fríggjadagur 16. september 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
30
Sosialurin
Agnar Artúvertin
T
á ið sangurin er sungin, doyr
tann gamli gølturin, ið eitur
Major. Og tó at Orwell nýtir fínan
humor til at sýna, hvussu avmarkað
í skili djórini eru, so heldur óskilið
á garðinum hjá tí drukna Jones
Bónda fram, og ein dagin gloymir
hann at leggja fyri tey, og tey hava
einki fingið at eta í eitt samdøgur.
Tá er innistøðuni ovboðið, og
djórini reisa seg ímóti hesum full
komna óskilinum.
Teir, ið standa fyri uppreistrinum,
eru gøltarnir Napoleon og Snow
ball. Teir streingja tað heit at skipa
garðin av nýggjum í rættvísi og
til gagns fyri øll. Nú verður tað
animalisma, ið fer at ráða.
Sjey boð eru grundreglur
animalismunnar:
Alt, sum gongur á tveimum fótum,
er fíggindi
Alt, sum gongur á fýra fótum ella
hevur veingir, er vinur
Einki djór skal ganga í klæðum
Einki djór skal sova í song
Einki djór skal drekka brennivín
Einki djór skal drepa annað djór
Øll djór eru javnlíkar
Hetta er hendingin, ið er grundin
undir restini av søgugongdini –
nevniliga at djórini gera uppreistur
móti menniskjunum
Bókin er skrivað við sera jarðbundn
um og gløggum humori, og ikki
forsømir Orwell at lata djór ímynda
ymsar menniskjansligar veikleikar.
Til dømis er ryssan Mollie skemtilig
við síni kvinnuligu fáfongd. Tað
besta, henni dámar, er at standa
og spegla sær í einum hyli og eta
sukurmolar, og tá uppreisturin
er farin av bakkastokki og djórini
bróta inn í húsið, har sum Bóndin
hevur búð, nápar Mollie sær nøkur
silkibond frá Bóndans konu til at
pynta seg við, og goymir tey síðani
fyri hinum djórunum. Og ikki
tímir hon at arbeiða heldur. Hon
meldar seg við øðrum orðum úr tí
kommunistiska
felagsskapinum
hjá djórunum á garðinum – og tá
hon verður sædd standa og lata
fjósdrongin
á
grannagarðinum
kína sær um múlan og geva sær
sukurmolar, verður hon útihýst úr
felagsskapinum og gloymd.
JAVNLÍKAR er ein dystopisk, polit
isk og allegorisk langsøga um tær
samfelagsligu rembingar, ið endaðu
við stalinistiska tíðarskeiðnum.
Orwell var sosialdemokratur, og
tað var mestur hansara persónligi
kunnleiki og innlit í gerðirnar hjá
NKVD, ið var loyniløgreglan hjá
Stalin, ið var ein høvuðsorsøkin til,
at bókin JAVNLÍKAR varð skrivað.
Orwell fanst hvassliga at hesi loyni
løgreglu og hennara ”konstantu
handtøkum, lúrandi og sníkjandi
herliði av løgreglumonnum og
stranga og órættvísa eftirliti við
øllum tíðindabløðum,” sum hann
skrivaði í brævi til franska týðara
sín, Yvonne Davet. Tí JAVNLÍKAR
varð skrivað í 1945 og gjørdist alt
fyri eitt sera vælumtók og varð
týdd til fleiri mál. Orwell skeyt upp
fyri franska týðara sínum, at bókin
skuldi eita: Union des républiques
socialistes animales. Við hesum
vildi tann altíð so gløggi Orwell fáa
fram bókstavirnar URSA, ið merkir
“bjørn” á latíni – tí bjørnin er alment
góðtikin mynd fyri Russland.
Teir
báðir
fremstu
gøltarnir,
Napoleon og Snowball, geva garði
num nýtt navn og umskipa alt, sum
lovað. Umskipanin fer at gagna øll
um teimum ferføttu. Men tíðin líður,
og hugsjónir og fyrimyndir kámast
og fara síðan heilt í gloymskuna.
Og so sníkir okkurt óvæntað seg
fram ……
JAVNLÍKAR er søgan um kollvelt
ingina, ið miseydnaðist. Hetta
er speiska søgan um, hvussu rot
stendst av valdi, hvussu vald oyði
leggur góðar hugsjónir.
JAVNLÍKAR verður verandi satiran,
ið ber av øllum, um ein døkkan
kapittul í nýggjari søgu. Hon er eins
viðkomandi í dag, og hon var í 1943,
tá ið hon varð skrivað, tí hon er um,
hvussu yvirgangskroppar kunnu
koma fram at valdi og halda eitt
heilt samfelag í gølli.
Týdningarmiklasta boð í animalis
muni er Øll djór eru javnlíkar,
men sterka rossið Boxer arbeiðir
ígjøgnum alla skaldsøguna nógv
meira enn øll hini djórini og orðar
sær sítt egna persónliga boð Eg
skal arbeiða harðari. So longu
har hava vit mismunin í tí nýggja
samfelagnum og síggja, hvussu tey
klóku djórini misbrúka tey óklóku
og teirra naivu góðvild.
