fríggjadagur 16. september 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
24
Sosialurin
Fólkating 2011
Uni Holm Johannesen
Sjálvsagt.
Tað er púra einfalda
svarið, tá Poul Michelsen
verður spurdur, um hann er
glaður um valúrslitið. Hann
fekk 672 atkvøður, gott og
væl 200 atkvøður fleiri enn
Sjálvstýrisflokkurin, og nær
um 200 atkvøður minni enn
Miðflokkurin.
Úrslitið staðfestir, at
hann og Framsókn hava
lagt bragdliga fyri í før
oyskum politikki.
– Framsókn kom ikki
serliga væl frá byrjan í val
stríðnum, tí flokkurin slapp
ikki at bjóða seg fram. Eg
stillaði upp við at siga, at
fólkatingsessirnir
skulu
avtakast
við
tíðini.
Eg
segði púra greitt, at eg fór
ikki at vinna ein sess, og
mínar atkvøður fingu púra
ongan
týdning.
Kortini
fær Framsókn heilar 672
atkvøður, sigur Poul Michel
sen.
Flokkurin
kunngjørdi
nøkur valevni til løgtings
valið í hesari vikuni. Nú fer
formaðurin at evna sein
astu smálutirnar av stevnu
skránni til. Tað er sostatt
ein sera bjartskygdur Poul
Michelsen, sum nú er farin
undir fyrireikingarnar til
løgtingsvalið.
Framsókn
hevur lagt
bragdliga fyri
Hann segði undir valstríðnum,
at fólkatingsessirnir skuldu
avtakast, og at hansara atkvøður
fingu ongan týdning. Kortini
fekk Poul Michelsen, sum
stillaði upp við Framsókn á
fyrsta sinni, eitt rimmar val
Poul Michelsen fekk 672 atkvøður á
fólkatingsvalinum í gjár
Leo Poulsen
Kári á Rógvi fekk einans
20 atkvøður í Havn, og til
samans kring alt landið fekk
hann einans 69.
Við seinasta fólkatingsval
var hann toppskorari hjá
flokkinum við 439 atkvøðum,
nú gjørdist hann nummar
trý. Bæði Kristianna Winther
Poulsen og Rúna Sivertsen
fingu fleiri atkvøður enn
hann. Tær fingu ávikavist
128 og 90.
Beint eftir at Portalurin
kunngjørdi úrslitið í Havn –
og at Kári á Rógvi einans fekk
20 atkvøður – reistist hann
úr salinum í Kringvapinum
og fór út í gongina, har hann
small um.
Nakrir vaktarmenn tóku
hann upp og leiddu hann út
í túnið at fáa fríska luft, men
komin innaftur small hann
einaferð enn, og tá vórðu boð
send eftir sjúkrabili.
Kári á Rógvi varð fluttur
á sjúkrahúsið til kanningar,
men alt vísti seg at vera í
lagi. Hann var tó ikki við
í
formansorðaskiftinum,
sum varð sent beinleiðis í
útvarpi og sjónvarpi. Í hans
ara stað kom í staðin vinn
arin av valinum hjá Sjálv
stýrisflokkinum, Kristianna
Winther Poulsen.
Á miðnátt sendi Kári á
Rógvi so út tíðindaskriv har
hann boðaði frá, at hann
leggur frá sær sum formaður
og starvsnevndarlimur.
»Seinastu tíðina havi eg
kent nakað nógva strongd,
serliga av tí ágangi, sum eg
havi verið fyri innanfloks.
Saman við familjuni hevði
eg longu tikið avgerð um at
siga øll álitisstørv í flokk
unum frá mær, soleiðis eri
eg longu farin úr nevdini í
Streymoyar Sjálvstýrisfelag
og
blaðnevndini.
Næstu
stigini vera at lata frá mær
starvsnevndarsessin og for
manssessin á komandi lands
fundi«, skrivar Kári á Rógvi.
Hann fegnast um, at nógv
góð fólk eru á veg og nevnir
góða úrsltið hjá Kristionnu
Winther Poulsen.
»Í kvøld havi eg boðað
landsnevndarformanninum
frá, at eg mæli til at velja
floksformann ella -forkvinnu
í tí vónandi økta og broytta
tingbólkinum eftir valið«,
skrivar Kári á Rógvi í tíðinda
skrivi.
Small um – og
legði frá sær
Eftir sera vánaliga valúrslitið hjá Sjálvstýrisflokkinum – og katastrofala
úrslitinum hjá formanninum Kári á Rógvi – boðaði hann í nátt frá,
at hann leggur frá sær sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum
Undir valsendingini hjá Kringvarpinum kendi Kári á Rógvi seg illa, og small um í gongini á
útvarpshúsinum. Hann varð fluttur á sjúkrahús, men slap eftir kanning heim aftur
Mynd: Álvur Haraldsen