fríggjadagur 16. september 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Hummarafelagið,
ið
er
felagið hjá monnum, sum
fiska hummara, hevði fyri
góðari viku síðan fund um
uppskotið hjá landsstýrinum
um brúksskyldu, sum eisini
fevnir um loyvini hjá teimum,
sum fiska hummara.
Fundurin var í kappróðrar
neystinum í Streymnesi, og
uppmøtingin var góð á hesum
fundi. Allir, sum møttir vóru,
vóru samdir um ikki at taka
undir við ætlaðu broyting
unum hjá landsstýrismanni
num um brúksskyldu og mót
mæltu tískil harðliga ætlanini
um hesa broyting í lógini um
vinnuligan fiskiskap.
Í
uppskotinum
liggur
nevniliga, at hummarakvota,
sum ikki er eginkvota, kann
fella til landskassan aftur og
kann seljast umaftur, hóast
menn hava keypt sær hesar
kvotur frá monnum, sum
eru givnir at fiska hummara.
Tað er nevniliga soleiðis, at
teir, sum fiska hummara í
dag, í nógvum førum hava
keypt loyvini frá øðrum
monnum, og haraftrat hava
menn gjørt lutfalsliga stórar
íløgur í rúsur. Summir hava
keypt sær eini trý loyvir,
og formaðurin í Hummara
felagnum, Virgar Fagraklett,
metir, at øll loyvir, sum hava
skift eigara, síðan vit fingu
lógina um vinnuligan fiski
skap miðskeiðis í nítiárunum,
eru keypt loyvir.
Almenn afturtøka
-
Sambært
uppskotinum
hjá
landsstýrismanninum
um brúksskyldu kunnu hesi
loyvi nú takast aftur, um tey
ikki eru brúkt tvey fylgjandi
ár á rað, eins og uppskotið
leggur upp til, at tikið verður
burtur av kvotuni, har talan
er um eginkvotur. Okkara
limir hava annars verið í
góðari trúgv um, at her fór
einki kollveltandi at henda
fyrr enn í fyrsta lagi í 2018.
Virgar Fagraklett sigur, at
nógv tað størsta veiðiøkið,
sum er Tangafjørður, Kald
baksfjørður, Kollafjørður og
Skálafjørður, hevur felags
kvotu, sum liggur um 54 tons.
Økið fevnir um alt hetta økið
heilt norður til brúnna við
Streymin.
- Samlaða talið av humm
araloyvum liggur um 50, og
í hesum felags øki, har allir
fiska av felagskvotu, eru eini
36 loyvir. Samlaða hummara
kvotan kring alt landið liggur
um 80 tons.
Formaðurin í Hummara
felagnum sigur, at tað eru
nakrar ávísar greinar í upp
skotinum hjá landsstýrinum
um brúksskyldu, sum felagið
óttast og als ikki tekur undir
við.
- Tað, sum vit ikki kunnu
taka undir við, er grein 13
a í uppskotinum, har sagt
verður, at fiskirættindi skulu
gagnnýtast. Sjálvandi vilja
vit gagnnýta okkara fiski
rættindi, men ymiskar um
støður kunnu gera, at menn
ikki røkka teimum 80% av
eginkvotuni, sum er treytin
fyri, at vit ikki missa burtur
av kvotuni til næsta fiskiár.
Í
uppskotinum
stendur
nevniliga, at 80% av fiskidøg
unum hjá fiskifari skulu í
einum fiskiári verða nýttir
til fiskiskap. Lagt verður
aftrat, at 80% av egnum
kvotuparti, egnari árskvotu,
egnum hjáveiðiparti og egn
ari hjáveiðikvotu hjá fiski
fari skulu í einum fiskiári
verða fiskað.
Virgar vísir á, at um minni
enn 80% av fiskirættind
unum eru nýtt, verða rætt
indini fiskiárið eftir skerd
í prosentum við muninum
millum tað, sum fiskað er – og
80% av hesum rættindum.
- Sambært uppskotinum
fella skerd fiskirættindi aftur
til landið. Í uppskotinum
stendur eisini, at um tillut
aðu fiskirættindi als ikki
eru nýtt í tvey fiskiár á rað,
fella rættindini aftur til
landið, sigur formaðurin í
Hummarafelagnum.
Hann leggur aftrat, at
nevndu 80%, sum røkkast
skulu, um menn ikki skulu
missa burtur av kvotuni árið
eftir, fevna bara um egin
kvotur – og ikki felagskvotur.
Felagskvota øðrvísi
- Vit duga ikki at síggja í upp
skotinum, at krøvini mót
vegis teimum, sum fiska av
felagskvotu, líkjast teimum,
sum fiska av eginkvotum.
Soleiðis, sum vit lesa upp
skotið, kunnu menn, sum
fiska av felagskvotu, gjarna
bara fiska eitt tons og soleiðis
varðveita síni rættindi. Men
um teir, sum fiska hummara
av felagskvotu, einki fiska í
tvey ár á rað, missa teir eisini
fiskiloyvi. Eftir uppskotinum
er hetta galdandi – líka mikið,
um talan er um felagskvotu
ella eginkvotu, sigur Virgar
Fagraklett.
Hann leggur aftrat, at
hjá summum hummarafiski
monnum er tað eingin trupul
leiki at fiska sína kvotu,
meðan tað hjá øðrum er ein
stórur trupulleiki.
- Ymiskt er, hvussu menn
gera sær reiðskapin og agnið,
sum menn egna í rúsurnar,
hevur eisini sera nógv at
siga. Ymiskt er eisini, hvussu
veiðan er í ymisku økjunum,
leggur hann aftrat.
Menn sum veiða hummara e
- Politiski myndugleikin vil hava útróðurin burtur. Allir fiski-og
útróðrarmenn í Føroyum kenna seg lumpaðar og illa viðfarnar, og
hetta virkar fyri mær, sum talan er um býarfólk móti bygdarfólki.
Eftir hvat eg dugi at síggja, er ágangurin á veiðiliðið vorðin
størri, síðan Føroyar gjørdust eitt valdømi. Tað sigur formaðurin í
Hummarafelagnum, Virgar Fagraklett, sum hevur havt limafund
um uppskotið hjá landsstýrismanninum um brúksskyldu
- Fyri at fáa hummaraloyvi, skalt tú hava rættindi til
at veiða í bólki 5 – og fyri at hava veiðirættindi í bólki
5 skal báturin verða minni enn eitt vist. Tí hevði tað
loyst okkara trupulleikar, um bátar undir 15 tons vóru
undantiknir ætlaða kravinum um brúksskyldu, sigur
Virgar Fagraklett, formaður í Hummarafelagnum
Mynd: Vilmund Jacobsen