mánadagur 19. september 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
8
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Suðuroyar Sjúkrahús skal
varðveitast sum eitt sjálv
støðugt sjúkrahús við egnari
leiðslu.
Hetta var fólkakravið á
borgarafundi í eini fullsettari
skúlahøll í Trongisvági í
gjárkvøldið, har Suðuroyar
Sjúkrahús var til viðgerðar.
Politiska ætlanin er at
leggja øll trý sjúkrahúsini í
Føroyum saman undir eina
felags leiðslu við eini felags
játtan á fíggjarlógini.
John Johannessen royndi
av øllum alvi at greiða frá, at
ætlanin við hesum er ikki at
máa støðið undan Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Tvørturímóti er endamál
ið at framtíðartryggja tey
smáu sjúkrahúsini.
Men fyri at kunna tað,
verður neyðugt at samskipa
heilsuverkið í eitt felags
sjúkrahús fyri at gagnnýta
fíggjarliga orkuna betri.
Hann vísti á, at sum støðan
er nú, eru langir bíðilistar
á summum sjúkrahúsum,
samstundis sum at onnur
sjúkrahús hava ov lítið at
takast við.
Orsøkin er, at í løtuni eru
tað
kommunulæknarnir,
sum hvør í sínum lagi inn
skriva sjúklingar á tey trý
sjúkrahúsini og í summum
førum skriva teir sjúklingar
inn á øll trý sjúkrahúsini fyri
at bíðitíðin skal vera so stutt
sum gjørligt.
Hann vísti eisini á, at
nú hvørt sjúkrahús hevur
sína egnu játtan, er tað ein
forðing fyri virkseminum, tí
í fíggjarliga trongum tíðum,
er vandi fyri at sjúkrahúsini
aftra seg við at átaka sær
viðgerðir fyri at kunna halda
játtanina.
Ístaðin verður dúvað
upp á, at okkurt annað
sjúkrahús
átekur
sær
sjúklingin.
– Tað ger bílistarnar
óneyðuga langar, segði John
Johannesen.
Inngrógvið misálit
Men borgarafundurin vísti,
at hetta fara suðuroyingar
undir ongum umstøðum at
góðtaka.
Fundurin avdúkaði eitt
inngrógvið misálit á
politisku skipanina, tí
hóast John Johanne
sen,
landsstýris
maður,
gjørdi
sítt
besta at sissa fólk, var
tað heilt týðiligt, at
tey trúðu ikki einum
orði av tí, hann segði.
Bæði fundarfólk og Hans
Petur Nielsen, yvirlækni á
Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum
sat við pallborði, vóru sann
førd um, at hetta verður
endin á Suðuroyar Sjúkra
húsi.
Hinvegin ivaðust fundar
fólk heldur ikki í, at sjálvur
var
landsstýrismaðurin
í bestu meining og vildi
Suðuroyar Sjúkrahúsi alt
tað besta.
Men tey vístu á, at lands
stýrismaðurin er ikki einsa
mallur og at onkur kemur
eftir hann. Tey stúrdu eisini
fyri teirri felags leiðslu,
Hann fekk ikki
suðuroyingar
Suður
oyingar
eiga
heiðurin
Hans Petur Nielsen,
yvirlækni á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, staðfesti,
at tað er av størsta
týdningi, at sjúkrahúsið
varðveitir sína egnu
leiðslu.
Á borgarafundinum
í
gjárkvøldið
seðgi,
hann at arbeiðið at
bjarga kommunulækna
skipanini í Suðuroy, er
eitt dømi um, hvussu
avgerandi tað er, at
talan er um eitt sjálv
støðugt sjúkrahús.
Tað var fyri tveim
um árum síðani at
fari var undir eina
ætlan um at bjarga
k o m m u n u l æ k n a
skipanini í Suðuroy.
Annars var vónleyst at
fáa kommunulæknar
at starvast í Suðuroy,
tí teir eru so fáir, at teir
koma at hava alt ov
nógvar vaktir uttanfyri
vanligu arbeiðstíð.
Tí varð ein skipan
snikkað saman, har
læknar skiftast um
at koma uttan eftir á
sjúkrahúsið at arbeiða.
Eftir vanligu arbeiðstíð
halda teir fram at hava
vakt, har teir røkja van
ligar kommunulækna
uppgávur.
Bara í teimum føri,
har tað er neyðugt hjá
lækna at fara heim
til sjúklingar, verður
kommunulæknin boð
sendir um næturnar og
um vikuskiftini.
Samstundis
er
hetta eisini við til at
tryggja virkseminum
á sjúkrahúsinum.
– Varð hendan skip
anin ikki sett í verk, var
ongin kommunulækni í
Suðuroy í dag, staðfesti
Ronnie Midjord, stjóri á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hans Petur Nielsen
staðfestir, í miðfyri
sitingini í Havn var
lítil og ongin áhugi fyri
hesum.
Hann var sannførd
ur um, at høvdu suður
oyingar
ikki
sjálvir
stríðst so hart fyri tí,
hevði tað heldur ikki
eydnast at fingið hesa
nýggju
skipanina
í
verk.
SJÚKRAHÚSIÐ Á borgarafundi í gjárkvøldi um Suðuroyar Sjúkrahús, tosaði
John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum fyri deyvum oyrum, tí
suðuroyingar hava rætt og slætt ikki álit á, at politikarar halda síni lyfti
Tryggjar Suðuroynna
John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum,
gjørdi sítt ítarsta fyri at sannføra suðuroyingar,
men hann kom ikki langt, tí suðuroyingar krevja,
at Suðuroyar Sjúkrahús verður varðveitt sum
sjálvstøðugur stovnur við egnari leiðslu
Heitt
varð á
landsstýris
mannin um
at kalla ein
spaka fyri
eina spaka