fríggjadagur 16. september 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Politiskir viðmerkjarar hava
sagt og skrivað seinastu
vikurnar, at fólkatingsvalið
fór eisini at verða eitt val
stríð um formanssessin í
Fólkaflokkinum. Tað fór at
vísa, hvør var sterkari av
teimum – Anniku Olsen ella
Jørgen Niclasen.
Veljarin
hevur
eftir
øllum at døma størst álit
á Anniku Olsen. Hon fekk
850
atkvøður
fleiri
enn
Jørgen Niclasen, sum var
tann fjórði á listanum hjá
Fólkaflokkinum.
Annika
Olsen fekk eisini gott og væl
450 atkvøður fleiri enn Jacob
Vestergaard, sum var næstur
á listanum.
Annika Olsen hevur boð
að frá, at hon hugsar um at
bjóða Jørgeni Niclasen av
um formanssessin, tá Fólka
flokkurin hevur landsfund
í oktober. Hon vil framvegis
ikki siga, um hóttanin verður
fullførd.
Formaðurin
stóð seg illa
Jørgen Niclasen fekk ein
dyggan frammaná á valinum
í gjár. Hann var tann stóri
taparin. Formaðurin í Fólka
flokkinum
fekk
umleið
500 atkvøður færri enn á
fólkatingsvalinum í 2007,
tá hann fekk 959 atkvøður.
Hann fekk 343 atkvøður
hesaferð. Formaðurin var
aftan fyri Anniku Olsen,
Jacob Vestergaard og Jákup
Mikkelsen á listanum hjá
Fólkaflokkinum í gjár.
Jørgen
Niclasen
misti
eisini stuðul í heimbygdini
Sørvági. Hann fekk tó flestar
persónligar atkvøður í bygd
ini, 72 atkvøður í alt, har hann
fekk 144 atkvøður í Sørvági á
fólkatingsvalinum í 2007.
Jacob stuðlar Jørgen
Jacob
Vestergaard
hevur
higartil víst aftur, at hann
fer at bjóða seg fram til for
mansvalið í Fólkaflokkinum.
Hann segði í Kringvarpinum
í vikuni, at hann stuðlaði
Jørgeni Niclasen fult og fast
sum formanni, og at Fólka
flokkurin hevur besta odda
mannin í landinum.
Alt kann henda í politikki,
og tað er sjálvsagt møguleiki
fyri, at Jacob Vestergaard
broytir hugsan.
Tað er í øllum førum greitt,
at Jørgen Niclasen fekk lítlan
stuðul á valinum í gjár, hóast
Fólkaflokkurin var nær við
at fáa ein fólkatingssess.
Tíðin fer at vísa, hvussu tað
fer at ávirka landsfundin, tá
formaðurin skal veljast. Tá
skal støðan gerast upp, um
Jørgen Niclasen skal halda
fram sum ábyrgdarmaður
ella ikki.
Annika Olsen stóð seg
nógv best av valevnunum
hjá Fólkaflokkinum,
og er tí uppløgd sum
komandi formaður
Mynd: Álvur Haraldsen
Annika Olsen hevur
bestu kortini
850 atkvøður skiltu Anniku Olsen og Jørgen Niclasen á
fólkatingsvalinum í gjár. Annika Olsen hevur sostatt frálík
kort á hondini, um hon ætlar at bjóða formanninum av
Leo Poulsen
Sambandsflokkurin
fekk
heilar 218 atkvøður í Vest
manna móti 178 við seinasta
fólkatingsval, og tað svarar
til eina framgongd á 12,3
prosent.
Bárður
Nielsen
fekk
heilar 128 av teimum 218 at
kvøðunum, sum flokkurin
fekk
tilsamans.
Edmund
Joensen
var
næstur
á
lista B við 34, meðan Kaj
Leo Johannesen fekk 25
atkvøður.
Tað Tjóðveldi, ið hev
ur mist atkvøður til Sam
bandsflokkin. Afturgongdin
hjá lista E svarar til fram
gongdina hjá B, -12,2 prosent.
Fólkaflokkurin fer eitt
vet aftur – 2,1 prosent – og
Javnaðarflokkurin
hevði
framgongd á 0,6 prosent.
Bárður Nielsen-
effekt í Vestmanna
Tað gjørdi ein ógvuliga stóran mun, at fyrrverandi fíggjar
málaráðharrin hjá Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen,
hevur gjørt av at fara upp í politikk aftur
Politikarar tosa
fótbóltsmál
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Sjúrður Skaale,
fólkatingsmaður, drógu fram føroyska fótbóltslands
liðið, tá teir mettu um sínar møguleikar undan valinum
í gjár.
Sambandsflokkurin var favorittur at fáa annan
sessin. Kaj Leo Johannesen tók tó einki fyri givið
seinnapartin í gjár og vísti á, at Eysturríki tapti púra
óvæntað fyri Føroyum í fótbólti í 1990.
- Sambandsflokkurin tekur einki fyri givið, áðrenn
dysturin er spældur. Eysturríki var greiður favorittur at
buka føroyingar í 1990, men taptu púra óvæntað, segði
Kaj Leo Johannesen.
Sjúrður Skaale segði, at Javnaðarflokkurin dúvaði
upp á størstu sensatiónina nakrantíð.
- Talan er um størstu sensatiónina í føroyskari søgu
nakrantíð, eydnast tað at vera næststørsti flokkur í
kvøld. Tað hevði verið fantastiskt, um tað bar á mál.
Føroyska fótbóltslandsliðið var nær við at vinna á
Italia, og vit vita, at Javnaðarflokkurin kann vinna á
Kaj Leo Johannesen ella Høgna Hoydal í kvøld, tað er
púra greitt, segði Sjúrður Skaale undan valinum í gjár.
Tað er ikki altíð at liðformað
urin skorar málini, segði Jørgen
Niclasen í formansrunduni í
gjárkvøldið. Spurningurin er
so hinvegin, um liðformaðurin
kann koyra i frígeari
Mynd: Álvur Haraldsen
Við 178 av tilsamans
218 atkvøðum til
Sambandsflokkin
var Bárður Nielsen
avgerandi munurin í
teirri 12,3% framgongd,
sum flokkurin fekk
í Vestmanna
Mynd: Álvur Haraldsen