fríggjadagur 16. september 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
Sosialurin
sum Napoleon vil, er at fáa hini
djórini at arbeiða meir.
Hetta við at harðrend stýri
falsa fortíðina er eitt, ið eisini fær
sera drúgva og djúptøkna viðgerð í
hinari skaldsøgu Orwells, nevniliga
1984, sum føroyingar kanska eisini
fáa høvi at lesa á móðurmálinum
skjótt.
Vindmylnan verður bygd, men
eina náttina er stormur, og hon ferst
í storminum. Orsøkin er, at hon varð
ov illa bygd, men hóast hetta ákærir
Napoleon Snowball fyri at hava
saboterað hana, meðan øll djórini
svóvu. Við hesi seinastu lygnini er
Snowball vorðin syndabukkur og
Napoleon valdsharri, og hann fer
at ákæra djór fyri at hava samband
við syndabukkin og drepa tey. Tað
er um hetta mundið, at rossið Boxer
orðar sær eina nýggja persónliga
leiðreglu,
nevniliga:
Napoleon
hevur altíð rætt.
Eftir hetta síggja vit, hvussu lívið
á garðinum spakuliga umskapast til
eitt einaræði, ið stýrt verður undir
jarnhond Napoleons. Svínini fáa
sær meira vald og fara so líðandi
at liva sum fólk við valdi. Tey sova
uppi í songini hjá bóndanum og
drekka whiskey’ið hjá honum.
Tá hini djórini uppdaga hetta,
fer
propagandaministarin
hjá
Napoleon, nevniliga Squealer, at
broyta tey sjey animalismuboðini
sambært hesum nýggju óvanunum
hjá svínunum. Til dømis verða
fjórða og fimta boð (Einki djór
skal sova í song, og Einki djór skal
drekka brennivín) broytt til Einki
djór skal sova í song við laki, og
Einki djór skal drekka brennivín í
ovurnøgd.
Tað næsta, sum hendir er,
at Napoleon so líðandi fær sær
menniskjansliga lívsførslu. Hann
bannar tí upprunaliga kommunist
iska sanginum hjá tí gamla gøltinum
Major, og setur í staðin fyri hann
ein heiðurssang um seg sjálvan.
Hini djórini eru køld og overvað,
men tey eru so heilavaskað, at tey
klára at sannføra seg sjálv um, at
tey hava tað nógv betur nú enn, tá
ið Bóndin enn hevði garðin.
Hetta er ein góð sálarfrøðilig lýsing
av teirri hópsuggestión, sum vit
ofta síggja í einaveldum, har tann
útarmaða almúgan tilbiður eina
ræðisharrarnar, sum vit til dømis
nýliga hava sæð í fátækum økjum í
Russlandi, har ein sekt varð stovnað,
sum tilbað Vladimir Putin og vildi
gera sjálvmorð til hansara æru.
Djórini á Djóranna garði minnast
illa, og tískil eru tey løtt at mani
pulera hjá svínunum, sum sita
við valdið. Squealer, sum er propa
gandasvínið hjá Napoleon, lýgur
fyri teimum og nýtir allar snildir
fyri at fáa tey at vera trúgv móti
høvuðssvíninum, Napoleon.
Napoleon ger so líðandi beint
ímóti upprunaligu boðunum í
animalismuni. Fyrst letur hann síni
fylgissvín sova í song, síðani fara
tey at drekka whiskyið, sum tey
finna í húsunum hjá Jones Bónda,
og síðst letur hann hundarnar hjá
sær ræða hini djórini til at viðganga,
at tey eru njósnarar fyri Snowball,
og drepa tey, meðan hini djórini
síggja. Og so fer hann eisini at hava
handilssamband við tey tvíføttu,
nevniliga við Hr. Frederick, sum
er ein annar av bóndunum har í
nánd. Hesin hr. Frederick snýtir
tó Napoleon við at keypa træ fyri
falskar pengar, og so skipar hann
fyri atsókn at Djóranna garði og
roynir at hertaka hann. Men djórini
vinna kríggið, men Boxer verður
særdur. Hetta forðar honum tó ikki
í at arbeiða meir og meir – til hann
til endans arbeiðir seg íhel upp á
vindmylnuna. Tá verða boð send
eftir bili at flyta Boxer á sjúkrahús.
Men asnin Benjamin dugir at
lesa og sær, at á bilinum stendur
”Alfred Simmons, rossaslaktari og
límkókari” og roynir at skipa fyri
at bjarga Boxer, men tað megna
djórini ikki. Stutt eftir hetta kemur
tað fram í ljósmála, at svínini hava
keypt meira whiskey.
So ganga árini, og svínini eru farin
at ganga á tveimum beinum og
vera í klæðum. Tey sjey boðini
eru nú kókað niður í setningin Øll
djór eru javnlíkar, men summi djór
eru javnlíkari enn onnur. Henda
tragiska bók endar við, at Napoleon
heldur veitslu fyri svínum og fólkum
og verður heiðraður og sæddur upp
til fyri at eiga arbeiðssamastu djór
í landinum. Hann avtekur alt, ið
hevði við kollveltingina at gera og
umdoypir garðin til Manor Farm.
Djórini standa uttanfyri og
hyggja inn gjøgnum vindeygað, og
tey tykjast varnast, at svínini nú eru
farin at líkjast fólkum. Hr. Pilking
ton og Napoleon spæla kort, men
báðir hava spaðar ess og fara tá at
kjakast – kanska sum ein fyriboðan
um, at slík valdsmisnýtsla og egin
kærleiki, sum Napoleon her á
versta hátt hevur sýnt, ongantíð
fara at elva til frið, heldur ikki hjá
einaræðisharrunum sjálvum. Og
har fekk Orwell aftur rætt
Týðingin hjá Annfinni er sera góð
og minnir um stílin hjá Orwell. Har
eru nakrar fáar óhepnar anglois
mur í týðingini, men tó ikki so at
tað bilar.