fríggjadagur 16. september 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
Sosialurin
Ítróttur
Vofafonedeildin upptakt
Tróndur Arge
Fýra dystir í Vodafonedeildini verða
sunnudagin, meðan tann fimti
verður mánakvøldið í Runavík
millum NSÍ og ÍF. Størsti favoritt
urin er EB/Streymur, sum á heima
vølli tekur ímóti KÍ. EB/Streymur
hevur vunnið níggju teir seinasti
dystirnar og ger alt teir kunnu fyri
at elta B36. Bæði B36 og Víkingur
hava lutfaldsliga torførari dystir. Tí
kann hetta gerast møguleikan hjá
EB/Streymi at nærkast oddinum.
Oddalið á útivølli
Oddaliðið úr Havn, B36, skal á vitjan
hjá árstalsfelagnum av Toftum. Tað
er eitt torført stað hjá oddaliðnum
at koma og seinast liðini hittust á
Toftum endaði tað við javnleiki. B36
er favorittur at vinna, men tað eins
stórir favorittar teir vóru í eitt nú
Klaksvík.
Víkingur er í Havn á vitjan hjá
HB, sum mikukvøldið var nakr
ar minuttir frá at fáa stig frá
EB/Streymi. Tí kann hugsast, at
Víkingur fær tað eins torført í
Gundadali.
07 Vestur skal vinna
Úrslitini mikukvøldið gjørdu at tað
bleiv sera tætt í botinum aftur. 07
Vestur hevði sunnudagin vitjan
av B71, sum nú er at rokna sum
niðurflutt. Skal 07 Vestur yvirliva,
so skulu teir hava trý stig sunnu
dagin, serliga nú ÍF megnaði at
vinna á B71.
ÍF skal til Runavíkar at royna at
halda fast í sigursgongdini. ÍF fekk
í fyrra dystinum í Runavík eitt stig.
Fáa teir tað aftur hesa ferð, so er
væl hugsandi at teir eru fegnir um
tað.
trondur@sosialurin.fo
Møguleikin hjá EB/Streymi
Fótbóltur Bæði B36 og Víkingur eru á útivølli sunnudagin, meðan EB/Streymur hevur KÍ á heimavølli.
Hetta kann verða møguleikin hjá Sundalagsmonnum at tetta holið upp til hini bæði oddaliðini
Víkingar skulu til Havnar, har
føroyameistararnir nú aftur eru
komnir í trupulleikar. Víkingur
vann, seinast teir vitjaðu HB í
Gundadali. Men fer HB hesaferð
at ogna sær nøkur tiltrongd stig,
og samstundis hjálpa grannunum,
ið leika móti B68 á Toftum?
Mynd: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge
Tað er ikki óvanligt at síggja
meistara lið og steypavinnara
bresta saman stutt undan kapp
ingarbyrjar í teimum ymisku lið-
ítróttinum kring heimin. Soleiðis
verður eisini í hondbóltinum í
ár, tí um vikuskiftið møtast FM
vinnarar og steypavinnarar frá í
fjør í Hoyvíkshøllini.
Hjá monnum er talan um
Neistan og KÍF, meðan tað hjá
kvinnum skuldi verið millum
Neistan
og
steypavinnarnar
Tjaldur, men Tjaldur hevur í løt
uni einki lið og hevur tí meldað
avboð. Síðani fekk Stjørnan
sum tapandi steypafinalistur
boðið plássið, men tað helt nýggi
venjarin ikki verða nakað gott
hugskot, tí skotsbráðið var ov
stutt. Tí er tað falli Kyndli í lut
at spæla stórsteypa dystin móti
Neistanum.
Heðin handar steypið
Tað
verður
borgarstjórin
í
Tórshavnar Kommunu, Heðin
Mortensen, ið handar steypið,
sum Rex letur. REX hevur longu
boðað frá, at verður talan um
eitt væl eydna tiltak, so verður
tað aftur komandi ár.
Dystirnir verða leygardagin
í Hoyvíkshøllini. Kvinnurnar
spæla klokkan 17, meðan menn
inir spæla klokkan 19.
trondur@sosialurin.fo
Stórsteypa
dystir um
vikuskiftið
Hondbóltur Skipað verður nú fyri
stórsteypadysti millum FM vinnarnar og
steypa vinnarnar í hondbólti frá í fjør.
Tað er REX, ið hevur tikið stig til dystin
Tróndur Arge
Gunnar Zachariasen er ikki so væl
kendur her á okkara leiðum, men
seinnu árini hevur hann spælt før
oyskan U-landsliðs fótbólt. Hann
hevur sambært heimasíðuni hjá
UEFA spælt tríggjar U-21 og tríggjar
U-19 landsdystir fyri Føroyar.
Hann hevur spælt ungdóms
fótbólt í Brøndby og nú í AB. Um
vikuskiftið kom hann á vøllin á
fyrsta sinni á besta liðnum, tá AB
í donsku 1.deild spælt javnleik
móti FC Vestsjælland. Gunnar
Zachariasen kom á vøllin seinastu
minuttirnar.
Í gjár spældi AB í donsku
steypakappingin móti Døllefjelde
Musse, sum spælir til dagligt í Dan
marksseriuini. Einki mál var komið
í hálvleiki, tá Gunnar varð skiftur
inn. Tveir minuttir seinni skoraði
føroyingurin fyrsta málið í dyst
inum og legði AB á odda. AB vann
dystin 3-0.
Gunnar Zachariasen byrjaði inni,
tá føroyska U-21 landsliðið spældi í
Serbia fyri kortum. Gunnar er 19
ára gamal og tykist trívast best á
álopskenda miðvøllinum.
trondur@sosialurin.fo
Debut og mál til
U-21 landsliðsleikara
Fótbóltur Føroyski U-21 landsliðsleikarin, Gunnar Zachariasen,
hevur havt eina stóra fótbóltsviku. Fyrst fekk hann debut
í donsku 1.deild og síðani skoraði hann í steypakappingini
– bara tveir minuttir eftir at hann var skiftur inn
Gunnar Zachariasen í dysti fyri U21 Føroyar móti Norðurírlandi
Mynd: Álvur Haraldsen