Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Ein av seinastu døgunum í mai í ár sendi Hummarafelagið eitt mótmælisskriv til Vinnu­ málaráðið og Heilsufrøðiligu Starvs­stovuna. Mótmæli er stílað til avvarðandi myndug­ leikar, ið umsita útdeilan av ali­ økjum á føroysku firðunum. Í skrivinum mótmælir felagið – sera harðliga – allari aling, sum hevur snýkt seg so spakuliga inn á tær tilfeingis­ leiðir, sum hummaramenn fiska á. - Hetta eru leiðir, sum vit hava fiskað hummara á – langt, áðrenn nøkur aling í Føroyum sá dagsins ljós, sigur felagið í mótmælis­ skrivinum. Óluksáliga frekt - Vit eru sera vónsviknir av, at myndugleikarnir – fet fyri fet – hava trokað okkum burt­ ur av okkara tilfeingis­leið­um orsakað av aling. Vit halda okkum hava rætt til hesi siðbundnu økir á hesum aldar­ gomlu leiðum at fiska á. Hummarafelagið vísir á, at limirnir í felagnum hava keypt loyvir, bát og reið­skap fyri nógvan pening, men kortini er felagið ikki eftir­ spurt, tá alingin hevur trokað seg inn á tilfeingis­leiðirnar. - Ei heldur hevur nakar bjóðað limum felagsins endur­gjald fyri stóran miss, tá aling er farnir avstað við leið­u­num. Vit halda, at hetta er óluksáliga frekt og fer út um lógarinnar mørk og moral. Felagið heldur, at lands­ stýrið, sum hevur ábyrgdina av útlutan av aliøkj­um, ikki kann geva hummara­monn­ um hesi loyvi at fiska á – og so aftaná geva nøkrum øðrum somu økir til annað endamál. - Vit góðtaka yvirhøvur ikki, at landsstýrið loyvir øðr­um at brúka somu økir sum vit. Lagt verður aftrat, at teir, sum fiska hummara, hava fingið hesi loyvi frá Fiskimálaráðnum á hvørjum ári síðan 1982/1983. Felagið sigur, at fyri 1982 varð hummari fiskaður á somu økjum, men tá var ikki neyðugt við fiskiloyvi til rúsuveiði. - Leggjast kann aftrat, at longri afturi í tíðini hevur eisini verið trolað eftir hummara á somu leiðum, sigur Hummarafelagið. Krevja endurgjald Í mótmælisskrivinum til Vinnumálaráðið og Heilsu­ frøðiligu Starvs­stovuna krevur felagið, at øll aling skal fara út av siðbundnu tilfeingis­leiðunum hjá humm­ aramonnum beinanvegin. - Vit krevja eisini endur­ gjald fyri øll tap vegna limir okkara, sum hesir hava havt fram til dagin í dag, eins og vit krevja endurgjald fyri mistar veiðimøguleikar orsak­ að av aling í komandi tíðum. Felagið vísir á, at humm­ ara­leiðirnar fevna um Tanga­ fjørð, Kollafjørð, Kalbaks­ fjørð, Skálafjørð, Sunda­­lagið sunnanfyri og norðan­fyri Streymin, Sørvágs­fjørð, Funningsfjørð, Harald­s­und, Hvannasund, Árna­fjørð og Borðoyarvík. - Okkara fiskileiðir eru fyri tað mesta frá 30 metra dýpi og djúpari. Inni á botni á summum firðum kann hummari tó vera inn á 20 metra dýpi. Hummari kann soleiðis vera allastaðni, har mórubotnur er. - Vit góðtaka yvirhøvur ikki, at landsstýrið loyvir øðrum at brúka somu økir sum vit, sigur Hummarafelagið, sum hevur mist fleiri veiðiøkir orsakað av aling. Felagið hóttir við at fara víðari við sínum mótmæli, um avvarðandi myndugleikar ikki lurta eftir felagnum Myndugleikarnir kunnu ikki geva fleiri somu loyvir Fakta Virgar Fagraklett, formaður Jóhan Hendrik Vík, skrivari Elmar Simonsen, Hvannasund Tiltakslimir: Kristjan Geyti Christian Christiansen Virgar Fagraklett er formaður í Hummarafelagnum, sum einki hevur frætt frá Vinnumálaráðnum um mótmælisskriv, sum felagið sendi ráðnum seinast í mai Mynd: Vilmund Jacobsen Um einki skilagott kemur burtur úr hesum skrivi heilt skjótt, fara vit víðari við málinum HUMMARAFELAGIÐ