mánadagur 19. september 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
14
Sosialurin
Kjak
1. Á Miðvágs kendu gøtum
í farnum, góðum løtum,
her gingu kendir menn.
Ja, summir dugdu skriva,
at fáa alt at liva,
í hellu ristu navn.
Nógvir eru um alt landið kendir,
aðrir hava bara verið nevndir,
onkur kvinna kundi verið nevnd her,
Miðvágs bygd av teimum so
væl kend er.
2. Í gomlum døgum tingið
í Miðvági var hildið
við gamla bóndagarð.
Her dømt varð um alt landið
frá fjall at fjørusandi
í lógarinnar navn.
Onkur var av Gálgasteini hongdur,
onkur út av Trælanýpu slongdur,
annar var á Spískasteini longdur,
í Miðvági slíkt hendir ikki longur.
3. Í gamla Jansagarði,
har prestur breyt sær lærið,
gekk Beinta prestasprund.
Hon flutti prest av presti,
og fleiri ferðir festi
hon gamla Kálvalíð.
Summi søgdu, hon var full í gandi,
at hon fyri prestar var ein vandi,
greitt er, at hon var av høgum standi,
hennar’ brøgd, tey kendust um alt landið.
4. Vit Gudmund Bruun væl kenna,
sum fáur mundi brenna
for okkar’ móðurmál.
At hann fekk gott í beinið,
tað segði gamli Heini,
hann át bert grind og kál.
Hann vaks upp í gamla Jansagarði,
sama stað, har prestur breyt sær lærið,
Gudmund fór til Danmarkar at læra,
men gloymdi ikki bygdina at æra.
5. Í Beitinum á Ryggi,
har eg um stundir hyggi,
gekk okkar’ størsta skald.
Ein evnaríkur maður,
sum ofta fall í stavir,
á penninum fekk vald.
Mikkjal var tað stóra sálmaskaldið,
um mál og mentan okkum væl fortaldi,
teknaði hvønn fugl í Føroyum baldist
og hvønn hval, sum fram við Føroyum spældi.
6. Tann fyrsta bók, vit vita
á føroyskum varð ritað,
tað Bábelstornið var.
Rasmus var tann klettur,
sum uppá heyggin settur sá yvir landi og hav.
Háskúlin væl vaks úr hansar’ hondum,
megnaði at loysa seg úr bondum,
sum bundin vóru væl av fløtum londum,
hann mál og mentan dróg at Føroya strondum.
her, sum J. C. Svabo hevur livað,
her, sum fyrsta snellan fór at hiva,
framburðsbygdin besta uttan iva.
7. Á Ryggi var ein annar,
so mangan tú tað sannar,
at skjótt at gloyma er.
Olivar var tað skaldið,
sum móðurlandið aldi,
sum vaks við ár í hond.
Olivar sang um móðurmálið kæra,
um móðurmál og Gud og landið æra,
um fiskimenn, sum út á havið fara,
hví dreingir mest um seyð og haga læra.
8. Dagmar æt tann kvinna,
sum miðvingar væl ynna,
hon systir Mikkjals var.
Hon skrivaði um hana, í Skúvoy fekk sín
bana, tí pútubarn hon bar.
Bókin “Ranvá” øll í Føroyum vita,
fyrsta, føroysk kvinna hevur ritað,
á Føroya máli er hon so væl litað,
megnaði nógv mørk hjá kvinnum flyta.
9. Í Miðvágs bygd nógv hendi,
til frambrot Føroyar vendi,
sum bygdu hetta land.
Her reimaveltan gøddist,
her fyrsti skúlin føddist,
her birtu bøkur brand.
Her var fyrsta bygdasøga skrivað,
10. Við Kirkjaránna stóru
vit aftur fyrstir vóru
á handaligan hógv.
Her stóð tað fyrsta verkstað,
sum Føroyar høvdu tá sæð,
og spann í góðum lag.
Áin fekk maskinurnar at hurra,
høvlar, sagir, fresarar at snurra,
vælnøgdir teir menn tá mundu murra,
fingu hús og heim uppá tað turra.
11. Við Grønlands oyðnu strendur,
har golfstreymurin vendir,
har hendir mangt og hvat.
Tann fyrsti, sum har “kendi”
og loddið niður rendi,
hann “Birtulias” æt.
Sum tann fyrsti fór hann út at rógva,
í Grønlandi mong ár hann mundi knógva,
at alt ber til, so væl hann mátti prógva,
at Miðvingur hann var, er ei at krógva.
12. Á Miðvágs vøkru fløtum,
á gomlum bygdagøtum,
her sjóðar fyrndalag.
Á stóra Miðvágs sandi kom mesta grind at
landi í øldir fleir á rað.
Men nú fargast sjógvurin ei reyður,
grindahugburður er púra deyður,
skjótt tað gamla farið er úr minni,
eg ongan grindaskølt á sandi finni.
13. Tó enn ímillum fjarða tað eru menn, ið
skara framum tað vanliga.
Tak bara hann, Jens Eli, hann er ein mílipeli
at seta alt í gongd.
Í svartkjafti hann var tann allar fyrsti,
var reiðari og skald, sum honum lysti,
mangan tátt úr ermuni hann risti,
ongantíð seg sjálvan burtur misti.
14. Ímillum hús og bakka,
har “Sjakker” mundi sjakka
runt um sín egna hjall.
Har Hjalgrím og Boys Hanna,
títt øll við borðið kanna,
um øll nú vóru har.
Tí tey áttu ellivu børn sjálvi,
Harry B. var teirra fyrsti alvi,
størsta sjómansskald í hesum landi,
hann sjálvandi vaks upp á Miðvágs sandi.
15. Tó ei vit meða gloyma,
ei heldur nakað goyma,
um vøkru Miðvágs bygd.
At vit á herðar byggja,
tá afturum vit hyggja
og seta somu dygd.
Ta mentan og tann hugburð, sum teir høvdu,
tá teir størstu jørð í landi pløgdu,
altíð fyrstir framburðin at bera,
málið fremst í Miðvági skal vera.
16. Eg kundi nevnt mangt annað
og søgurnar væl kannað um øll,
sum bygdin ól.
Men lat meg bara gevast at reypa og at
strevast,
nú alt úr heysi mól.
Líka út á Nýpuna eg síggi,
Leitisvatn er blankt við ongum skýggi,
hygg, sandurin, nú ósin rennur møkur,
Miðvágsbygd, tú er mær sera vøkur.
Valdemar á Løgmansbø
Miðvágstátturin
Lag: Úr Kvívík hoyrdist sjongur
Áttandi partur
Í kap. 9 lesa vit, um hvussu
Saul søkir at samkomuni,
men verður umvendur og fer
at prædika tann Kristus, sum
hann hevði søkt at. Jødarnir
lógu honum eftir lívinum,
og
lærisveinarnir
fingu
sent hann til Jerúsalem.
Men har ræddust øll hann,
men Barnabas tók sær av
honum og fór við honum til
ápostlarnar, so gekk hann
út og inn hjá teimum og
vitnaði hugreystur, men tá
ið jødarnir lógu eftir honum,
fóru brøðurnir við honum
til Kesarea og fingu hann
haðani til Tarsus. Samkoman
hevði nú frið, hon var
uppbygd og vaks við hjálp
Heilaga Andans.
Pætur grøðir Eneas, og
tvær heilar bygdir venda
við til Harran. Pætur vekur
Tabitu upp frá deyðum,
og mong komu til trúgv á
Harran í Joppe. Í kap. 10 lesa
vit, at Pætur fekk eitt serligt
kall um at fara inn til heidn
ingin Kornelius og øll, sum
har vóru komu til trúgv og
vóru doypt. Men tá vóru
nakrir av teimum umskornu,
sum vóru ídnir fyri lógini og
umskeringini, sum settu at
Pæturi, tí hann var farin inn
til heidningar. Pætur greiddi
fyri teimum, tað, sum var
farið fram, hvussu Harrin
á ein serligan hátt hevði
kallað hann til at gera hetta,
hetta góðtóku hinir, og so var
friður.
Orðið breiddist nú meir
og meir út og varð nú eisini
kunngjørt
heidningum,
og í Antiokia kom stórt tal
til trúgv og vendi við til
Harran. Barnabas kom hagar
og fekk Saul at koma eisini,
og teir vóru har heilt ár og
lærdu stóran skara. Tað var í
Antiokia lærisveinarnir fyrst
vóru kallaðir kristnir.
Síðani hendir tað, at ápost
ulin Jákup, sum vit lesa um
fleiri ferðir í evangeliunum,
verður tikin og dripin við
svørði av Heródesi kongi,
Onnur verða eisini tikin og
pínd. Eisini Pætur verður
tikin, men verður á undur
fullan hátt fríðaður av eingli.
Í Antiokia, í samkomuni
har, vóru profetar og lærarar-
Barnabas, Símun, sum hevði
tilnavnið
Niger,
Lukius
úr Kýrene, Manaen, sum
var fosturbróðir Heródes
fjórðingshøvdinga, og Saul.
Um profetar sigur Paulus
í 1. Korintbr. 14, at teir tala
samkomuni til uppbygging
ámminning og troyst. Sam
komu Guds tørvar slíkar
menn, sum uppbyggja og
læra samkomuna. Les allan
14. Kap í 1. Korintbrævi.
Síðani lesa vit víðari í 13. Kap.
í Ápostlasøguni, at tey hildu
gudstænastu og fastaðu, og
Heilagi Andin segði: “Takið
Mær út Barnabas og Saul
til verkið, ið Eg havi kallað
teir til!” Teir vóru soleiðis av
Heilaga Andanum sendir út
at prædika.
Framhald
Richard Danielsen
Hugleiðingar úr Ápostlasøguni