Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107 Sosialurin Vinnarar Edmund Joensen Royndi politikarin á Oyri gjørdi eitt kanónval. Edmund hevur í farnu fólkatingssetu drigið danskar pengar heim til Føroya, og meðan summi hava funnist at honum fyri tað, hava veljararnir lønt honum fyri avrikið. Edmund legði 600 atkvøður afturat sínum atkvøðutali og var frammanfyri formannin í Sambandsflokkinum. Annika Olsen Hon fekk flestar atkvøður á listanum hjá Fólkaflokkinum og var um reppið at vinna heilt inn í Fólkatingið. Hóast tað ikki rakk til ein fólkatingssess, var valið ein stórur sigur fyri Anniku Olsen. Hon vísti, at hon veruliga kann fáa vald í Fólkaflokkinum, og hon vann á floksformanninum Jørgeni Niclasen. Nú rokna nógv við, at Annika Olsen fer at stilla upp til formansvalið í flokkinum og kann vinna tað. Sjúrður Skaale Hann hevur verið umstíddur seinastu vikurnar. Havt uppgerð við sín fyrrverandi formann í Tjóðveldi, rýmdi úr flokkinum, skifti flokk og tosaði heilhjartaður sum javnaðarmaður mitt í øllum. Men hóast alt hetta – ella júst orsaka av hesum – gjørdi hann eitt kanónval. Var við til at draga Javnaðarflokkin fram og varð valdur í Fólkatingið. Og so var tað lagnunar speisemi, at hann tók sessin frá formanninum í Tjóðveldi, sum hann hevur havt eitt hart stríð við. Bárður Nielsen Tað er ógvuliga trupult at gera comeback í politikki. Fleiri hava roynt tað og miseydnast. Bárður Nielsen var ikki upp á tal til at vinna kappingina í Sambandsflokkinum, men hann megnaði at vinna nógvar atkvøður á sínum fyrsta vali, eftir at hann gavst í politikki. Bárður fekk 438 atkvøður hesaferð, og nú er ógvuliga sannlíkt, at Bárður Nieslen endar aftur í løgtinginum - og kann fáa ein týðandi leiklut í flokkinum frameftir. Poul Michelsen Fyrrverandi fólkafloksmaðurin stillaði upp á uttanflokkalista, men í grundini var hetta fyrsta royndin hjá Framsókn í føroyskum politikki. Og fyrsta royndin endaðist. Framsókn fekk næstan sjey hundrað atkvøður, og tað var ein góð byrjan. Hesi kláraðu seg væl á Fólkatingsvalinum Sambandsflokkurin Hesaferð fekk Sambandsflokkurin heili 30,8 prosent av atkvøðunum, og tað var ein reguler maktdemostratión hjá flokkinum. Flokkurin hevur havt ein greiðan boðskap um ríkisfelagsskap og samband við Danmark, og tí boðskapinum hava veljararnir tikið væl ímóti.