mánadagur 19. september 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
Sosialurin
Hummarafelagið ætlar sær
leypandi at kortleggja allar
hummaraleiðir nágreiniliga.
- Avvarðandi myndug
leikar koma at fáa eitt avrit
av hesum leiðum so hvørt,
sum tær eru gjørdar saman
við staðkendum á økinum.
Vilja hoyrast
At enda í mótmælisskrivinum
sigur felagið, at teir vilja verða
hoyrdir og tiknir við upp
á ráð hvørja ferð, tá nýggj
aliøkir verða útskrivað – ella,
tá gomlu aliøkir verða endur
nýggjað, so hesi ikki koma at
liggja óneyðugt á leiðum, har
hummari verður veiddur.
- Vit meta, at tað er ríkligt
av plássi til aling uttan fyri
okkara fiskileiðir.
Hummarafelagið
sigur
seg eisini krevja fund við
avvarðandi landsstýrismann
ella
avvarðandi
myndug
leikar sum útskriva aliloyvir,
og felagið ynskir í mótmælis
skrivinum, at hesin fundur
verður skjótast gjørligt.
-
Um
einki
skilagott
kemur burtur úr hesum
skrivi heilt skjótt, fara vit
víðari við málinum, sigur
Hummarafelgið, sum eisini
hevði limafund í Streymnesi
herfyri.
Men hóast hesa áheitan
á Vinnumálaráðið og Heilsu
frøðiligu Starvsstovuna í
endnum av mai í ár, hevur
felagið einki frætt aftur.
vilmund@sosialurin.fo
Hummarafelagið krevur
endurgjald fyri øll tap, eins og
felagið krevur endurgjald fyri
mistar veiðimøguleikar
Hummarafelagið sigur, at teir vilja verða
hoyrdir og tiknir við upp á ráð hvørja ferð,
tá nýggj aliøkir verða útskrivað – ella,
tá gomlu aliøkir verða endurnýggjað,
so hesi ikki koma at liggja óneyðugt á
leiðum, har hummari verður veiddur.
Myndin er tilvildarlig
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin
bjóðaði
M.J. Saltsøla til móttøku
í nýggja bygninginum
hjá felagnum Við Rætt á
Toftum.
Tað er J & K Petersen,
ið hevur bygt goymslu
bygningin,
sum
nú
stendur liðugur. Demich
hevur gjørt hita og
sanitet, og Elmek hevur
gjørt el-arbeiðið.
Bygningurin,
sum
felagið nú eigur og rekur
á Toftum, er slakar 1500
fermetrar stórur.
Síðan
virksemið
so smátt byrjaði fyrr í
summar, hevur M.J. Salt
søla fingið tvær lastir við
salti beinleiðis úr Ibiza.
Hin fyrra var á 3.000 og
hin seinna á 3.500 tons.
Magni
Johannesen
er stjóri í M.J.Saltsølu,
og pápi hansara, Mortan
Johannesen, er nevndar
formaður í felagnum.
- Vit høvdu millum
90-100 fólk inni á gólvi
num
við
móttøkuna
fríggjadagin. Her vóru
bæði veitarar, viðskifta
fólk,
ymisk
umboð
og fólk við áhuga fyri
okkara virksemi.
Magni sigur, at hann
beyð vælkomin, og eis
ini segði pápi hansara,
Mortan,
nøkur
orð.
Borgarstjórin í Nes komm
unu, Símin Johannesen,
beyð eisini M.J. Saltsølu
vælkomnari til bygdar.
- Hetta er fínasta
slag. Vit hava fingið júst
tann bygning, sum vit
vildu hava, og nú er bara
okkurt smávegis eftir at
gera.
Magni
Johannesen
sigur,
at
samstarvið,
sum hevur verið millum
M.J.Saltsølu
og
Nes
kommunu, hevur verið
fyrimyndarligt.
- Vit kenna okkum
hjartaliga
vælkomnar
her í kommununi, sigur
stjórin í M.J. Saltsølu,
Magni Johannesen.
vilmund@sosialurin.fo
90-100 fólk
heilsaðu
saltsøluni
Síðan M.J. Saltsøla byrjaði
sítt virksemi á Toftum,
hevur felagið fingið tvær
lastir við salti úr Ibiza
Feðgarnir, Magni og Mortan Johannesen
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Nýggja saltgoymslan hjá M.J. Saltsølu á Toftum
Mynd: Birgir W. Høgnesen