Tað eru grísarnir, sum eru klók
astu djórini – ella, sum teir á sera
sigandi hátt sum oftast verða
nevndir í skaldsøguni: svínini. Teir
seta seg hægri enn hini djórini, og
væl duga teir at halda røður og
tøla tey minni mentu. Til dømis
argumentera teir fyri, at teir mugu
sleppa at eta tann besta matin, tí
annars verða teir ikki førir fyri at
stýra garðinum, og eru teir ikki tað,
ja so kemur Jones Bóndi aftur. Tann
mest nýtta yvirtalingarsnildin hjá
svínunum, ella Squealer, er: Og tit
vilja ikki hava Jones Bónda at koma
aftur, ha? Nei, tað vilja hini djórini
sjálvsagt ikki, og so verður ikki meir
sagt um tað, og svínini sleppa at
sita við valdið.
Longu frá byrjan av hómast illvild
millum tey bæði svínini, hin álvar
sama og orðafáa Napoleon, og hin
eitt sindur lívligara og orðasnildara
Snowball. Snowball heldur røðu
og roynir at kjakast til frama fyri
at byggja eina vindmylnu, sum
skal geva garðinum streym og ljós
og hita, og hann arbeiðir íðin og
ágrýtin fyri hesum endamáli. Tó
er Napoleon frá byrjan av ímóti
hesum og vil heldur hava djórini at
arbeiða meir. Hetta stríð millum teir
báðar endar við, at Napoleon nápar
hvølparnar hjá einari tík, fjalir teir
og uppelur teir sjálvur. Við teimum
rekur hann tá Snowball burtur og
hevur eftir tað valdið einsamallur.
Hundarnir hava tá leiklutin sum
glúpsku verjar Napoleons, ella
loyniløgreglan hjá honum. Tá valdið
er rænt, vil Napoleon sjálvur hava
vindmylnuna.
Tað ber kanska til at siga, at
Snowball var tann góði leiðarin
– og hann verður oftast hildin vera
mynd á Leon Trotsky og eitt sindur
á Vladimir Lenin – og at Napoleon
var tann óndi leiðarin, ið rændi sær
valdið – og Napoleon verður eisini
oftast sæddur sum ein ímynd av
Stalin, sum eingin ivi kann vera um,
at Orwell var harðliga ímóti.
Við sínum privata heri, nevniliga
teimum glúpsku hundunum, eydn
ast tað Napoleon at reka Bóndan og
vinmenn hansara burtur aftur, tá
teir søkja at garðinum og royna at
taka hann aftur. Henda samanbrest
kalla djórini Orrustuna við fjósið,
á sama hátt sum nationalistiskar
tjóðir royna at savna fólkið saman
við at skapa tjóðarímyndir og
tjóðarstoltleika og at fáa fólkið at
standa ”øksl við øksl”.
Eftir at gølturin Napoleon hevur
rænt sær valdið, fer hann at tíggja
sær sum einaræðisharrin, sum
hann er myndaður eftir. Hann fær
sær ein grís, sum eitur Squealer, til
at verða sín persónliga retorikara,
hann lýgur og manipulerar hini
djórini – og falsar enntá fortíðina
á besta einaræðishátt við at ákæra
Snowball fyri at hava stolið hug
skotið at gera vindmylnu frá sær,
hóast tað ikki passar. Tað einasta,
JAVNLÍKAR
- heimskendur klassikari
í føroyskari útgávu
Jones er bóndi, men hann er latur og drukkin í tíð og úrtíð. Hann misrøkir kríatúrini illa,
og tá hesin vána standur varir við, fer elsti gøltur á garðinum, Major, at savna øll djórini
saman um seg, og hann heldur tá røðu fyri teimum og ger tey varug við, at menniskjuni
misnýta tey, nýta tey til hart arbeiði dagin langan, ræna eggini frá hønunum og mjólkina
frá kýrnum – og tá tey gerast gomul, eins og Major er nú, so verða tey slaktað. Til endans
syngur hann fyri teimum ein kommunistiskan øsingarsang um ”Djórini í Onglandi”
Time magazine valdi í 2005 bókina JAVNLÍKAR at vera eina av
100 teimum bestu ensku skaldsøgunum síðani 1923. Hon er eisini
á listanum yvir bestu skaldsøgur í tjúgundu øld. Hon viðger evni
sum, hvussu korruptir teir leiðarar, ið skipa fyri kollvelting, vanliga
eru. Men so sanniliga varpar hon eisini skært ljós á ta óhugnaligu
støðu, ið einhvør kollvelting kann enda í, um kollveltingin heldur
fram at vera kollvelting og ikki so líðandi og javnt megnar at renna
yvir í eitt satt og javnvigað demokratiskt stýri. Tí tá fáa havisjúka,
kraddaralyndi, egingóðska og fávitska maktina, og úrslitið gerst tá
sama óskil sum áðrenn.
Við hesi bók vildi Orwell gera vart við korruptión innan tjóðar
leiðslu, men hann er ikki ímóti kollvelting.
ANIMAL FARM er ein av
kendastu skaldsøgum George
Orwells (1903 – 50). Hon er nú
týdd og eitur JAVNLÍKAR.
Annfinnur Zachariasen hevur
týtt. SPROTIN gevur út.