fríggjadagur 16. september 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað lá ikki í luftini, at tað
skuldi enda soleiðis við fólka
tingsvalið í gjárkvøldið.
Veljarakanningarnar
peikaðu á status quo, og hóast
Javnaðarflokkurin kvinkaði
alsamt longur og longur upp
á prosentstiganum, so var
tað einki ið bendi á, at hann
skjuldi fáa annan mannin til
fólkatingsvalið.
– Tað var ógvuliga tungt
og skuldi vísa seg at vera
ógvuliga trupult. Tá eg fór
upp í Javnaðarflokkin hevði
hann stutt undan verið niðri
á 12,8 prosentum í undirtøku,
so kom hann upp á 14, og
beint um tað mundið, at eg
kom upp í, kom hann upp á
15. Men at hann kundi fara
úr 12,8 upp á 21 prosent so vit
kundu fáa ein fólkatingssess,
er heilt fantastiskt, sigur
Sjúrður Skaale, tá vit hitta
hann við hús, eftir at farið
var um miðnátt.
Hann sigur, at talan er um
størstu framgongd nakran
tíð.
– Hetta er sensationelt,
og eg eri púra tikin av fót
um, sigur nývaldi fólkatings
maðurin.
Tað eru bara vikur síðani
Sjúrður Skaale boðaði frá,
at hann salaði um og fór úr
Tjóðveldi yvir í Javnaðar
flokkin.
– Hetta hevur verið ein
turbulent tíð hjá mær, tí
tað hevur verið eitt keðiligt
stríð, sum eg havi verið
ígjøgnum. Úr einum flokki
upp í ein annan, og vit hava
havt konfliktir, og nøkur
persónlig viðurskifti, ið hava
verið ávirkað av politiskum
stríði. Tað er sum at hava
verið í einari sentrifugu, og
tá man tá lendir á beinunum
er fantastiska stuttligt, sigur
Sjúrður Skaale.
Lodda dýpið
Tá ein slíkur valsigur verður
vunnin, kemur sum vera man
nógv fólk inn á gólvið, men
nýggi
fólkatingsmaðurin
hevði ikki fyri reikað seg til
tað.
– Nei, tað hevði eg ikki.
Men Føroya Bjór vóru so
blíðir, at tá eg kom heim stóð
Føroya Bjór í túninum og
setti nakrar kassar av øli av
til fólk, ið komu á gátt. So tað
var ein fantastiskur gestum
frá teirra síðu, má eg siga,
sigur Sjúrður Skaale.
Sjálvandi skal valkvøldið
haldast við manér, men tað
verður eisini ein gerandis
dagur aftur.
– Tað fyrsta eg fari at gera,
er at taka upp samband við
danska
javnaðarflokkin,
og við teir grønlendsku og
føroyska
fólkatingslimin
fyri at vita, hvussu eg skal
skipa meg. Eg ætli mær
at hava tætt samstarv við
norðuratlantisku
fólka
tingslimirnar og við danska
Javnaðarflokkin,
sum
jú
verður stjórnarberandi, sigur
Sjúrður Skaale.
Hann sigur, at hann lætt
liga kundi verið komin í ta
støðu, at hann gjørdist av
gerandi atkvøðan.
– Nú fingu vit ikki ta stóru
makt, sum vit kundu havt,
men vit fara at gera okkara
ávirkan galdandi í teimum
stóru málum, ikð standa
fyri framman. Eg havi longu
tosað eitt sindur við Edmund
Joensen um, hvussu vit skipa
okkum, og nú fari eg so at tosa
við grønlendsku umboðini
og danska Javnaðarflokkin,
sigur Sjúrður Skaale.
Fulla orku á Fólkatingi
Nýggi
fólkatingsmaðurin
kundi fingið eina avger
andi støðu, um danski Javn
aðarflokkurin fekk bara eitt
lítið vet verri val, men hann
vil tó ikki fara so langt sum
at siga, at hann ynskti eitt
ella tvey mandat færri til
Thorning-Smith.
– Nei, tað vil eg ikki siga.
Men at siti við teirri av
gerandi atkvøðuni hevði jú
givið eina lyklastøðu, sum
hevði verið spennandi, og
sum – um hon varð brúkt
ábyrgdarfult – hevði givið
Føroyum eina ávirkan, sum
vit sjáldan hava. Vit hava
jú sæð við bankamálinum
í 98 hvussu ótrúliga týdn
ingarmikið tað er at sita við
avgerandi atkvøðuni, sigur
Sjúrður Skaale.
Men hóast hetta hevði
blivið úrslitið, so hevði tað
eisini verið ein støða, ið
skuldi verið handfarin við
skili.
– Tað hevði jú ikki verið
ein spurningur um at trýst
ella black-maila nakran, men
tá hevði man sitið í einari
støðu, ið hevði givið størri
vald og størri ávirkan, sigur
Sjúrður Skaale.
Javnaðarflokkurin hevur
í valstríðnum koyrt ógvuliga
hart upp á týdningin av, at
ein javnaðarmaður kom á
danating, tí donsku sosial
demokratarnir fóru at vinna
valið, men Sjúrður Skaale
dugir ikki at meta um, hvørt
tað hevur havt týdning fyri
úrslitið í Føroyum.
– Tað veit eg ikki. Eg haldi,
at valstríðið hevur veirð ein
heild, har vit hava verið
greiðir um hvørji mál, vit
arbeiða við. Vit hava greitt frá,
hvussu vit fara at arbeiða og
at vit fara at brúka fulla orku
upp á fólkatingsarbeiðið. Vit
vilja burtur frá konfronta
tiónunum, burtur frá undir
brotligheitini, og tað haldi eg,
at fólk hava tikið til sín.
Sjúrður
Skaale
hevur
í valstríðnum lagt stóran
dent á, at varð hann valdur
í Fólkatingið, fór hann ikki
at stilla upp til Løgtingið, og
har stendur hann fastur.
Nei, tað fari eg ikki, stað
festir nýggi fólkatingslimurin
hjá Javnaðarflokkinum.
Ætlað men
ikki væntað
Tað var ein sera fegin Sjúrður
Skaale, sum valkvøldið og
–náttina helt opið hús, ið
sum kunnugt er siður, tá ein
– ikki minst so óvæntaður –
valsigur er fingin til vega
SENSATIONELT
Hetta var nakað, eg hevði ætlað, men avgjørt ikki nakað, eg hevði roknað við, sigru Sjúrður Skaale um óvæntaða sigurin á fólkatingsvalinum í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen