mánadagur 19. september 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
Sosialurin
F
ólkatingsvalið er farið afturum,
og tann spenningur, sum tey
flestu mettu fór at verða um seinna
umboðið, gjørdist veruleiki. Trupult
var at rokna út, hvørja ávirkan
floksskiftið hjá Sjúrði Skaale fór at
fáa á valinum. Fóru fólk at taka ein
fyri fult, sum so brádliga skifti sína
fullveldishugsjón út við javnaðar
politikk?
Tað
gjørdu
nógvir
veljarar. Sjúrður Skaale var fríska
lotið, sum javnaðarfólk hava bíðað
eftir í mong ár, meðan tey hava sæð
Tjóðveldi vunnið ein valsigur fyri
og annan eftir. Tá tey so við Sjúrði
kundu geva Tjóðveldi ein dyggan
undir vangan við kanska at koppa
Høgna Hoydal, fóru tey manssterk
á val. Tað gjørdu tjóðveldisveljarar
vist ikki, og tí góvu teir sínum egna
formanni fyrsta veruliga ósigurin
síðan søguliga valið í 1998.
M
en hvussu kann tað henda,
at ein maður bara skiftir
flokk og fær eitt kanónval í einum
øðrum flokki beint aftaná? Heðin
Mortensen gjørdi hetta í býráðnum
í Havn, tá hann flutti úr Sambands
flokkinum yvir í Javnaðarflokkin.
Nú hevur Sjúrður Skaale so gjørt
tað sama. Frágreiðingin er helst,
at summir persónar eru meira enn
bara vanligir politikarar. Teir eru
fólksins ogn upp á fleiri mátar.
Heðin hevur altíð verið tann sjón
ligi og ídni, sum dugdi at tosa við
høg og lág og knýta tey at sær í
alskyns felagsskapum. Øll hava eina
meining um hann. Sjúrður Skaale
hevur undirhildið fólki í mong ár
sum skemtari, og øll hava sæð, at
talan var um vitugt skemt og ikki
bara tvætl. Sjúrður hevur verið
ein, tú mátti taka støðu til. Tosar
Esmar ella Sjúrður? Er hetta skemt
ella álvari? Hann hevur provokerað
mong við sínum mongu leiklutum.
S
júrður Skaale hevur haraftrat
retoriskar gávur og evnir at
leggja kampanjur til rættis. Hetta er
sjálvandi ein fyrimunur, um tú ætlar
tær nakað í politikki. Í valstríðnum
upp undir fólkatingsvalið var lítið
innihald, men bestu slagorðini
hevði Javnaðarflokkurin. Hann
setti hálva tíð upp ímóti fullari tíð,
polarisering upp ímóti politikki
og Edmund upp ímóti Høgna. Á
hendan hátt sendi hann eitt greitt
signal um, at hann ætlaði sær at
koppa Høgna, tí sambandsmaðurin
var jú tryggur. Flokkurin dró eisini
Petur Mohr Dam, Atla Dam, Jákup
Lindenskov og Jóannes Eidesgaard
inn í eina røð av avrikum, sum
flokkurin segði seg eiga æruna
av. Sjálvrósið var ósakligt og
lutvíst ósatt,
men
boðskapirnir
vóru beinraknir og provokerandi.
F
yrimunurin hjá Javnaðarflokk
inum var uttan iva, at lítið
innihald var í valstríðnum, og at við
merkjarar og valevnir settu spurnar
tekn við, um fólkatingsessirnir ikki
bara skuldu avtakast. Í einum innan
tómum valstríði trívist einfaldur
retorikkur væl, tí har er onki annað.
Tá journalistisku spyrjararnir heldur
ikki krevja innihald á borðið, bliknar
bara alt. Ein fyrimunur var tað uttan
iva eisini, at letin millum fólk við
politikk er stór, og at rákið í tíðini
er hugsjónarleyst. Vit hava havt
eina minnilutastjórn við Sambands
flokkinum og Javnaðarflokkinum,
sum Tjóðveldi hevur stuðlað. Flokk
ar eru syndraðir av fleiri stórmál
um, m.a. broytingunum í fiskivinnu
politikkinum. Stjórnarskipanarmálið
endaði við ósemju. Búskaparliga er
løgtingið bundið á hond og fót og
má sjussa seg fram til loysnirnar.
Ongin yvirskipað kós hevur verið
um nakað í skjótt mong ár.
E
itt annað ger seg eisini galdandi,
sum tey, ið eru eldri enn 35,
kanska ikki hugsa um. Í 1998 var tjóð
skaparandin sterkur, og sera nógv
fólk vóru upptikin av politikki, søgu
og ætlanum. Soleiðis er ikki í dag.
Tey, sum eru yngri enn 25, minnast
nóg illa 1998 og kenna bara t.d.
Høgna Hoydal sum ein politikara, ið
er í politiskum hólmgongum sum so
mong onnur. Sjúrð Skaale kenna tey
ungu í dag bæði frá Pipari og Salti,
Summarfestivalinum, stórslignum
fjalltúrum og satiriskum skemti
sangum. At hann megnar at fóta
sær politiskt, ger hann bara upp
aftur áhugaverdari millum tey
ungu. Og hvørji eru hesi ungu? Hava
tey áhuga fyri tjóðskaparsøgu og
hugsjónum? Tvætla ikki. Tey skrála
seg hás aftur við Páll Finnur Páll
og Pipari og Salti um gjeikarar og
sigoynarar. Og tekstirnir, tey syngja,
eru talumál og ikki skaldamál, tí
skaldamál er ov stirvið.
