fríggjadagur 16. september 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107
42
Sosialurin
www.torshavn.fo
Kunngerð
Broyting av almennu byggisamtyktini
tórshavnar
kommuna
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
um býarskipanir og byggisamtyktir verður við
hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi
8. september 2011 samtykti uppskot til broyting í
almennu byggisamtyktini við Gásadalsvegin og
Dr. Dahlsgøtu.
Ætlaða broytingin er at regulera byggisamtyktina
við Gásadalsvegin og Dr. Dahlsgøtu samsvarandi
verandi viðurskiftum á økinum við at broyta
D1-øki her til A1-øki.
Broytingin fevnir um ognirnar 986d, 986e, 986f,
986g, 986h, 986i, 986k, 986l, 986m, 986n, 986o,
986p, 986q, 986r, 986s 986t, 986u,990p, 990q,
990r, 990s, Tórshavn.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina, liggur frammi
í Snarskivuni á Vaglinum frá 19. september til og
við 10. oktober 2011, frá mánadegi til fríggjadag frá
kl. 9.00 til kl. 16.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða
at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta
lagi 31. oktober 2011.
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara
til sosialu deild.
Ert tú tann miðvísi leiðarin til eitt sera avbjóðandi og
fjøltáttað starv við stórari ábyrgd og nógvum týðandi
uppgávum? Fevnir tú breitt, og dugur tú bæði at skapa
úrslit og trivnað?
So ert tú møguliga tann rætti persónurin til starvið
sum leiðari á sosialu deild í Tórshavnar kommunu.
Kommunan sóknast eftir nýggjum leiðara til deildina,
eftir at leiðarin seinastu mongu árini hevur valt at fara
úr starvinum.
Virkisøkið hjá sosialu deild
Bygnaðarliga er sosiala deild staðsett undir
trivnaðarstjóranum.
Deildin umsitur m.a. barnaverndarøkið og
eldrarøktarøkið, herundir stovnarnar á nevndu økjum.
Títt ábyrgdarøki
Talan er um fjølbroytt og avbjóðandi starv.
Týdningarmestu leiðsluuppgávurnar eru m.a. at:
E]ffYg_]^^]clanak]jYYjZ]ak_gf_\ajg_Zq_fY
KlqjcbYkYeklYjnanaYjYjeqf\m_d]acYj
og stovnar
Ljq__bYljanfYg_]alle]ffYf\aYjZ]akme`n¬jna
>__bYjkl
jYg_^j]ebYjkdal
@m_kYkljYl]_akcl^qja¬ca]afkg_ln¬jlmjme
deildir og funktiónir
Deildarleiðarin er skrivari hjá sosialu nevnd og
fyrireikar saman við trivnaðarstjóranum øll mál til
politiska støðutakan.
Útbúgving og royndir
Umsøkjarin skal hava viðkomandi kanditatútbúgving
frá hægri lærustovni. Umsøkjarar við royndum og
innliti í leiðslu, tað verið seg praktiskt ella teoretiskt,
hava fyrimun.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi
sáttmála.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og
upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera
Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn, í
hendi í seinasta lagi mánadagin 17. oktober 2011,
cd&)*&((&E]jcamekcfafYÌ<]ad\Yjd]aYjaladkgkaYdm
deild“. Umsóknin kann eisini sendast um t-post til
torshavn@torshavn.fo.
Meira fæst at vita
Les meira um starvið og útgreinaðan starvsprofil á
klYjnklgj_afme~ooo&lgjk`Ynf&^g&E]ajY^«kl]akafaYl
vita um starvið við at venda sær til Jóan Petur Hentze,
trivnaðarstjóra, á telefon 302010.
Miðvísur leiðari avbjóðandi starv