mikudagur 11. februar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 28 - 11. februar 2004
Nr. 28 - 11. februar 2004
25
Pedagogar
Vøggustovan á Konmansmýru søkir eftir tveim-
um pedagogum.
Eitt starv er 30 tímar um vikuna frá 15.mars 2004
og eitt er 30 tímar um vikuna frá 1. mai 2004
Í vøggustovuni eru 3 stovur við 12 børnum á
hvørjari.
Vit bjóða tvey áhugaverd størv, har umsøkjarin
fær møguleika til at gera sína ávirkan á stovnin.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• hevur góð samstarvsevni.
• ikki er bangin fyri at taka ábýrgd.
• er røkin, nærlagdur og álítandi.
• er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið.
• hevur hug og áræði at skapa ein fjøllbroytan
og tryggan dag við virðing fyri einstaka
barninum.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran
Katrin Bjarnadóttir á telefon 313131.
Umsókn við upplýsingum um útbúgving,royndir
og møguligum viðmælum skulu vera okkum í
hendi seinast 01.mars 2004.
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2641,
Sp/f Faromar, 100 Tórshavn.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Johan
Jan Albinus Dahl,
Dalakrókur 15, 100
Tórshavn.
Innkomin sum stjóri: Linda
Herdalur, 950 Porkeri.
Skráseting Føroya tann 9.
februar 2004
Kristin Balle
_______________________
-tað loysir seg
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
Aðalfundur
Ársaðalfundur Starvsmannafelagsins verður
leygardagin 28. februar 2004 kl. 13.00 á
Platform í Havnar Klubba.
Skrá:
1) Frásøgn formansins frá
a) farna ári og
b) virki felagsins framyvir.
2) Framløga av grannskoðaðum roknskapum til
góðkenningar
3) Lógarbroytingar
4) Møgulig uppskot frá limum og nevnd
5) Ásetan av limagjøldum
6) Val av formanni
7) Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum
8) Val av roknskapargrannskoðara og tiltakslimi
9) Ymiskt.
Limir,sum vilja hava uppskot til umrøðu á aðalfund-
inum og møgulig lógaruppskot, mugu senda
nevndini hesi í seinasta lagi leygardagin 21.
februar 2004.
Uppskot til formann felagsins er:
Gunnleivur Dalsgarð
Varðabú 32
100 Tórshavn
Starvsmannafelagið
Aðalfundur
Ársaðalfundur í Eftirlønargrunni Starvsmanna-
felagsins verður beint eftir aðalfund Starvs-
mannafelagsins í Havnar Klubba 28. februar
2004.
Skrá:
1) Frásøgn um virki grunnsins í farna roknskapar-
ári
2) Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til
góðkenningar
3) Viðtøkubroytingar
4) Val av nevndarlimum
5) Ymiskt
Limir sum vilja hava uppskot til umrøðu á aðalfund-
inum og møgulig lógaruppskot, mugu senda
nevndini hesi í seinasta lagi leygardagin 21.
februar 2004.
Nevndin
Grannastevna
Samb. lóg nr. 170 frá 18.05.1937 fyri Føroyar um
grannastevnu v.m., verður boðað frá, at granna-
stevna fyri markatalsbygdina Dalur verður ætlandi
hósdagin 11. mars 2004 kl. 19.00
í Eiriksgarði í Dali
Innkomið mál: Reglugerð fyri lundafleyg í Dali.
Málið verður viðgjørt og atkvøtt verður samb.
grannastevnulógini.
Møtir og atkvøður onkur fyri annan á grannastevn-
uni, ið hevur atkvøðurætt, krevst fulltrú frá viðkom-
andi, dagfest og undirskrivað av tveimum vitnum.
Á Sandi 9. februar 2004
Ingibjørn Eldevig,
sýslumaður
Til sølu
Nissan Primera í sera góðum standi, árg. 6/99.
Lagalig fígging.
Velbastaðvegur 78
Tel. 317300 ella 217300
Sjúklingahotellið Tórshavn
Sjúkrasystir til
Sjúklingahotellið
Tórshavn
Vegna farloyvi søkir Sjúklingahotellið Tórshavn
eina sjúkrasystir frá 1/5 til 31/11 2004.
Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna í skiftandi vakt-
um við vikuskiftisvakt 3. hvørja viku.
Sjúklingahotellið Tórshavn er ein stovnur undir
Familju- og heilsumálaráðnum.
Endamálið við stovninum er at hýsa føroyskum
sjúklingum ið eru til viðgerð í Danmark og avvarð-
andi teirra.
Arbeiðið fevnir millum annað um:
• Vegleiðing, kunning og samrøður við sjúklingum
og avvarðandi
• Samskipan við sjúkrahús innan H:S
• Sjúkrarøktauppgávur
• Skrivstovuarbeiði
Vit ynskja eina sjúkrasystir sum:
• Hevur virkað sum sjúkrasystir í minst 3 ár.
• Hevur royndir innan bæði medicinska og kirurg-
iska viðgerð.
• Kann arbeiða sjálvstøðugt.
• Hevur góð samstarvsevnir.
Við at venda tær til Inu Frisdahl leiðara á tele
+45 21 67 72 90 fæst nærri kunning um starvið.
Løn og setanartreytir: Eftir avtalu millum DSR og
Keypmannahavns Kommunu.
Umsókn við avrit av skjølum skulu sendast til:
Sjúklingahotellið Tórshavn
Tåsingegade 29, 5 sal
2100 København Ø
att. Umsókn
Umsóknarfreist er 24. februar 2004 kl. 14.00
Rørarbeiði
Vit átaka okkum at gera
• Hitaverksarbeiði
• Ventilatiónsarbeiði
• Sanitetsarbeiði
í høvuðsstaðarøkinum.
Tilboð verða eisini givin.
Ring tlf. 225701· 317901 · 210168
Ergoterapeutur
Ergoterapiin á psykiatrisku deild søkir eftir ergo-
terapeuti til niðursett vikutímatal til okkara vælvirk-
andi toymi av ágrýtnum og positivum starvsfeløg-
um.
Vit bjóða tær eitt arbeiðspláss í stórari menning,har
tú fært møguleika fyri fakligum og persónligum
avbjóðingum.
Um arbeiði:
Ergoterapiin viðger brúkarar frá øllum psykiatrisk-
um deildum umframt ambulantar brúkarar. Vit ar-
beiða sentralt í ergoterapiini, og ergoterapeutarnir
hava ábyrgdina av hvør sínari deild.
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, har arbeiðsupp-
gávurnar eru sera fjølbroyttar. Vit nýta m.a eina
kanadiska fyrimynd sum fatanargrundarlag, og ar-
beitt verður nógv við dokumentatión.
Førleikakrøv:
Tú skalt verða áhugað/ur í at luttaka í einari spenn-
andi avbjóðing, kunna vísa áræði, ikki verða bangin
fyri nýggjum tiltøkum og vera við til at útbyggja
tvørfakliga samstarvið við aðrar fakbólkar. Vit
leggja dent á persónligir eginleikar so sum humor,
greiða talu og gott arbeiðslag.
Starvið verður at seta skjótast gjørligt.
Fleiri upplýsingar um arbeiðstíðir,arbeiðsuppgáv-
ur o.a fáast við at venda sær til Súnu Mørk, deildar-
ergoterapeut tlf.313540 lok.426,ella Kirstin Ellings-
gaard, leiðandi ergoterapeut tlf. 313540 lok. 217.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum
upplýsingum skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 25. februar 2004 kl. 12.00.
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
C
M
Y
K
25
24