og Miðvági kl.
13.00 til dystirnar. Tilmeld-
ing á tlf. 333009 í Miðvági
ella 226168 og 333248 í
Sørvági.
Í samband við steypa-
vikuskifti skipa SÍ-stuðlar
fyri dansi í Sørvágs Bio. Til
dansin spæla Villmenn.
Villmenn hava verið í
studio og gongst eftir ætlan
liggur nýggja fløgan í sølu-
búðunum um páskirnar.
Tónleikurin á fløguni er í
kenda Holgar stílinum,
blandaður frá contry til
harðari rock.
Fløgan er upptikin og
verður framleidd í BG-
studio v/Bjarna Góðadal.
BG studio er nýtt studio við
heimstaði í Sørvági. Hetta
er fyrsta fløguútgávan frá
BG-studio. Onnur fløgan á
skránni er ein felagsútgáva
við tónleikarum úr Sørvági.
Gongst eftir ætlan kemur
hendan fløgan út á Vestan-
stevnu.
Til dansin leygarkvøldið
fara Villmenn at spæla lætt-
ari dansitónleik og løg frá
nýggju fløguni.
Tíðindaskriv
P dagurin, ella dagurin tá
Páskabryggið
kemur
á
marknaðin verður í ár tann
27. februar í Danmark og
somuleiðis í Føroyum, har
bæði Føroya Bjór og Res-
torff
presentera
teirra
bryggj.
Restorffs fer at markera
dagin við at seinnapartin
27. februar kl. 16.00 fer
hestavognurin hjá Restorff
á fyrsta sinni frá bryggjar-
ínum við Páskabrygginum
niðan á Vertshúsið, har al-
menningurin fær ókeypis
smakkroyndir. Partar av
Havnar Hornorkesturi fara
at ganga undan heystavogn-
inum og spæla hin kenda
Easter Parade hjá I Berlin
og Roll out the Barrel.
Restorff ætlar at hesta-
vognurin og skrúðgonga
við hornblásturi verður ein
føst Havnarmynd á hvørj-
um ári tá Páskabryggið og
Jólabryggið
kemur
á
marknaðin.
Restorff fer eisini at hava
P dag á sølustøðunum
kring landið 27. februar.
Fyrilestur um Óðalsmentan
Steypadansur í Sørvági
P dagur
C
M
Y
K
20