Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107 16 Sosialurin Nøvn TØKK TØKK Tað var ein rættiligur hvøkk­ ur fólk fingu hósdagin 8. september, tá ið tað frættist, at Borgarhjørt var deyð bert 58 ára gomul. Hon hevði verið til arbeiðis sama dagin og var farin heim væl til passar, tá hetta hóttafall hendi. Men her komu vit ásanna orðatakið, at »eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.« Borgarhjørt kom í nær­ um 40 ár at arbeiða á lands­ u­m­sitingini. Tað var í hesum sambandi, at hon kom at vera skrivari í Hjálpargrunninum fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn. Hetta er ein grunnur, sum varð stovnaður í 1938. Hóast umstøðurnar eru nógv broytt­ar, er framvegis tørvur á einum slíkum grunni. Skriv­ ari í nógv ár var Jens Pauli Ellendersen, fulltrúi á Lands­ skrivstovuni. Tá ið hann legði frá sær, tók Borgarhjørt við. Hon gekk uppí hetta ar­ beiðið við lív og sál. Tað var ein partur av lyndinum hjá Borgarhjørt at kunna lívga tann, sum er minni væl fyri. Tað sum kom at merkja nógv í hesum sambandi var ta jaliga lyndið Borgarhjørt hevði. Hon var nakað av einum lívsstykki, og tað var altíð so hugaligt at hava við hana at gera. Hon var altíð blíð og altíð fyrikomandi at koma á tal við. Hóast heilsubrek, so fall hon ikki í fátt, og hon arbeiddi alt hon orkaði. Kundi hon ikki fara til arbeiðis, so ar­ beiddi hon heimanífrá. Borgarhjørt var dóttir Torgerð og Hans Kragsteen, sum bæði eru farin. Hon var gift við Hans Mortensen. Borgarhjørt átti synirnar Jón, Hallur og Brandur. Eisini var hon omma. At hon var væl umtókt, sást eisini sunnudagin á tí stóra skaranum, sum fylgdi henni til gravar. Vit vilja við hesum fáu orð­um takka Borgarhjørt fyri tað, sum hon gjørdi fyri Hjálpar­grunnin. Hjálpargrunnurin fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn Til minnis um Borgarhjørt Kragesteen Nýggjur faldari frá kost­ t­oym­inum á Fólka­heilsu­ ráðnum kom í hvørt hús­ ar­hald miku­dagin. Kostoymið hjá Fólka­ heilsu­ráðnum hevur gjørt ein nýggjan faldara um tey 8 kostráðini, ið nevnist Kost­kumpassin – ein kós til heilsu. Kostumpassin er tín kós til eina heilsugevandi javnvág millum mat og rørslu. Har sært tú ikki bara, hvat tú skalt velja, men samstundis hvat tú skalt nýta lítið av. Tað eru fleiri leiðir, ið tú kanst velja, men øll 8 ráð skulu vera við. Tað er upp til tín at finna ta leið, ið hóskar til tín gerandisdag. Endamálið við faldarinum er at stuðla uppundir plakat­ unum, sum Kosttoymið framm­anundan hevur gjørt, um tey 8 kostráðini. Pla­ katirnar eru ókeypis at fáa frá Kosttoyminum hjá Fólka­ heilsuráðnum. Kosttoymið ynskir við nýggja faldarinum at geva føroyinginum møguleikan at hugdýpa seg í teim 8 kost­ ráðunum. Faldarin verður borin í hvørt húsarhald mikudagin 14. september. Kosttoymið vónar at øll taka væl ímóti faldarinum. Faldari við kostráðum TØKK