Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 11. februar 2004 23 Annað vikuskiftið á rað komu klaksvík- ingar aftur, eftir at hava ligið tvey sett undir FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mjølnir hevur nú tikið við favoritt-heitinum í bestu mansdeildini í flogbólti. Um vikuskiftið vóru fuglfirðingar á vitjan, og talan gjørdist um ein dyst, sum varð júst so javnur, støðan á talvuni bendi á, at hann fór at verða. Her vóru liðini nevnliga jøvn undan dystinum, men fyrstu løtuna var tó ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um so javnan dyst. Eins og í dystinum móti SÍ fyri viku síðani gekst illa í hond hjá Mjølni fyrstu settini. Fuglfirðingar tóktust hava beina kós móti gullinum, tá teir tóku næsta settið somikði sannførandi sum 25-15. Fyrsta settið høvdu teir eisini vunnið, og nú tóktust klaksvíkingar av álvara at vera á knøunum. Men enn einaferð reistist Mjølnir. Ivaleyst hevur sig- urin á SÍ víst, at tað kann loysa seg at striðast sum ein heild, og tað var júst tað, sum liðið nú aftur gjørdi. Hóast talan nú gjørdist um jøvn og spennandi sett, so megnaðu klaksvíkingarnir alla tíðina at halda sær omanfyri, og ta teir so eis- ini tóku javnbrótaran, máttu eisini fugfirðingar ásanna, at her gjørdist einki. Og skal tosast um heið- ursmerki í Klaksvík, so er landskappingin einasta staðið, at hesi kunnu fáast til høldar. Steypafinaluni eigur Klaksvikin ongan part í hesaferð, og tí man góða gongdin hja bæði monnum og kvinnum smakka eyka væl nú. Trygt hjá SÍ Hin dysturin um vikuskift- ið var í Sørvági, har SÍ var á vitjan, og her var eingin ivi. Sørvingar snægt sagt vundu burturúr Fleyr, og tó at seinasta settið ikki hevði heilt so stóran mun sum hini, so var ongan tíð nakar vandi fyri, at Fleyr sum so skuldi pynta um munin. Soleiðis halda sørvingar- nir framvegis fast í vónini um, at tað kanska fer at bera til hjá liðnum at gera seg galdandi, tó at tað skal lagað seg óvanliga væl, um teir skulu røkka heilt upp á tindarnar. Men ikki minst, so kann tað roknast við, at teir verða partur av nøkrum lykladystum í landskapp- ingini, har teir enn eiga heimadyst móti bæði Mjølni og ÍF. Eingi óvæntað úrslit vóru í kvinnudeildini, har Mjølnir framvegis heldur fast um odda- støðuna FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tríggir dystir vóru á skrán- ni í meistaradeildini hjá kvinnum, og úrslitini í hes- um vóru øll soleiðis, sum roknað varð við. Tað var tó heldur óvænt- að, at ÍF skuldi geva Mjølni somikið dygga mótstøðu, sum tær gjørdu. Mjølnir tóktist annars hava alt í tryggari legu her, men í triðja settinum gjørdi ÍF ein vørr, soleiðis at veruligur spenningur aftur kom í. Tað eydnaðist tó royndu kvinn- unum á heimaliðnum at tveita skelkin av sær, og við sigrinum halda tær fram- vegis fast í møguleikanum um sjálvar at gera av, hvar FM-heitið skal fara. Avger- andi dysturin her verður helst tann á heimavølli móti TB, sum er á skránni annað vikuskiftið. Tveir aðrir dystir vóru á skránni um vikuskiftið. TB fekk væntaða 3-0 sigurin á KÍF, men hóast hetta, so var tó merkisvert, at munurin í einstøku settunum var so lítil, sum hann veruliga var. Seinasti dysturin var millum Drátt og Fleyr, og her gjørdu tær hjá Drátti púrasta bart. Fleyr slapp at spæla við fyrsta settið, men tá Dráttur so setti ferð á, var einki roks. Mjølnir reistir fyri aðru ferð Klaksvíkingar vóru tvey sett aftanfyri, men enn einaferð reistist Mjølnir, og nú eru teir á odda í meistaradeildini hjá monnum Mynd: SáH Sum væntað ÍF gjørdi ein lítlan vørr, men tær megnaðu tó ikki av álvara at loypa hvøkk á Mjølnir, sum eisini í kvinnudeildini heldur fast um møguleikan fyri gullinum Mynd: SáH Hesaferð verður tað 44 ára gamli Aage Christensen, sum verður altjóða ískoytið til flog- bóltsfinalurnar FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað