mánadagur 19. september 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
12
Sosialurin
Leo Poulsen
- Valið var ein katastrofa!
So bersøgin er Kári P.
Højgaard
um
valúrslitið
hjá Sjálvstýrisflokkinum til
fólkatingsvalið.
- Nú er tað eingin loyna,
at eg eri ímóti, at flokkurin
yvirhøvur stillar upp til
fólkatingsval. Eg haldi ikki,
at vit hava nakað at gera á
fólkatingi, og eins og danir
hava ríkisumboð í Føroyum,
skuldu vit havt eitt ríkisum
boð í Danmark, sigur Kári P.
Højgaard.
Hann stillaði sum kunnugt
ikki upp til valið hesaferð,
men tað hevur einki sum
so at gera við ta ósemju, ið
leikar innanflokka.
- Eg havi bert einaferð
stillað upp til fólkatingsval,
og at eg ikki geri tað hongur
sum nevnt saman við, at eg
ikki meti føroyingar hava
nakað at gera i einum donsk
um fólkatingi, sigur Kári P.
Højgaard.
Hann heldur, at talan var
um eitt katastrofuval, og
at flokkurin eigur at taka
veljarans dóm til eftirtektar.
- Gera vit ikki tað, kann
løgtingsvalið gerast ein eins
stór katastrofa, sum fólka
tingsvalið var, sigur Kári P.
Højgaard.
Hann heldur annars, at
tað má vera upp til lands
nevndarformannin og floks
formannin at siga, hvussu
flokkurin
kemur
víðari
frá hesum stak vánaliga
valinum.
Kári einasta alternativ
Úrslitið av valinum vísir, at
Sjálvstýrisflokkurin
hevði
verið minsti flokkur í landi
num, og hevði ikki fingið
umboð á løgting, var talan
um eitt løgtingsval.
- Formaðurin hevur jú
boðað frá, at hann tekur
úrslitið til eftirtektar og fer
at leggja frá sær. Og sum
spælireglurnar
eru,
skal
formaðurin finnast millum
landsstýris- og løgtingslimir
floksins. Tað ber sjálvandi til
at broyta hesar reglur, tí tað
er til eina og hvørja tíð lands
fundurin, ið tekur avgerð
um hetta, men tað er neyvan
skilagott at broyta hesar
reglur so stutt upp undir
eitt løgtingsval, sigur Kári P.
Højgaard.
Við øðrum orðum er tað tí
sannlíkt, at komandi formað
ur Sjálvstýrisfloksins aftur
fer at eita Kári P. Højgaard.
- Nú ber sjálvandi illa til at
sammeta eitt fólkatingsval
við eitt løgtingsval. Øll vita,
at ein atkvøða til ein av smáu
flokkunum til eitt fólkatings
val er burturspilt. Søgan er
ein heilt onnur, tá talan er
um løgtingsval, og veljara
kanningar
hava
víst,
at
Sjálvstýrisflokkurin stendur
til tveir tinglimir, eins og
vit hava í dag, sigur Kári P.
Højgaard.
Hann heldur tí, at um rætt
verður atborið, fær flokkurin
eitt gott løgtingsval.
- Men neyðugt er hjá
flokkinum at taka veljarans
dóm til eftirtektar, tí gera vit
ikki tað, verðu rløgtingsvalið
ein líka stór katastrofa sum
fólkatingsvalið
var,
sigur
Kári P. Højgaard.
Avgreiða formansvalið
Longu valkvøldið sendi Kári
á Rógvi út tíðindaskriv har
hann boðaði frá, at hann
leggur frá sær sum formaður
í flokkinum. Men samstundis
sigur Kári á Rógvi, at komandi
formaðurin skal finnast mill
um vónandi nýggj nøvn í
tingmanningini.
- Eg haldi, at formansvalið
skal avgreiðast í góðari tíð
undan
løgtingsvalinum.
Hetta kann gerast við at kalla
inn til eykaaðalfund, tí van
ligur aðalfundur skal boðast
frá við fýra vikum skotbrái,
sigur Kári P. Højgaard.
Hann dugir ikki at ímynda
sær nakrar broytingar í
háttinum at velja formann,
og tað merkir tí, at hann er
einasta alternativið til sitandi
formann, ið sum nevnt hevur
boðað frá, at hann ætlar at
leggja frá sær.
Annars er flokkurin í
holt við at fyrireika seg til
komandi løgtingsval.
- Onkrir uppstillingar
fundir
hava
verið,
men
annars hevur flokkurin ein
loypandi lista til løgtings
valið. Og verður rætt atborið,
vænti eg, at vit fara at fáa
eitt gott løgtingsval, sigur
Kári P. Højgaard, ið sambært
ásetingum
Sjálvstýrisflok
sins verður næsti formaður
floksins.
leo@sosialurin.fo
Kári einasta alternativ
Taka vit katastrofuvalið til eftirtektar og lurta eftir veljarans dómi, kunnu vit fáa eitt gott úrslit til
løgtingsvalið, sigur Kári P. Højgaard sum heldur, at formansvalið eigur at avgreiðast sum skjótast
Nýggjur formaður
Øll tekin eru til, at Kári P.
Højgaard aftur verður formaður
í Sjálvstýrisflokkinum