mánadagur 19. september 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
Reyði blokkur á Fólkatingi
hevur bara 89 fólkatingsum
boð vald í Danmark, og har
við er hvørki reyður ella bláur
meiriluti í Danmark. Tey bláu
hava 86 tingsessir. Tí hava
Sjúrður Skaale saman við
grønlendsku
umboðunum
avgerandi atkvøðurnar fyri,
at Helle Thorning-Schmidt
kann verða vald til forsæt
isráðharra. Tær tríggjar at
kvøðurnar úr Føroyum og
Grønlandi lyfta nýggju sam
gonguna upp um teir neyðugu
90 tingsessirnar fyri at fáa
meiriluta í Fólkatinginum.
Hetta
er
matematiski
veruleikin í Danmark, og so
leiðis er Sjúrður Skaale komin
í eina lyklastøðu, har hann
– saman við grønlendsku
umboðunum – er avgerandi
atkvøðurnar undir stjórnini.
– Vit hava sjálvandi gjørt
vart við hetta, at tað kunnu
koma mál, har vit mugu
brúka hesa støðuna, sigur
Sjúrður Skaale, sum tó leggur
dent á, at tey fara ikki at
»blackmaila« seg til vald við
at misbrúka hesa støðuna,
men at tey fara at brúka
hana við virðing.
– Vit skulu eisini minnast
til, at umboðini í Føroyum og
í Grønlandi eru ikki vald upp
á eftirløn, ella betalingsring
um Keypmannahavn, ella
upp á 12 minuttir-ætlanina
hjá danska Javnaðarflokk
inum og SF. Vit eru vald
upp á onnur mál, eitt nú
makrelmálið, sum vit skulu
hava eina loysn uppá, sigur
Sjúrður Skaale.
Um vikuskiftið hava Sjúrð
ur Skaale, fólkatingsmaður,
og Aksel Johannesen, for
maður Javnaðarfloksins ver
ið á fundi við danska Javn
aðarflokkin. Teir tosaðu fyrst
við Carsten Hansen, sum er
formaður í tingbólkinum hjá
Javnaðarflokkinum og síðani
við Helle Thorning-Schmidt,
forkvinnu floksins. Sjúður
Skaale sigur, at tingingarnar
endaðu við, at ein avtala varð
gjørd millum partarnar, sum
sigur, at Javnaðarflokkurin
verður sjálvstøðugur flokkur
á fólkatingi, men at hann
verður í tøttum samstarvi við
danska Javnaðarflokkin.
Sjúrður Skaale kann verða
við á øllum tingbólkafundum
og virksemi annars hjá flokk
inum, og hann kann eisini
vera við í nevndarbýtinum.
– Men eg fari ikki at blokera
fyri nøkrum nevndarsessi.
Eg havi ikki gjørt av enn, um
eg skal hava nakran fastan
nevndarsess, ella um hvønn
eg skuldi havt. Hinvegin
havi eg fingið váttan fyri,
at eg altíð kann fáa sæti í
nevndum, tá føroysk mál
verða til viðgerðar, sigur
Sjúrður Skaale.
Tað merkir, at ein limur
í Javnaðarflokkinum víkir
sæti fyri Sjúrði Skaale, tá
serliga føroysk mál verða til
nevndarviðgerðar.
Avtalan, sum gjørd er mill
um partarnar sigur millum
annað, at Sjúrður Skaale:
• er partur av reyða blokk
inum á Fólkatingi, men at
tað stendur honum frítt
at atkvøða sum hann vil í
øllum málum,
• hevur síni egnu starvsfólk
undir sær,
• hevur atgongd til allar
bólkafundir og øll tiltøk
annars - bæði innlendis og
altjóða – hjá danska Javn
aðarflokkinum,
• hevur samband við fram
søgufólk
og
ráðharrar
– herundir forsætisráð
harran - hjá danska Javn
aðarflokkinum um mál,
sum viðvíkja Føroyum,
• umvegis danska Javnaðar
flokkin fær atgongd til
allar tingnevndir, tá mál
av týdningi fyri Føroyar
eru til viðgerðar,
• kann samstarva frítt við
aðrar flokkar - herundir
vera við í samstarvi sum
tí, ið verið hevur í Norður
atlantsbólkinum.
Á fundunum vóru eisini
fleiri ítøkilig, politisk mál
umrødd – eisini mál, har
hugsast kann, at Danmark
og Føroyar ikki hava somu
áhugamál. Avgjørt varð, at
tættur dialogur skal vera um
hesi málini, soleiðis at tey
kunnu loysast á nøktandi
hátt fyri allar partar.
