fríggjadagur 16. september 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
Sosialurin
Serliga §13b
Tað, sum limirnir í felagnum
serliga heftu seg við á
limafundinum í Streymnesi,
er grein 13 b í uppskotinum
um brúksskyldu.
- Her stendur, at lands
stýrismanninum
verður
heimilað – í síni heild ella
lutvíst – at lata Fiskimála
ráðnum rættindini ella at
selja tey rættindi, sum fella
aftur til landið. Eisini verður
heimilað landsstýrismanni
num – í síni heild ella lutvíst
– at lata ella selja fiskirætt
indini endaliga, ið ikki eru
latin sum egnir fiskidagar,
egin kvotupartur og egin
hjáveiðikvota. Inntøkan frá
søluni fer tá í landskassan.
Virgar Fagraklett endur
tekur,
at
nógv
ymisk
viðurskifti
kunnu
verða
viðvirkandi til, at hummara
fiskimenn ikki fáa sín part av
kvotuni – við teimum møgu
ligu avleiðingum, sum upp
skotið hjá landsstýrismanni
num leggur upp til.
Alingin órógvar
- Tað, sum serliga hevur verið
ein trupulleiki seinnu árini,
er, at alingin tekur nógv pláss
á firðum og sundum, tí í fleiri
førum liggja ringarnir út og
inn og taka nógv pláss. Áður
lógu aliringarnir, sum tá vóru
nógv smærri, enn teir eru í
dag, fram við landi, men nú
taka teir rættiliga nógv pláss
og eru ein stórur trupulleiki
– við tí úrsliti, at veiðiøkini
gerast
nógv
trengri.
At
myndugleikarnir nú loyva
hummaraveiði alt árið, ger
eisini, at nógvar rúsur standa
yvir longri tíð og gera fortreð
fyri hvønn annan. Hinvegin
kann tað ivaleyst vera ein
fyrimunur fyri teir, sum
selja hummara av landinum,
at ein ávís rávørutilgongd er
tað mesta av árinum.
Formaðurin í Hummara
felagnum sigur, at tað, sum
menninir
á
fundinum
í
Streymnesi ynskja, er, at
ætlaðu broytingarnar í lógini
um vinnuligan fiskiskap, sum
landsstýrismaðurin nú hevur
skotið upp, ikki vera galdandi
fyri bátar undir 15 tons.
Veksandi ágangur
- Fyri at fáa hummaraloyvi,
skalt tú hava rættindi til at
veiða í bólki 5 – og fyri at
hava veiðirættindi í bólki
5 skal báturin verða minni
enn eitt vist. Tí hevði tað
loyst okkara trupulleikar,
um bátar undir 15 tons
vóru undantiknir ætlaðu
broytingunum í lógini.
Virgar Fagraklett heldur
ikki, at landsstýrismaðurin
í sínum uppskoti um brúks
skyldu hevur tikið hædd fyri
teimum smáu bátunum, men
í fyrsta lagi hevur hugsað um
teir størru bátarnar.
- Kortini hevur hann tikið
útróðrarbátar undir 15 tons
við í lógina, og persónliga
skilji eg hetta soleiðis, at
politiski myndugleikin bara
vil hava útróðurin burtur.
Allir fiski-og útróðrarmenn í
Føroyum kenna seg lumpaðar
og illa viðfarnar av politisku
skipanini, og hetta virkar
fyri mær, sum talan er um
býarfólk móti bygdarfólki.
Eftir hvat eg dugi at síggja, er
ágangurin á veiðiliðið vorðin
størri, síðan Føroyar gjørdust
eitt valdømi, sigur hann.
Størri veiðitrýst
Virgar Fagraklett sigur, at um
brúksskylda eisini verður
áløgd hummarabátum, fer
tað ivaleyst at økja um veiði
trýstið, men hann heldur ikki,
at hetta eigur at verða nakar
trupulleiki fyri stovnin.
- Vit hava eina heildar
kvotu, og er skil í fiskifrøðini,
skuldi stovnurin tolt, at
kvotan verður fiskað.
Hann sigur, at nøkur ár
aftur í tíðini fór hummara
veiðan fram um heystarnar,
og tá varð vanligt, at kvotan
var uppfiskað. Seinni varð
veiðitíðin broytt, soleiðis at
veiðan byrjaði um várið og
vardi til út á heystið. Hummari
skiftir skel um summarið, og
tá krógvar hann seg niðri í
holum. Tá varð kvotan ikki
altíð uppfiskað. Nú er so
loyvt at veiða alt árið. Besta
veiðitíðin er vanliga í mars/
apríl, men tá hummarið hevur
skift skelina, og summarið fer
at halla, plagar veiðan at taka
til aftur, sum tað líður út á
heystið, sigur Virgar Fagra
klett, sum vegna nevndina í
Hummarafelagnum
ynskir
uppskotið hjá landsstýris
manninum um brúksskyldu
fyri bátar undir 15 tons, har
piparið grør.
Hummarafelagið útihýsir
ikki møguleikanum, at endur
gjaldskrav kann koma uppá
tal, um landsstýrismaðurin
velir at seta lógina um brúks
skyldu í verk.
- Hesi viðurskifti fara vit
so avgjørt at kanna, sigur
Virgar Fagraklett.
Kæra um aling
Í nýggjari grein í blaðnum
mikudagin, fer Sosialurin
at endurgeva úr eini kæru,
sum Hummarafelagið hevur
sent Vinnumálaráðnum og
Heilsufrøðiligu Starvsstov
uni um alingina, sum felagið
metir ger seg alt meiri og
meiri inn á teir, sum veiða
hummara.
- Vit hava einki hoyrt um
hesa klagu enn, tó at tað
eru fleiri mánaðir síðan, vit
sendu hana, sigur Virgar
Fagraklett, formaður í Humm
arafelagnum.
vilmund@sosialurin.fo
ru hart ímóti brúksskyldu
- Tað, sum serliga hevur verið ein trupulleiki fyri hummaraveiðina seinnu
árini, er, at alingin tekur nógv pláss á firðum og sundum, tí í fleiri førum liggja
ringarnir út og inn og taka ógvuliga nógv pláss, sigur Virgar Fagraklett
Nógv ymisk viðurskifti kunnu
verða viðvirkandi til, at hummara
fiskimenn ikki fáa sín part av kvotuni
– við teimum avleiðingum, sum
uppskotið hjá landsstýrismanninum
um brúksskyldu leggur upp til
VIRGAR FAGRAKLETT