Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107 40 Sosialurin Ítróttur ÍF - B71 3-2 (2-0) Eb/Streymur vunnið 9 dystir upp í slag Við sigrinum á føroyameistarunum úr HB í Gundadali, hava sundalagsmenn nú vunni nýggju dystur uppí slag, og elta teir tískil dreymin um greipuna B36 viðhaldsfólk hildu við hb Tá boðini komu frá stadion-speakaranum í Klaksvík, at HB hevði lagt seg á odda 3-2 móti EB/Streymi, fegnaðust B36 viðhaldsfólk. Men gleðin var stokkut. Bóltar: Bóltar: í Fuglafirði vodafonedeildin So bragdaði aftur hjá ÍF, sum skoraði ikki færri enn trý mál í einum og sama dysti. Sigurin fekk enn størri týdning, tí øll hini liðini í niðaru hálvu á stigatalvuni taptu. Oddurin er óbroyttur dagur í viku Tróndur Arge Landskappingin er so spennandi sum ongantíð fyrr. Undan um­ farinum mikukvøldið var afturúr siglt, men við í dag eru teir bara fýra stig frá fimta plássinum. Tað merkir samstundis, at HB, KÍ og B68 aftur eru í niður­flytingar­ vanda, saman við 07 Vestur. Sein­ asti seymurin er negldur í B71 kistuna, sum flytur niður. Í oddinum er einki broytt, tí B36, Víkingur og EB/Streymur vunnu sínar dystir. Onkur meiri sannførandi enn annar, men øll fingu fult. Um reppi at B71 javnaði – Hetta var heilt fantastisk, soleiðis tekur Karl Løkin til eftir dystin. ÍF var á odda 3-0 stutt inn í seinna hálvleik við málum sum Karl Løkin, Nenad Saric og Chris Moumaife skoraðu, men B71 var um reppið at javna í evstu løtu. – Tað tykist sum vit blíva bangir, tí tað er so langt síðani vit hava vunnið. Tað blívur eitt sindur panikk kent hjá okkum og Jákup Mikkelsen ger ein týdningarmikla bjargin móti endanum, sigur Karl Løkin víðari. Langt síðani seinast Seinast ÍF vann ein dyst var somu­ leiðis seinast teir skoraðu trý mál í sama dysti, nemmiliga tann 26. Juni á Fløtugerði móti B68. Felags fyri báðar dystirnar er, at Chris Moumaife var við. Hann hevur bara ein dyst síðani tann dystin og fram til mikukvøldið. Tað var í 1-1 javnleikinum móti NSÍ. Chris Moumaife spældi ein tíma miku­ kvøldið og øll málini komu meðan hann var á vøllinum. Seinasta tokið hjá B71 farið Hetta var seinasta útkall hjá B71 og tað váttaði Thomas Hans Rubeksen eisini. – Vit tosaðu um tað áðrenn dystin, at hetta var sein­asta útkall hjá okkum. Vit spæla sjálvandi fyri tí lítla møgu­ leik­anum vit hava, segði Thomas Hans eftir dystin. Gudmund Nielsen og Thomas Hans minkaðu um munin fyri B71 og tað var um reppið, at Gudmund eisini javnaði. – Gudmund hevur ein flúktara á fimm metrinum, men Jákup Mikkelsen var sum ein 15-ára gamal unglingi og fekk vart fyri, for­klárar Thomas Hans. Thomas Hans hevur eisini eina forkláring upp á hví B71 kom so væl við í dystin móti endanum. – Vit eru eitt sindir bangnir í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skíta vit bara á tað og koyra. Tað skuldi vit havt gjørt allan dystin, sigur Thomas Hans at enda. Ein slingur í valsinum Tað var ongin slingurin í valsinum, tá oddaliðið vitjani í Klaksvík. B36 vann ein greiðan 3-0 sigur á KÍ, sum bara í løtum megnaði at hótta árstalsfelagið úr Havn. Fyrstu tjúgu minuttirnir hendi lítið. KÍ lá langt aftur á vøllinum, meðan B36 ikki megnaði at finna nøkur hol í verjuni hjá vertinum. Tí skuldi okkurt serligt til fyri at fáa hol á. Aftaná tjúgi min­uttir fekk B36 fríspark stutt framman­ fyri miðjuna. Súni Olsen tók KÍ verjuna á bóli, tá hann tók tað skjótt fram til Jákup á Borg, ið var klárur at taka ímóti í KÍ brots­teiginum. Jákup vedi sær á og skoraði. – Vit høvdu lagt merki til, at KÍ leikararnir til tíðir eru ókon­ 1-0 Karl Løkin, 27 2-0 Nenad Saric, 32 3-0 Chris Moumaife, 46 3-1 Gudmund Nielsen, 49 3-2 Thomas Hans Rubeksen, 88 Málveitsla Alex José dos Santos byrjaði málveitsluna í Gundadali Mynd: Álvur Haraldsen Atli Danielsen sigraði sann­ førandi á barndómsfelagnum Mynd: www.nordlysid.fo