fríggjadagur 16. september 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
Sosialurin
6. september fingu Jónleif og Jónvá Eliasen, Tórshavn,
ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3850 gr.
6. september fingu Annika H. Lindenskov og Heðin
Joensen í Hoyvík ein son.Hann vigaði 3525 gr var 53 cm
langur.
5. september fingu Beinta og Havstein Klein, Tansa
nia (í løtuni Miðvágur), eina dóttur. Hon var vigaði
2675 gr og var 47 cm long.
5. september fingu Rakul Hansen, Norðragøtu, og
Eyðun Magnussen, Glyvrar, ein son. Hann var 55 cm
langur og vigaði 3870 gr.
15. august fingu Birna Joensen og Jákup Jacobsen, Klaksvík,
ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4275 gr. Her er tað
stórasysturin, Ingunn, ið situr undir lítlabeiggja sínum.
Føðingar
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum úr bygd og bý fyri
vitjan, blómur, gávur, telefonuppringingar,
talur, sangir, og spælarir fyri vakrar sangir,
og tónar á 100 ára degi mínum tann 28 aug
2011 .
Ein serstøk tøkk til Johannes A Næs
fyri hansara vøkru orð í bløðunum.Eisini
ein tøkk til Landstýriskvinnuna Rósu
Samuelsen, Ríkisumboðan, Nærverkið og
Almannastovuna. Sambýlið fær eina stóra
tøkk fyri umsorgan.
Hvalbiar Kommunu vil eg takka fyri tann
stóra heiður og vælvild teir sýndu mær og
gestum mínun á degnum.
Harrin signi tykkum øll
Heilsan
Petrina Berg
Hvalba
31. august fingu Linda og Jákup Eli Joensen, Kollafirði, ein
son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3540 gr.
Sunnudagin 18. september
hava hjúnini Gunnvør og
Jefri Justinussen í Havn gull
brúdleyp.
Gunnvør er úr Havn, og
Jefri er leirvíkingur. Gunnvør
er dóttir Tinnu, f. Hansen, av
Toftum og Sigurd Berghamar
úr Havn. Jefri er sonur Minu,
f. Vang, úr Kálvhúsinum á
Glyvrum, og Absalon Just
inussen, vanliga nevndur
Absalon á Garði, í Leirvík.
Gunnvør vaks upp við
Rættará og seinni flutti
familjan í nýggj hús við
Dalavegin í Havn. Sum ung
arbeiddi hon í skóhandlinum
hjá Demmusi og seinni í
fleiri ár á Posthúsinum í
miðbýnum í Havn. Gunnvør
er sera kreativ og væl liggur
fyri at yrkja til veitslur og
onnur hátíðarhald í familj
uni.
Jefri er sjómaður burtur
av, hann hevur siglt so at
siga alt sítt lív og ger tað enn.
Hann fór til skips við slupp
ini Lizzie, hjá Jógvan Simon
sen á Høgabóli, 23. apríl 1953. Í
1959 fór hann á skiparaskúla
og tók prógv á sumri í 1960.
Hann sigldi sum dekkari við
línubátinum Bresti hjá P/F
Kimbil frá 1961-63. Frá 1963-72
sigldi hann sum stýrimaður
við Beinir hjá sama reiðaríi.
Hann sigldi sum stýrimaður
við Norðborg hjá P/F Hvalnes
frá 1972-88.
Eitt skifti var Jefri ar
beiðsformaður á flakavirk
inum Frost í Leirvík, frá 1989
til 1993, tá hann fór umborð
aftur á Norðborg. Eftir meira
enn hálva øld á sjónum hevur
Jefri upplivað tær ómetaliga
stóru
broytingarnar
frá
gomlu sluppunum til nútím
ans fiskifør við øllum hent
leikum.
Gunnvør og Jefri giftist
í 1961 og hava búð í Krosslíð
síðan 1966. Tey eiga børnini:
Absalon, Annika, Sigurð og
Tróndur.
Gunnvør og Jefri
gullbrúdleyp