Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107 Sosialurin Ítróttur nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 21 16 4 1 49 18 31 52 2 Víkingur 21 15 3 3 43 22 21 48 3 EB/Streymur 20 14 2 4 52 26 26 44 4 NSÍ 21 8 8 5 48 35 13 32 5 B68 21 6 5 10 32 33 -1 23 6 HB 21 6 4 11 35 38 -3 22 7 KÍ 21 6 4 11 33 38 -5 22 8 07 Vestur 21 5 5 11 22 49 -27 20 9 ÍF 20 5 4 11 25 33 -8 19 10 B71 21 3 1 17 21 68 -47 10 Vodafonedeildin KÍ - B36 0-3 (0-1) Víkingur - B68 4-1 (3-0) HB - EB/Streymur 3-4 (1-2) NSÍ - 07 Vestur 1-0 (1-0) sentreraðir, eisini í samband við deyðbóltar. Tað gjørdu vit okkum dælt av í dag, sigur John Petersen, hjálparvenjari hjá B36. Stutt inn í seinna hálvleiki fór Lukasz Cieslewicz um koll í KÍ brotsteiginum. Jákup á Borg um­setti úr ellivu metrum. KÍ tekur ikki av Eina løtu í seinna hálvleiki hevði KÍ onkra roynd á málið hjá B36, men Meinhard Joensen bjargaði tá á stóð. – Hetta var eitt tað lækasta avrikið hjá okkum, men eg má rósa B36, sum eg meti verða favorittar til FM heitið, men at tapa 3-0 er ov nógv á heimavølli, segði Hjalgrím Elttør eftir dystin. Í hinum endanum tók Súni Olsen av, tá Róaldur Jacobsen fangaði bóltin í KÍ uppspælinum og spældi Súna leysan. Hann snýtti fyrst ein KÍ verjuleikara og avgjørdi so dystin við høgra beinis skoti. B36 var greitt omaná, men hevði KÍ tikið av møguleikanum, so kundi spenningur verið í til tað seinasta. Greiddu sína skyldu Víkingur greiddi sína skyldu móti B68 í Sarpugerði. Longu aftaná tíggju minuttir legði Atli Gregersen Víking á odda. Eitt korter áðrenn hálvleik traðkaði lands­liðsfelagin hjá Alta, Finnur Justinussen til. Fyrst økti hann til 2-0 og fimm minuttir seinni gjørdi hann tað til 3-0 og avgjørdi mest sum dystin. Í seinna hálvleiki fullførdi Finnur Justinussen hattrickið, tá hann fyri triðju ferð upp í slag skor­aði. Reint hattrick upp á 28 minuttir. André Olsen minkaði um munin evstu løtu við góðum máli. Víkingur hevur í ár vunnið allar dystirnar móti B68. Somuleiðis heldur felagsliðið fram við at elta B36 í oddinum. Hendingaríkt í Gundadali Tann hendingaríkasti dysturin var uttan iva í Gundadali. HB var á odda, men í evstu løtu av­ gjørdi Daniel Udsen við góðum máli dystin til fyrimuns fyri gest­irnar úr Sundalagnum. HB stríðist fyri at sleppa undan niður­flyt­ingar­stríðnum, meðan EB/Streymur skal vinna at kalla allar sínar dystir, um teir ætla sær at hava nakran møguleika at vinna FM heitið. Tí kom tað eitt sindur óvart á, tá HB eftir ein tíma legði seg á odda 3-2 við tveimum skjót­ um málum. Ungi Tróndur Jensen skoraði á øðrum sinni í bestu deildini, meðan Hendrik Rubeksen legði HB á odda. Fegnir B36’arar Tá boðini komu úr hoytalarinum í Klaksvík, at HB var á odda fegn­aðust B36 viðhaldsfólk, sum hevði B36 skorað mál. Tað er heldur sjálvsamt, at HB og B36 fegnast um málini hjá hvørjum øðrum. EB/Streymur hevur tó ongan hug at yvirgeva seg í FM stríðnum og fyrst javnaði Arnbjørn T. Hansen, áðrenn Daniel Udsen skor­aði avgerandi málið, eftir langa sending frá Gert Hansen. – Hatta er ikki tað flottasta málið eg havi skotið, men nokk tað tydningarmiklasta, segði Daniel Udsen eftir dystin. Stór framgongd hóast tap Hóast 07 Vestur tapti í Runavík, so er talan um stóra framgongd síðani teir seinast vóru í Runavík. Tá 07 Vestur heili 9-0. Hesa ferð taptu teir 1-0 og tað gevur eisini null stig, men sær nógv betri út enn hitt. U-21 landsliðsleikarin, Klæmint A. Olsen, skoraði einsamalla mál­ið í dystinum miðskeiðis í fyrra hálv­leiki. Klæmint hevur nú skotið 14 mál í ár. Við sigrinum hevur NSÍ lagt nógvan sjógv millum seg og B68, sum eina løtu tóktist vilja hava fatur á fjórða plássinum. Nú eru níggju stig millum grannarnar báðar. Komandi uppgerðin hjá 07 Vestur hevur stóran týdning fyri um 07 Vestur bjargar sær í lands­ kappingini í ár. Teir fáa vitjan av B71, sum nú er flutt niður, um ikki okkurt ótrúligt hendir. Góðir framherjar í Føroyum Við trimum málum móti B68 er Finnur Justinussen nú einsa­ mallur toppskorari í føroysku landskappingini. Hann hevur skotið 16 mál og tað eru tvey fleiri enn Klæmint A. Olsen, sum er næstur honum við 14 málum. Tíðin tá føroyskur fótbóltur tókt­ ist mangla veruligar fram­herjar er farin, tí við Finni Justinussen, Klæminti A. Olsen og Arnbjørn T. Hansen, sum hava skotið ávíkavist 16, 14 og 13 mál, hevur før­oyskur fótbóltur fleiri góðar »gammel dags« framherjar. trondur@sosialurin.fo 1-0 Jákup á Borg, 20 2-0 Jákup á Borg, 57 br 3-0 Súni Olsen, 85 1-0 Atli Gregersen, 10 2-0 Finnur Justinussen, 30 3-0 Finnur Justinussen, 35 4-0 Finnur Justinussen, 58 4-1 Andre Olsen, 88 1-0 Klæmint A. Olsen, 24 0-1 Alex dos Santos, 19 1-1 Símun Samuelsen, 25 1-2 Pætur Dam Jacobsen, 28 2-2 Tróndur Jensen, 55 3-2 Hendrik Rubeksen, 60 3-3 Arnbjørn Hansen, 68 3-4 Daniel Udsen, 90+2 Við einum frálíkum sigursmáli í yvirtíðini helt Daniel Udsen lív í vónini um greipuna Mynd: Álvur Haraldsen 2 mál Jákup á Borg skoraði tvær ferðnar í Klaksvík Mynd: www.nordlysid.fo