fríggjadagur 16. september 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
20
Sosialurin
Fólkating 2011
Uni Holm Johannesen
Edmund Joensen fekk 37
atkvøður á Tvøroyri á fólka
tingsvalinum í 2007.
Hann fekk 169 atkvøður á
Tvøroyri á fólkatingsvalinum
í 2011.
Tað var tepurt. Sera tep
urt. Tað vóru 24 atkvøður,
sum skilti Kaj Leo Johanne
sen, løgmanni, frá einum
fólkatingssessi í gjár. Mun
urin vóru atkvøðurnar á
Tvøroyri, sum nærmast stóð
saman um at stuðla Edmundi
Joensen. Orsøkin er einføld.
Sum fólkatingsmaður hevur
hann stríðst fyri at fáa játtan
úr danska Fólkatinginum til
verkætlanina við Saltsiloini.
Úrslitið
kemur
sera
óvæntað á fólkatingsmannin
av Oyri. Hetta hevði hann við
vissu ikki væntað. Søguliga
eru tað floksformenn og
løgmenn, sum standa seg best
á fólkatingsvalinum, men
hesaferð fór hann framvið
Kaj Leo Johannesen.
Edmund Joensen dregur
fram trý mál, sum hann er
serliga errin av seinasta val
skeið.
– Tað er fíggingin til
gransking,
eitt
nú
hav
granskingina á Havstovuni.
R-frádátturin tryggjar øllum
lesandi føroyingum í Dan
mark rætt til 71.000 krón
ur í skattafríari inntøku, og
fíggingin til stórar mentanar
verkætlanir sum Saltsiloin
á Tvøroyri, sigur Edmund
Joensen.
Styrkja samfelagið
Edmund Joensen fer at brúka
sína
fólkatingsumboðan
sum amboð at byggja upp
ein føroyskan vakstrardepil,
har
nýggjar
útbúgving
ar, vinnufyritøkur, vinnu
gransking
og
íverksetan
skulu draga fólk at sær og
skapa nýggj føroysk arbeiðs
pláss. Hann er longu farin í
arbeiðshandskarnar.
– Depilin skal eisini við
virka til, at útisetar fáa
nakað munagott at koma
aftur til. Hetta fer at skapa
arbeiðspláss,
búskapar
vøkstur og fólkavøkstur. Tað
er givið, at tað krevur bæði
føroyskan kapital at fáa
slíkan vakstrardepil á føtur.
Vit eru eisini í teirri hepnu
støðu, at vit eru partur av
einari størri skipan, sum
vit kunnu trekkja uppá.
Ríkisfelagsskapurin
kann
viðvirka til, at vit fáa ferð á
búskaparvøkstur og fólka
vøkstur í Føroyum, sigur
Edmund Joensen, sum fegn
ast um, at føroyingar hava
valt stabilitetin, vælferðina
og fyrimunirnar við ríkis
felagskapinum.
Saltsiloin var
munurin
Tað er hansara arbeiðið við donsku játtanini til verkætlanina
við Saltsiloini, sum elvir til, at hann heldur fram sum
fólkatingsmaður næstu fýra árini. Føroyingar hava valt
stabilitetin, vælferðina og fyrimunirnar við ríkisfelagskapinum,
sigur Edmund Joensen, sum endurvann sín fólkatingssess
Uni Holm Johannesen
Kaj Leo Johannesen, løg
maður og formaður í Sam
bandsflokkinum, var sera
fegin um valúrslitið í gjár.
Sambandsflokkurin
var
nógv størsti flokkur við
6361 atkvøðum – gott og
væl 2000 fleiri enn Javnað
arflokkurin, sum var næst
størstur.
Kaj
Leo
Johannesen
knógvaði
ikki
Edmundi
Joensen, men løgmaður
segði seg vera sera fegnan
um, at flokkurin stóð seg
so mikið væl.
– Tað, sum er mest um
ráðandi er, at Sambands
flokkurin vann valið og fekk
ein fólkatingssess. Edmund
Joensen er eitt virðiligt
umboð fyri Føroyar, segði
Kaj Leo Johannesen.
Sambandsflokkurin fekk
7,3 prosent fleiri atkvøður
enn við fólkatingsvalið í
2007.
– Sambands
flokkurin
vann
– Tað var Sambandsflokkurin,
sum vann dystin, og Edmund
Joensen skeyt málið, segði Kaj
Leo Johannesen, formaður,
á formansrunduni í gjár
Kaj Leo Johannesen hevði eitt gott val í gjár,
men var ein av fýra floksformonnum, sum ikki
gjørdist toppskorari hjá sínum flokki
Mynd: Álvur Haraldsen
Úrslitið
kemur sera
óvæntað á
fólkatings
mannin av
Oyri. Hetta
hevði hann
við vissu
ikki væntað
Føroyingar hava valt stabilitetin, vælferðina og fyrimunirnar við ríkisfelagskapinum, sigur Edmund Joensen
Mynd: Álvur Haraldsen