kann ikki sigast annað enn, at Flogbólts- sambandið ger nógv burturúr, tá steypa- finalurnar eru á skránni. Eitt nú hevur tað verið vanligt, at útlendskur al- tjóða dómari hevur verið til dystirnar, og soleiðis verður eisini í ár. Hesa ferð verður tað 44 ára gamli Aage Christensen, sum er settur sum fyrsti- dómari í teimum báðum finalunum, og afturat sær fer hann so at hava tveir royndar harrar úr før- oyska flogbóltsheim- inum. Nevnliga Tummas Óla Hansen og Jan Hentze. Teir báðir havnar- menninir hava júst verið í Danmark til dómara- próvtøku, men enn fyri- liggur so ikki endaliga úrslitið av, hvussu skoðs- málið frá donsku eyg- leiðarunum var. Um Aage Christensen er annars at siga, at hann er ein ógvuliga royndur harri. Síðani 1980 hevur hann verið divisións- dómari í Danmark, og gjøgnum árini er talan vorðin um umleið 850 dystir í donsku deild- unum. Hartil hevur hann dømt fleiri aðrar stórar dystir, so sum finaluna í unglinga-OL í 1999 og kvinnufinaluna í U-19 HM kappingini sama árið. Eisini í fjør var hann partur av nøkrum stórum dystum, so sum donsku steypafinaluni og finaludystinum í World Cup Grand-Prix kapp- ingini fyri kvinnur. Tað verður Aage Christen- sen, sum verður høvuðs- dómari, tá flogbóltsfinal- urnar verða leiktar um vikuskiftið Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 4 3 - 0 - 1 409 326 83 17 2 VB 4 4 - 0 - 0 425 322 103 16 3 VÍF 4 2 - 0 - 2 407 342 65 13 4 Neistin 3 2 - 0 - 1 385 339 46 12 5 StÍF 3 0 - 0 - 3 334 396 -62 5 6 Søljan 3 1 - 0 - 2 286 367 -81 4 7 Kyndil 3 0 - 0 - 3 242 396 -154 1 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 15 12 - 3 39 12 27 16 2 Mjølnir 15 12 - 3 39 14 25 16 3 Dráttur 15 8 - 7 31 26 5 12 4 ÍF 15 6 - 9 22 30 -8 8 5 KÍF 14 5 - 9 19 34 -15 5 6 Fleyr 14 1 - 13 7 41 -34 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 12 11 - 1 33 8 25 15 2 ÍF 12 10 - 2 32 9 23 13 3 SÍ 12 6 - 6 23 20 3 8 4 Fram 12 2 - 10 9 31 -22 2 5 Fleyr 12 1 - 11 5 34 -29 2 Aftur altjóða dómari Meistaradeild kvinnur KÍF-TB 0-3 (19-25, 21-25, 18-25) Mjølnir-ÍF 3-1 (25-19, 25-11, 22-25, 25- 19) Dráttur-Fleyr 3-0 (25-23, 25-14, 25-7) Meistaradeild menn Mjølnir-ÍF 3-2 (22-25, 15-25, 25-22, 25- 20, 15-11) SÍ-Fleyr 3-0 (25-17, 25-11, 25-20) Flogbóltsúrslit 23 22 Nr. 28 - 11. februar 2004 Nú sigur skjótt fyrr- verandi FSF formað- urin, at tað ikki ber til bæði at vera fótbólts- formaður og at hava borgarliga starvið, sum hann hevur havt síðstu tíðina FSF-FORMAÐURIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hava verið ymiskar frá- boðanir, og tað hevur ikki altíð verið so lætt at fylgja við í hvønn veg ymsu frá- boðanirnar vendu. Men nú er eingin ivi. Dánjal An- dreasen verður ikki for- maður í Fótbóltssambandi Føroya, tá ið ársaðalfundur- in hevur verið nú leygar- dagin. Í tíðindaskrivi tíðliga í gjár boðaði FSF formaður- in frá, at hann ikki longur er valevni til formanssessin. Harvið er tað greitt, at for- manstíðin hjá Dánjali Andreasen gjørdist tvey ár, og at Frithleif Olsen í Ritu- vík, sum nú er einasta val- evnið, verður fjórði for- maðurin í FSF. Dánjal Andreasen sigur í tíðindaskrivinum, at tað er av persónligum og arbeiðs- ligum ávum, at hann nú hevur gjørt av at taka seg aftur, og at hann heldur ikki vil, at hansara persónur skal vera orsøk til stríð í FSF. Tað heldur hann tað vera, um tað hevði verið stríðsval um formanssessin á ársaðalfundinum, og tí hevur hann gjørt av at taka seg aftur. Upp á ein máta kemur tað óvart á, at Dánjal Andrea- sen nú hevur boðað frá, at hann ikki er valevni. Upp á ein annan máta er tað ikki so óvæntað. Formansfrágreiðingin Tað kemur óvart á, tí Dán- jal Andreasen í síðstu viku týðuliga og klárt undirstrik- aði, at hann ongar ætlanir hevði um at leggja frá sær. Á limafundi við feløgini í november í fjør, tá ið tikið varð saman um kappingar- árið