V
ið øðrum orðum eru vit lutvíst
í einum postmodernistiskum
ráki í Føroyum. Trúskapurin mót
vegis tjóðskapi, hugsjónum og kend
um grundvirðum er ikki ovurstórur.
Hetta sæst eisini á tí hópi av fólki,
sum fer av landinum og ikki tímir at
koma aftur. Fleiri av teimum, sum
fara, hava ongan dreym um Føroyar
sum nakað serstakt, men vilja ogna
sær allan heimin ella ið hvussu
er Keypmannahavn og kanska
London í staðin. Føroyskt tíma tey
illa at knossast við, tí kunnu øll ikki
bara gera, sum tey vilja, ella bara
skriva og tosa danskt og enskt? Og
føroyskur politikkur? Er løgtingið
ikki pínligt, sum tað klandrast?
Alt er eitt sindur líkamikið. Ongin
hugsjón er áhugaverd. Søga er ikki
áhugaverd. Álvari og skemt kunnu
væl blandast saman. Grundvirðir
kunnu upploysast, og eitt orð er eitt
orð, til tað er eitt annað orð.
S
júrður Skaale er persónifiser
ingin av hesum ráki. Hann
spælir allar møguleikar leiklutir,
og tað er bara heilt ok, tí kravt
verður ikki, at tú altíð ert tann
sami. Hann sigur, at tey, sum valdu
loysing í 1946, eru deyð. Hann
leggur tá ongan týdning í søguna
og avdúkar ein sjáldsama harðligan
bondskleika, sum annars ofta bara
sleppur út gjøgnum skemtaran.
Hann sigur seg ikki vera ein stein,
men ein mann, sum altíð kann
skifta meining. Tá ljóðar hann sum
Erasmus Montanus, men eisini tað
verður góðtikið, tí hugsjónir eru
stirvnar og ikki týdningarmiklar.
Í einum tannleysum politiskum
landslag,
har tey
flestu eru áh
so hampilig, sigur hann eisini orðið,
sum meðalhampafólk ofta dána av:
Pragmatisma! Hóast pragmatisma
bæði merkir, at tú fremur tað, sum
ber til, og at tú ert ein vingliskøltur,
verður hann heldur ikki revsaður
fyri hetta, tí tíðin er fjøltýdd, og fólk
eru troytt av stillstøðu.
S
oleðis kundi Javnaðarflokkurin
vinna annað fólkatingsumboðið,
og hvussu gjørdi so Sambands
flokkurin? Hann hevði tað lætt.
Edmund Joensen seldi veljarunum
danskar pengar og ríkisfelagsskap,
og tað riggaði. Kaj Leo Johannsen
fær meira og meira løn fyri at
siga sovorðið sum, at arbeiðast
má hart, og at nú er ikki stundin
at stinga halan millum beinini.
Hvørji boð hann hevur upp á
framtíðina, avdúkar hann sjáldan,
men ríkisfelagsskapurin og banka
pakkarnir eru so tvey boð, hann
viðhvørt nevnir. Tað riggar eisini.
Og hví? Jú, tí fleiri vilja hava
ríkisfelagsskap, sjálvandi. Men hetta
er eisini fyrsta valið, síðan bæði
Eik Banki og Faroe Seafood fóru á
heysin. 11.000 partaeigarar sleikja
síni sár eftir, at teir mistu nógvar
pengar í Eik. Um hesi fólkini eisini
vóru innskjótarar í Eik, skilja tey
væl, hvat Kaj Leo Johannesen tosar
um, tá hann tosar um bankapakkar,
nevniliga pengarnar, sum tey ikki
mistu.
F
ólkaflokkurin setti seg uttan
fyri samgonguna í vár, men stóð
seg væl á fólkatingsvalinum, m.a.
orsakað av, at Annika Olsen fær
stóran stuðul, og at Jacob Vester
gaard fær løn fyri sítt treiskni
í sambandi við makrelsamráð
ingarnar. Eisini munnu veljarar
flokkast um Fólkaflokkin, ið eru
ímóti skerjingum í fiskidøgunum.
Tjóðveldi var bleikt í valstríðnum.
Førdi defensiva kampanju við at
afturvísa fordómum ímóti flokki
num, reklameraði lítið og hevði
ilt við at verja dupultmandatið á
fólkatingi. Helst sótu mong tjóð
veldisfólk heima, men undirtøkan á
bygdunum tóktist at vera víkjandi,
og Havnin sveik. Høgni Hoydal
segði á Facebook eftir valið, at nú
fór hann út í vindin at hugsa djúpt,
og so fór hann at herja á aftur. Tað
verður helst neyðugt, tí rákið er við
sambandsvonginum, og Framsókn
er á veg. Helst hugsa tey eisini djúpt
í Javnaðarflokkinum, tí hvørja ferð
flokkurin gongur nógv fram, kemst
tað av, at onkur kemur uttanífrá og
yvirtekur flokkin.
Áloypandi retorikkur vann valið
- eygleiðingar av einum fólkatingsvali, sum avdúkaði, at fjøltáttaðar persónmenskur
lættliga kunnu yvirtaka ein flokk upp á fáar vikur, at tjóðskapareffektin frá 1998 er
nógv viknað, og at tað loysir seg at selja danskar pengar og loysnir í Føroyum
Tíðargrein
Uni Arge