Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107 26 Sosialurin Fólkating 2011 Samgongan hevur nú meiriluta einsamøll valúrslit Var talan um løgtingsval – og úrslitið var tað sama, sum á fólkatingsvalinum í gjár, so hevði sam­gong­an mill­um Sam­bands­flokk­in og Javn­aða­r­flokk­in kunna skip­ að sam­gongu eins­a­møll – Sam­bands­flokk­ur­in hevði fing­ið 10 og Javn­að­ar­flokk­ur­in sjey Eirikur Lindenskov Stóri vinnarin á fólkatingsvalinum var Sam­bands­flokk­ur­in, sum hevði eina fram­gongd upp á 7,3 pro­sent – og stóri taparin var Tjóð­veld­is­flokk­ ur­in, sum hevði eina aft­ur­gongd upp á seks prosent. Tað merk­ir, at styrk­ is­lut­fall­ið millum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin er økt við 13,3 trim­um prosentum. Javnaðarflokkurin hevði eina lítla fram­gongd upp á 0,6 prosent. Men tað var nóg mikið at leggja bæði Fólka­flokk­in og Tjóð­veldi afturum – tí meðan Tjóðveldi gekk so nógv aftur, so gekk Fólkaflokkurin 1,5 prosent aftur. Á valinum seinast var bara 0,1 prosent á muni millum Fólka­flokkin og Javnaðarflokkin. Fyri Javnaðarflokkin er talan um eitt sera gott úrslit, um tað verð­ ur sæð í mun til løku veljara­kann­ ing­ar­nar, sum flokkurin hevur havt sein­astu árini. Valið hjá Tjóðveldisflokkinum líkist mest eini katastrofu. Flokk­ur­ in – og ikki minst floksformaðurin Høgni Hoydal – er valdur frá. For­ klár­ing­in er ikki so einføld, sum Sjúrð­ur Skaale, men hon stingur djypri. Hetta er fyrstu ferð, at Tjóð­ veldi und­ir leiðslu av Høgna Hoydal tap­ir eitt val – sum flokk­urin eisini tapti so dygg­iliga hesaferð. Hóast Tjóðveldi í tølum hevði nógv størstu aft­ur­gongdina, so hevði Sjálv­stýr­is­flokk­urin eitt sera ringt val. Flokk­urin hevur verið merkt­ur av inn­an­hýsis stríð­ið, sum nógv ljós hev­ur ver­ið varp­að á í fjøl­ miðl­u­num. Eis­ini hev­ur for­mað­ur­ in havt fleiri ó­hepn­ar út­sagn­ir, sum utt­an iva hava stygt velj­ar­ar. Av stóru aft­ur­gongd­ini eig­ur for­mað­ ur­in sjál­v­ur bróð­ur­part­in. Hann fekk ein­ans 69 at­kvøð­ur – aft­an fyri bæði Rúnu Siv­ert­sen, sum fekk 90 at­kvøð­ur og Krist­i­onnu Winth­ er Poul­sen, sum still­aði upp fyri fyrstu ferð – og fekk 128 at­kvøð­ur. Aft­ur­gongd­in hjá Kára á Rógvi var heil­ar 360 at­kvøð­ur. Hjá Fólkaflokkinum hevur verið stór­ur spenn­ing­ur um, hvør fór at draga longsta strá­ið inn­anfloks. Fór Jørgen Nicl­a­sen at megna at koma í front og se­men­tera støðu sína sum for­mað­ur fasta, ella fór hann at missa takið til Anniku Olsen ella Jac­ob Vestergaard. Persónliga úrs­litið hjá Jørgen Niclasen var í so máta ein katastrofa. Hann fekk einans 343 atkvøður á einum fjórða plássi í flokkinum, meðan Ann­ika Olsen fær nær um trífalt so nógvar atkvøður, 1.193. Jacob Vest­er­gaard fekk nærmast tvífalt so nógv­ar atkvøður sum formaðurin, 753, ­meðan Jákup Mikkelsen í Klaks­vík fekk 411, eisini fleiri enn for­mað­ur­ in. Hetta boðar uttan iva frá, at Ann­ika Ol­sen ger álv­ara av at bjóða for­man­n­inum av á landsfundinum í ok­to­ber. Fær Annika Olsen for­ mans­sessin, so er mangt sum bend­ ir á, at hon kann vinna Fólk­a­flokk­in upp­aft­ur. Tí sæð í mun til velj­ar­a­ kann­ing­ar­nar, so var valið ikki so gal­ið kort­ini. Hjá teimum smáu flokkunum er fólk­a­tings­val­ið al­tíð ein av­bjóð­ ing, tí flokk­ar­nir av nát­úr­lig­um or­søkum missa at­kvøð­ur í mun til løg­tings­val, tí summi fólk tíma rætt og slætt ikki at velja ein flokk, um at­kvøð­an fer til spillis – so­leið­is at skilja, tí flokk­ar­nir ong­an møgu­ leika hava at vinna sær sæti á fólk­ a­tingi. Men afturgongdin hjá Sjálv­stýr­ is­flokk­i­num og Mið­flokk­i­num er kort­ini so eyð­sýnt, at tað er meira enn hetta, sum er for­klár­ing­in. Hin­ veg­in hevði Poul Mich­el­sen á utt­an­ flokka­list­a­num – sum kort­ini varð koyrd­ur fram sum Fram­sókn, eitt sera gott val. Úr­sl­it­ið hjá hon­um er so mik­ið gott, at flokk­ur­in hevði fing­ið um­boð valt á ting. Havandi í huga, at talan er um fólk­a­tings­val, og at Poul Michel­sen var eins­a­mall­ur á list­a­num­, so kann væl hugs­ast, at Fram­sókn megn­ar at vinna tveim­um fólk­um sæti á tingi til kom­andi løg­tingsval. Fólkatingsvalið vísir tó, at sam­ gong­u­flokk­ar­nir – vit kunnu kalla teir »sam­rík­is­flokk­ar­nir« – styrkja støðu sína við 7,3 pro­sent­um, með­ an, með­an gamla full­veld­is­sam­ gong­an missir 11,3 prosent.