Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107 14 Sosialurin Hann ætlar sær heilt einfalt at ‘keypa’ atkvøður frá løntakarum við skatta­ lætta og at revsa vinnu­ lívið við tyngri skattum og gjøldum. So vita vit, at skatta­ lætti, sum farnu 4 árini hevur ver­ið eitt banniorð í sosialist­­isk­ um oyrum, aftur blivið stovureint, og at lætt­in verður brúktur til at ‘keypa’ atkvøður. Ikki tí, tann fyrra ABC-samgongan førdi ein skyn­saman skatta­ politikk, so at 4.500 fólk við ársinn­tøkum millum 170.000 og 270.000 kr sluppu undan at gjalda toppskatt. Frá 2004-08 fingu mið­ al inn­tøkur (verka­fólk, hand­­verk­­­arar, lærar­ar, starvs­­fólk, heilsu­starvs­ fólk o.o.) eina heila mán­ að­­ar­­løn í minni skatti, t.e. í meiri løn um ár­ið. Eg minn­­ist ikki fak­­feløg­­­­ini takka ABC fyri tað. Eitt tað fyrsta, CHE- sam­gongan gjørdi, var at lækka markið fyri topp­ skatti, so miðal­inntøkur frá 250.000 til 270.000 og uppeftir fingu tyngri skatt. Tað er púra beint, at skatta- og avgjaldstrýstið er vorðið alt ov høgt. Tað er skomm og skaði, at Føroyar hava mill­ um hægstu skattir á inntøku. Men tað er blóð­skeivt, at tann ætlaði skatta­ lættin til miðal inntøk­ urnar skal vinn­ast aftur til komm­unu og land við hægri vinnuskatti. Føroyskt vinnulív hevur nú eitt sámiligt skatta­trýst uml 18-20% av avlopinum. Tað eiga vit at varðveita, tí at revsa vinnuna við hægri skatti gevur einki meiri í kommunu- ella lands­ kassan, tvørturímóti. Fyri gott 20 árum síðan rind­aði vinnan 49% í parta­felags­skatti, men komm­un­ur og land fingu minni vinnu­skatt tá enn við 20% í dag. Vit vita, hvussu tungt vinnan koyrir. Hvør, halda sosialist­ arnir, sleppur at gjalda fyri hægri vinnu­skatt? Fyri­­tøkur mugu hækka vøru­­prísirnar, sum brúk­­ arin skal gjalda. Tá ein fyritøka, handil, virki ella reiðarí skal gjalda meiri skatt enn nú, mugu tey siga fólki upp, og so økist arbeiðsloysið. Tað er harmiligt, at Javn­aðurin fyri at tøla nakrar veljarar til sín, vil revsa vinnuna, sum vit øll, alment sum privat lønt, liva av. Tað er vinnan, sum ber bæði sær sjálvari og øllum øðrum uppi, eisini tí almenna. At brand­ skatta hana pínir allan búskapin niður. Einki land her á leið hugs­ar um at hækka vinnu­skattin. Tvørtur­ ímóti verða øll betur fyri, tá vinnan hevur tað lætt og gott. Vit skulu løna vinnuni og ikki revsa hana. Tá gevur hon mest ískoyti í landskassan. Bogi Andreasen varaborgarstjóri Løn og revsing Sosialistisku hógvarnir stungu undan, tá Aksel V. Johannesen eftir floks­­fund í gjár kunn­ gjørdi, at Javn­­aðar­flokkurin fer at lætta skattin á miðal­ inntøk­um og afturfyri at herða skattin á vinnulívið Kjak Annfinn Brekkstein býráðslimur fyri Sambandsflokkin Uttan nakra politiska við­ gerð yvirhøvur, og uttan at hvørki lærarar, skúlastýri ella foreldraumboð eru hoyrd, hevur meirilutin í Tórs­havnar Býráð nú stongt Kommunuskúlan. Sum býráðs­limur og limur í skúla­ stýrinum fyri skúlan havi eg ikki fingið avrit av frá­greið­ ingini, sum sigur hvussu og hvørjum standi skúlin er í, og eg fái tí ikki gjørt viðmerk­ ingar til, um avgerðin er klók ella ikki. Sitandi meirilutin í Tórs­ havanar Býráð hevur annars arbeitt við eini heilarætlan fyri Kommunuskúlan. Ætlan­ in er kunngjørd fyri lærar­um, skúlastýrinum og foreldra­ umboðum, og tey hava glett seg um hesa verkætlan, og sæð fram til dagin tá hon fór av bakkastokki. Tað kom tí sum ein skelk­ ur, at borgarstjórin vegna