Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SkeiðsDepilin | Fríggjadagur 16. september 2011 - Nr. 107 SkeidsDepilin - So fært tú neyduga førleikan Marknagilsvegur 75 | postboks 3239 | Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri. FO-110 Tórshavn | tel 318813 | www.sd.fo | Sosialurin sd.fo DSÆ MAN infoQsd.fo Ferðaleiðaraskeið Hevur tu hug til eina ørvisi og spennandi útbúgving, sum gevur tær hópin av nyggjum avbjóðingum? Skeiðsdeplinum í Marknagili bjóðar nú út Ferðaleiðaraskeið í samstarvi við Ferðavinnudeildina í Uttanríkis- ráðnum og Ferðaleiðarafelagið. Ferðaleiðaraskeiðið er góðkent av Yrkisútbúgvingarráðnum. Endamál Endamálið er at útbúgva ferða- leiðarar, sum við stødi í breiðari almennari og serligari vitan um Føroyar sum ferðamannaland - herundir náttúru, landafrødi, søgu, mál, mentan, samfelagsviðurskifti og føroysk sereydkenni - kunnu bera fram hesa vitan til ymiskar ferðamannabólkar á einum ella fleiri fremmandamålum. Málbólkur Málbólkurin eru tey, íð ætla at ar- beiða sum ferðaleiðarar í Føroyum. Treytir fyri upptgku er, at umsgkja- rin er fyltur 21 ár og hevur máls- ligan førleika á einum ella fleiri fremmandamálum á í minsta lagi B-stigi. Í åvisum føri kann upptøka harumframt fara fram við stoði í einari upptøkusamrødu. Tíðarskeið Skeiðsrgðin byrjar 26. oktober 2011 og endar hálvan apríl 2012. Undirvíst verður hvørt mikukvøld frá kl. 17.30 til 21.30 á Føroya Handilsskúla, tó ferð partur av undirvisingini fram sum “Túrar Í verki" og vistarskeið, og tá er ikki undirvísing á Føroya Handilsskúla. Kostnaður Kr. 10.500,- sum kann gjaldast í trimum pørtum á kr. 3.500,-, fyrstu ferð við tilmelding, aðru ferð 1. januar 2012 og triðju ferð 1. apríl 2012. Tilmeldingarfreist Freistin fyri at tekna seg er mána- dagin 17. oktober 2011. Tilmelding og nærri kunning Á heimasíðuni www.sd.fo er nærri kunning um innihald, undirvísingar- háttur, próvtgka vm. Tit eru eisini vælkomin at ringja á tlf. 318813 og tosað við Randi Røsvik. Tá tú tilmeldar teg, skal tú undir "Vidmerkingar” upplýsa um, hvørj- um máli (annað enn norðurlanda mål) tú hevur førleika Í, og hví tú ynskir at luttaka. Kunnandi fundur I samband við at Skeiðsdepilin bjóðar út Ferðaleiðaraskeið, verður kunnandi fundur á Hotel Hafnia, Høllin mikukvgldið 21. september kl. 19.00. Leiðsla, umboð fyri Ferðaleiðarafelagið og umboð fyri ferðasmiðir fara at greiða frá Ferða- leiðaraskeiðnum. 43