Formaður og fólkatings
maður Javnaðarflokins eru
sera væl nøgdir við tað, sum
er komið burturúr um viku
skiftið.
–
Vit
hava
nú
lagt
arbeiðið soleiðis til rættis,
at vit fáa maksimalt burtúr
fólkatingsessinum. Bæði tá
tað snýr seg um politiska
ávirkan, og tá tað snýr seg
um upplýsing og at umboða
føroysk sjónarmið í Danmark
og aðrastaðni, sigur Sjúrður
Skaale.
Sjúrður Skaale tryggjar
Thorning valdið í Danmark
POLITIKKUR Vit fara ikki at misbrúka støðuna, men tað kunnu koma mál fyri, har vit
fara at gera okkara krøv galdandi, sigur Sjúrður Skaale, sum saman við grønlendsku
umboðnum lyftir nýggju stjórnina upp um tey 90 umboðini á Fólkatingi
Joan
Ólavs
dóttir
sett í
starv hjá
Sjúrði
Eirikur Lindenskov
Joan Ólavsdóttir, sum
hevur starvast í Norður
atlantsbólkinum er nú
sett í starv hjá Sjúrði
Skaale,
fólkatings
manni.
Tá Sjúrður Skaale
hevur sín egna ting
bólk, so fær hann eisini
sína egnu játtan til
umsiting, og tí hevur
hann
møguleika
at
seta fólk í starv.
– Joan Ólavsdóttir
er sera væl inni í øllum
viðurskiftunum
her,
og hevur eina holla
útbúgving sum stjórn
málafrøðingur, so hon
er sera væl egnað til
starvið, sigur Sjúrður
Skaale.
Hann sigur, at onn
ur fólk, eitt ú lesandi,
eisini skulu setast í
starv.
– Stórur áhugi er
fyri hesum, og eg havi
longu fingið fleiri um
sóknir, sigur hann.
Grønlendsku
um
boðini, Doris Jakobsen
úr Siumut og Sara
Olsvig úr IA, koma til
Danmarkar í dag, og
tá fer Sjúrður Skaale
at samráðast við tær
báðar um samstarv.
Hetta kemur eftir ætl
an upp á pláss týsdagin,
sigur Sjúrður Skaale.
Eirikur Lindenskov
Eitt tað fyrsta málið, sum
Sjúrður Skaale er farin í
holt við á Fólkatingi er at
fáa til vega próvgrundir
fyri, at Føroyar eiga rætt til
ein munandi størri part av
makrelkvotuni í Norðurat
lantshavi enn hana, sum ES
og Noreg vilja tilluta Før
oyum.
– Hetta er fyrst og fremst
eitt mál fyri landsstýrið, men
Javnaðarflokkurin vil fegin
nýta teir góðu møguleikar,
sum fólkatingssessurin og
tætta samstarvið við danska
stjórnarflokkin geva, til at
stuðla landsstýrinum í hes
um máli. At ávirka og broyta
støðuna hjá fyrst donskum
myndugleikum og síðani ES
er ein sera krevjandi upp
gáva, og tí mugu allar kreftir
arbeiða saman, sigur Sjúrður
Skaale.
Hann hevur longu greitt
øllum
flokkurin
í
reyða
blokkinum frá støðuni hjá
Føroyum og hví, vit halda
okkum eiga størri part av
makrelkvotuni.
– Tey siga seg skilja støð
una, men tey sita jú øll í
samráðingum. Men eg havi
avtalað fund við tann kom
andi fiskimálaráðharran, so
skjótt greitt er, hvør hann
verður. Tað sum hevur størst
an týdning hjá okkum nú er at
fáa til við so nógv vísindaligt
próvtilfar fyri okkara uppá
haldi, sum vit kunnu brúka
sum grundgevingar, og tað
arbeiðið eru vit í gongd nú,
sigur Sjúrður Skaale.
Finna próvgrundir fyri makrelinum
FÓLKATING
Helle Thorning-Schmidt, komandi forsætisráðharri í Danmark, Aksel V. Johannen, formaður
Javnaðarfloksins og Sjúrður Skaale undirskrivaðu í gjár eina samstarvsavtalu
Joan Ólavsdóttir, sum
hevur starvast fyri
Norðuratlantsbólkin,
er nú í starvi hjá
Sjúrði Skaale