Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107 Sosialurin Vit vilja við hesum skrivi vísa okkara stóru ónøgd við, at vit sum lesandi ongan stuðul fáa í juli mánaða. Vit halda hetta vera púra burturvið tí m.a.; Kunnu tit ikki vænta, at øll lesandi kunnu fáa arbeiði í einans 1 mánaða, ser­liga tá hugs­að verður um okk­ara høga arbeiðsloysi í landinum. Flestu dagstovnar verða stongdir í juli mánaða. Tískil er tað nærum ógjørligt at útvega sær eitt arbeiði, vegna vantandi barnaansing. Teir stovnar, ið hava opið í juli mánaði mæla til, at børnini hava frí í tríggjar samanhangandi vikur, t.v.s. at stovnsgjaldið má rindast óansæð. Tey flestu hava somu út­ reiðsl­ur í juli mánaða, sum allir aðrar mánaðir, og tískil mugu rokn­ingar útsetast, vegna vantandi stuðul. Familjur verða fíggjarliga illa fyri. Bøkur skulu keypast, tá ið skúlin byrjar aftur hálvan august – hóast eingin hevur fingið lestrarstuðul síðani juni mánaði. Lesandi, ið koma úr m.a. Suðuroy eru noydd at leiga eitt kamar, ella eina íbúð, fyri at hava møguleika at ganga í skúla í Havn ella aðrastaðni; tann leigan skal gjaldast alt árið. T.d. er leigan á næmingaheiminumí Tórs­ havn kr. 1800,00 um mánaðin, og skal tað gjaldast fyrst í hvørjum mánaði árið runt. Um næmingar skulu tíma at lesa í Føroyum, so er tað neyð­ ugt, at tey les­andi her á landi fáa eins góðar sømd­­ir sum føroysk lesandi uttanlands. Fylgjurnar: Teir fylgjandi mánaðarnir eftir skúlabyrjan gerast sera tungir. Orsøkin er, at tá hava tey flestu bíðað við at goldið ymsar rokningar, tí eingin peningur var tøkur til hetta í juli mánaði. Hetta ger, at tey flestu koma í ein sonevndan óndan sirkul, har tey t.d ikki fáa rindað tað tey skylda fyrr enn mánaðir seinni. Støðan í DK saman­ borið við støðuna í FO: Í Danmark verður stuðul veittur til tey lesandi alt árið – 12 mánaðir. Tann árliga stuðulsupphæddin er 65.862 krónur, og vil ein lesandi, ið er 18 ár ella eldri og uttan starv, gjalda umleið 7.000 krónur í skatti av stuðlinum, soleiðis at netto-stuðulin verður 58.862 krónur árliga. Í Føroyum er árligi stuðulin skattafríður, men upphæddin er bert 41.107 krónur – ella heili 17.775 krónur minni enn í Danmark. Í prosentum er hetta 30 prosent minni. Verður so tikið við, at kanningin hjá Hera á Rógvi vísir, at Føroyar í miðal eru 14 pro­sent dýrari at liva í enn Danmark, so gevur hetta ein reellan mun á heili 40 pro­ sent! (Meginfelag Føroyska Studenta). Endamálið við hesum skrivi: Endamálið hjá okkum við hesum skrivi er, at vísa á okkara ónøgd við verandi skipan, og vísa á okkara stóra tørvi á lestrarstuðuli alt árið runt – 12 mánaðir. Hetta merkir, at lestrarstuðulin til hvønn einstak­an á hægri lesn­aði skal fara frá kr. 41.107 til kr. 44.844 um árið. Vit biðja tykkum hervið vinarliga taka hetta mál í álvara og vit síggja fram til at hoyra frá tykkum. Skriv viðvíkjandi okkara ónøgd­semi við mangl­andi lestrar­stuðuli í juli mánaða Lesandi á Fróðskaparsetrinum Í hesum valtíðum, nú sjónar­ miðini verða skerpað, er løtan at nerta við spurningin um møguleikarnar hjá okkara børnum at útbúgva seg víðari í Føroyum. Vit vita, at meginparturin av ungdóminum fer av landi­ num at útbúgva seg eftir fólka­skúla og miðnám. Vit vita, at fólkatalið stendur í stað. Vit vita eisini, at gongd­ in nú er, at heilt nógv av teim­um, sum fara, koma ikki aftur. Hvør ræður sínum lívi, men tað svitast ikki, at vit skjótt fáa álvarsamar trupul­ leikar, tí vit hava ov fá ung í besta blóma og við góðum før­ leik­um í landinum. Tey 20-40 ára gomlu, sum skula byggja land, eru nógv fækkað. Tað kunna vit einans bøta um við at skapa teimum møguleikar í Føroyum. Eitt er arbeiði, annað er trivnaður og triðja er møguleikar fyri víðari útbúgving her. Skúlin á Argjahamri er ein leiðvísari. Komandi stórfingni miðnámdepilin í Marknagili ein annar. Tann triði átti at verið eitt framkomið og fram­ søkið universitet við góðum lærara­kreftum, fjøl­­broytt­ um viðkomandi út­búgv­ing­ um og altjóða granskingar­ umhvørvi.. Sjálvsagt eigur ungdóm­ urin eisini at fara út í verðina at nema sær kunnleika og hyggja seg um, men heimurin er so gjøgnumskygdur í dag, at hvør einstakur kann hava hann á eini framkomnari far­ telefon í sínum egna lumma – eisini í Føroyum. Tí kann stigið takast, og tað má takast, áðrenn vit missa flogið. (Brot úr røðu á Skúlanum á Argjahamri 10/9-2011.) Framsøkið universitet Jógvan Arge formaður í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs Hetta mál vísur, sum ikki einaferð, at tað er embætisfólkini og ikki politikararnir, sum stinga út í korti, hvussu okkara samfelag skal skipast. Tað er eingin ivi um, at teir vilja hava bólk 5 burtur úr fiskidagaskipanini og trygdargrunninum, so ístaðin­fyri at hakka inn­ tøku­markið frá 84.000 krón­um til 400.000 krónur, so var tað meira reiðu­ ligt, at hækka tað til eina millión krónur, tí so var seigpíningin av útróðrar­ manninum yvirstaðin beinanvegin. Teir “halda” at inntøku­ markið var ov lágt. Teir hava ikki “hugsa” um, at broyt­ingin er aftur­ virkandi. Teir vilja “dagføra” kunn­­­gerðina, tí umsit­ing­­in skal gerast “einfaldari”? Um tað er politiski vilj­ in at bólkur 5 skal av­tak­ ast, so er tað at siga tað bart út, og ikki lata apuna víð­­ari til embætisfólk. sum “halda” og ikki “hugsa”. Livst so spyrst. Finnleif Guttesen Suðuroy Útróðrarmenn, snell ufiskarir reyvrendir av Fiskimálaráðnum