meiri­lutan nú boðaði frá, at avgerð er tikin um at steingja Kommunuskúlan. Eg hevði tikið tað sum eina sjálvfylgju, at vit býráðs­limir fingu høvi til at kjak­ast um málið, og viðgera hvat best er at gera – saman við foreldra­ umboðunum, læararum og skúlastýrinum. Kommunuskúlin er nú søga í Tórshavnar býi, og alt felagslívið við einum livandi skúlaungdómi í miðbýnum er nú ein farin tíð. Sitandi meiriluti feldi dómin tá borgarstjórin kunn­ gjørdi hetta í Degi & Viku týskvøldið 13. september 2011. Borgarin, foreldra­umboð­ ini og læararar skúlans sluppu ikki til orðanna! Tað er spell! Tað munnu vera mong, ið sita sum Kánus eftir hesa útmelding. Eg hevði væntað og vónað eina viðgerð ella, um ikki annað, eitt ella tvey alternativ at tikið støðu til, áðrenn skúlin fekk mønustingin. So fekk Kommunuskúlin mønustingin Annfinn Brekkstein, býráðs­ limur og limur í skúla­stýri­ num fyri Kommunu­skúlan, hevði eina løgna grein á Vága­portalinum í gjár, har hann leggur meirilutan í Tórs­havnar býráð undir at hava stongt Tórshavnar kommunu­skúla – ja, givið hon­um mønu­stingin og við hesum týnt allan miðbýin. Annfinn Brekkstein kann ikki hava lurtað serliga væl eftir tí, sum eg segði í Degi og Viku týs­dagin 13. september, men eg endurtaki fegin boð­ skap­­in hjá mær, so eisini Ann­ finn Brekk­stein skilir hann. Í samrøðuni undirstrikaði eg fleiri ferðir, at tað var iva­ samt, um tað fer at loysa seg at um­væla og umbyggja Tórs­havnar kommunuskúla til skúla. Eg segði, at mín persónliga hugsan er, at tað neyvan loys­ir seg, men at hetta er ein avgerð, sum býráðið í næst­um skal avgera. Tað vil siga, Annfinn Brekkstein, at eingin av­gerð er tikin, eingin hevur fingið mønu­stingin yvirhøvur. Alt býráðið veit, at tað fer at kosta upp ímóti 100 mió kr. at umvæla og umbyggja Tórs­havnar kommunuskúla. Heildar­ætlanin, sum Ann­ finn Brekkstein vísir til, og sum tað sambært honum eru mong, ið gleða seg til, fer at kosta mun­andi meir, tí um­framt umvæling­arnar og umbyggingina skal eisini byggjast nýtt og stórt í skúla­ garðinum. Her er mín støða, at uttan mun til, hvussu stóra íløgu, vit leggja í Kommunuskúlan, so verður hann framvegis ein skúli, sum ikki lýkur krøvini, vit seta til okkara skúlar í dag, og sum liggur langt frá tí støði, sum okkara nýggju skúlar hava. Tí fyri 100 ella 130 mió kr – kanska meir – hava vit framvegis ein gamlan skúla við ov smáum flokshølum, ótíðarhóskandi fakhølum, ótíðarhóskandi uttanumøki v.m., og hetta haldi eg persón­ liga ikki, at vit eiga at bjóða okkara børnum, foreldr­um og okkara eldhugaðu lærar­ um. Hetta verður als einki at gleða seg til. Kanska tað er valfepurin, sum hevur gjørt, at Annfinn Brekkstein hevur fingið Komm­unuskúlan skeivt í hálsin, nú hann skýrir allan miðbýin deyðan fyri skúla­ ung­dóm. Tí hetta er so langt frá veruleikanum sum nakað, tí veruleikin er jú tann, at tað ganga framvegis um 400 næmingar í skúla hvønn dag í miðbýarskúlunum í Konga­ gøtu og Sankta Frans. Og eg skal heilsa og siga, at hesir næmingar eru bæði sjónligir og lívligir í miðbýar­ umhvørvinum. Góði Annfinn Brekkstein. Eingin avgerð er tikin. Tú fær ríkilig høvi at viðgera fram­tíðina hjá Kommunu­ skúla­num, tí sum tú fullvæl veit, so er hetta avgerð, sum vit býráðslimir skulu taka í næstum. Vónandi fer tú at taka lut í viðgerðini við opnum sinni eins og eg. Annfinn Brekkstein fingið Kommunuskúlan skeivt í hálsin Heðin Mortensen borgarstjóri