og tosað varð um nýggja árið, boðaði Dánjal Andreasen frá, tá ið fundur- in var um at vera liðugur, at hann ætlaði at bjóða seg fram til eitt nýtt tvey ára skeið sum formaður. Hann segði seg at hava hoyrt tos um, at hann ikki ætlaði at stilla uppaftur, men hann segði seg ikki skilja, hvað- ani hesi tíðindini komu. Í síðstu viku var Christi- an Andreasen, sum hevði tikið seg aftur sum nevnd- arlimur, rættuliga hvassorð- aður um formannin. Christ- ian segði, at Dánjal An- dreasen hevði greitt boðað frá, at hann ikki fór at stilla uppaftur sum FSF formað- ur. Hetta var Dánjal púra ósamdur við honum í. Dán- jal segði í Sosialinum und- an vikuskiftinum, at tað einasta, sum hann hevði sagt um hetta, var, at frammanundan at hann tók við borgarliga starvinum, sum hann nú hevur, hevði hann ivast í, um tað bar til at røkja tað starvið og sam- stundis vera FSF formaður. Tað segði hann seg nú hava funnið út av bar væl til, og tí bjóðaði hann seg fram eina ferð afturat. Nú eina lítla viku seinni kann so staðfestast, at Dán- jal Andreasen hevur funnið út av, at tað ber ikki til at vera FSF formaður og sam- stundis at røkja starvið, sum hann er í. Tað kann ikki undra, um hetta kenn- ist undarligt. Advokattrýstið At tað ikki er so óvæntað, at FSF nú skal hava nýggj- an formann, kemst av sera markanta leiklutinum, sum Christian Andreasen, sum hevur verið nevndarlimur í tvey ár og sum ikki stillar uppaftur, hevur havt hesar seinastu dagarnar í spurn- inginum um FSF formann- in. Christian Andreasen út- talaði seg í síðstu viku óvanliga markant um, at Dánjal Andreasen ikki var egnaður at vera FSF for- maður, og um at Dánjal ikki hevði hildið lyftið, sum hann segði, at Dánjal hevði givið um, at hann ikki fór at bjóða seg framaftur. Christian segði eisini, at hann ikki kundi sita í nevnd við hesum formanninum, og tað var orsøkin til, at hann hevði tikið seg aftur sum nevndarlimur. Tað er eingin ivi um, at Christian Andreasen hevur havt stór- an leiklut, tá ið brævið varð orðað, sum fríggjdagin varð lagt á heimasíðuna hjá Norðlýsinum og sum var í Sosialinum í gjár, og sum var frá meirilutanum í FSF nevndini og til FSF for- mannin. Tað er ikki komið nakað alment fram um, hvat er farið fram aftaná, at FSF formaðurin ikki hevði aðrar viðmerkingar til skjótt fyrr- verandi nevndarlimin enn, at hetta ikki skuldi viðger- ast í fjølmiðlunum, men at aðalfundurin skuldi tala. Hvat síðani er farið fram, ber illa til at fáa nakrar al- mennar viðmerkingar um. Men tað skilst á øllum brøgdum, at trýstið á sit- andi formannin er økt sein- astu dagarnar. Týsmorgun- in legði FSF bossurin so kongin, og nú verður Frith- leif Olsen í Rituvík nýggjur FSF formaður. KÍ, B68 og B71 skutu hann upp hós- dagin í síðstu viku, og fimm dagar undan aðal- fundinum er tað greitt, at hann verður FSF formaður. Fráboðanin Soljóðandi skriv varð týsmorgunin sent føroysku fjølmiðlunum »Við hesum skal verða sagt frá, at eg taki meg aftur sum valevni sum formaður fyri FSF. Avgerð mín er tikin av persónligum ávum, herundir orsakað av míni arbeiðsbyrðu í mínum dagliga yrki. Eisini er avgerð mín grundað á, at eg meti tað vera best fyri FSF, at feløgini standa saman um eitt valevni til aðalfundin. Eisini er tað mítt ynski, at mín persón- ur ikki skal verða orsøk til stríðsspurningar innan FSF og út frá eini heildarmetan meti eg tað vera best fyri áhgumálini hjá FSF, at tað ikki verður stríðsval um formannin á komandi aðalfundi í FSF.« Dánjal Andreasen Leirvík Dánjal kroystur at leggja kongin Christian Andreasen úttalaði seg í seinastu viku óvanliga markant um sitandi formannin, og eftir øllum at døma hevur hetta vigað sera tungt í stríðnum, sum hevur gingið fyri seg seinastu dagarnar Dánjal Andreasen legði týsmorgunin kongin, tá hann boðaði frá, at hann ikki tekur við afturvali sum FSF-formaður C M Y K 22