Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107 22 Sosialurin Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Fólkating 2011 taparar Kári á Rógvi Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum fekk ein ordans kjaftfisk frá veljarunum. Á seinasta fólkatingsvali fekk hann 442 atkvøður – av teimum vóru 193 í Havn. Á valinum hesaferð fekk Kári bert 20 atkvøður í høvuðsstaðnum – og 89 tilsamans - og tað var ein ordans skelkur fyri bæði hann og onnur. Roknað hevði kanska verið við eini afturgongd, men ikki at Kári misti mest sum alla undirtøkuna. Men ymisk óheppin mál løgdu fót fyri Kára á Rógvi. Høgni Hoydal Formaðurin í Tjóðveldi fekk nógvar persónligar atkvøður aftur hesaferð, men misti slakar túsund atkvøður samanborið við seinasta fólkatingsval. Hann misti sessin í Fólkatinginum, sum hann hevur havt síðani 2001, og hetta má mesta sum fyrsta veruliga bakkkastið hjá Høgna Hoydal, síðani hann kom upp í politikk. Miðflokkurin Kristiligi flokkurin hevði eitt framúr gott fólkatingsval fyri fýra árum síðani. Tá var Karsten Hansen júst komin upp í flokkinum, og tað skiftið gav Miðflokkinum undanvind. Miðflokkurin fekk hesaferð bert eina góða helvt av atkvøðutalinum, sum flokkurin hevði fyri fýra árum síðani, og nú ræður um hjá flokkinum at fóta sær aftur fyri løgtingsvalið í heyst. Karsten Hansen Fyri fýra árum síðani var hann í andgletti, tí hann skifti flokk. Hann vildi ikki góðtaka politikkin hjá Tjóðveldi á etiska økinum, og tí skifti hann til Miðflokkinum. Hetta gav honum 717 atkvøður, men hesaferð fullu bert 190 í hansara lut. Sum hjá Miðflokkinum annars snýr tað seg tó meira um komandi løgtingsval hjá Karsteni. Johan Dahl Hóast Sambandsflokkurin hevði eitt framúr val, so megnaði Johan Dahl als ikki at gera vart við seg í kappingini um atkvøðurnar. Hann fór úr 323 atkvøðum og niður í 138 atkvøður á valinum hesaferð. Hetta hóast hann er ein av leiðandi politikarunum í flokkinum, sum gekk fram við næstan túsund atkvøðum. Hesi kláraðu seg minni væl á Fólkatingsvalinum Jørgen Niclasen Formaðurin í Fólkaflokkin var í harðari kapping við Anniku Olsen og Jacob Vestergaard, og fyri nógv var júst hendan kappingin eygleidd við einum formansvali í Fólkaflokkinum í huga. Og Jørgen Niclasen tapti so dyggiliga hesa kapping. Annika Olsen fekk meira enn tríggjar ferðir so nógvar atkvøður sum Jørgen Niclasen, og bæði Jacob Vestergaard og Jákup Mikkelsen endaðu framman fyri floksformannin úr Sørvági. Tjóðveldi Størsti flokkurin á Fólkatingsvalinum seinast datt niður ímillum hesaferð. Flokkurin misti næstan tvey túsund atkvøður, og afturgongdin var 6 prosent – størsta afturgongdin hjá nøkrum flokki á valinum hesaferð. Umstrídd mál í føroyskum politikki seinastu tíðina og missurin av Sjúrði Skaale hava ivaleyst havt við sær stóru afturgongdina.