Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2011síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. september 2011 · Nr. 107 44 Sosialurin Jarðfrøðingur Eitt starv sum jarðfrøðingur er leyst at seta frá 1. november 2011, ella skjótast til ber. Talan er í fyrstu atløgu um farloyvisstarv í 1 ár, men møguleiki kann verða fyri føstum starvi. Setanin er á kanningardeildini á Jarðfeingi. Her kemur viðkomandi at arbeiða í einum fjøltáttaðum og tvørfakligum umhvørvi í tøttum samskifti við oljufeløg og myndugleikar. Uppgávurnar fevna eitt nú um tulking av seismiskum og petrofysiskum kanningartilfari frá oljuleitingum. Krøv til umsøkjarar Setanin krevur jarðvísindaliga útbúgving frá fróðskaparsetri. Fyrimun hava umsøkjarar við kunnleika til, goymslugrýti, fakligum smidleika, góðum samstarvsevnum og málsligum førleika. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hera Ziska, deildarleiðara: hziska@jardfeingi.fo Verkætlanarstarv sum jarðfrøðingur Arbeiðið er knýtt at NAG-TEC verkætlanini, ið Jarðfeingi saman við fleiri evropiskum jarðfrøðistovnum er farið undir. Endamálið við verkætlanini er at gera eitt jarðfrøðiligt atlas yvir alt Norður-atlantshavið. Verkætlanin væntast at taka trý ár. Arbeiðið fevnir um fleiri greinar innan almennu jarðfrøðina. Nógv av arbeiðinum verður at innsavna og viðgera jarðfrøðiligar dátur á teldu. Krøv til umsøkjarar Setanin krevur vísindaliga útbúgving innan jarðfrøði. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar hava førleikar og royndir innan nýtslu av teldutøkni í sambandi við greining av jarðfrøðiligum spurningum umframt at hava góð samstarvsevni og málsligan førleika. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hera Ziska, deildarleiðara: hziska@jardfeingi.fo ella Una Árting, vísindafólk: ua@jardfeingi.fo FAROESE EARTH AND ENERGY DIRECTORATE Umsóknir Umsóknir skulu vera Jarðfeingi í hendi í seinasta lagi 1. oktober 2011 Adressa: Jarðfeingi, Postboks 3059, FO-110 Tórshavn, Føroyar jardfeingi@jardfeingi.fo WWW.JARDFEINGI.FO FAROESE EARTH AND ENERGY DIRECTORATE WWW.JARDFEINGI.FO 2 størv á Jarðfeingi