mánadagur 19. september 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Á heimavølli móti liði, sum hevði
vunnið sær trý stig færri higartil
í ár, skuldi dysturin hjá Aarhus
Fremad við Jóhan Troest Davidsen
á vinstra bakki vinnast. Men før
oyski landsliðsleikarin var meiri
ella minni beinleiðis orsøkin til, at
sigurin glapp Aarhus Fremad av
hondum.
Heimaliðið var leikliga greitt
omaná, men tað var ikki fyrr enn
sjey minuttir eftir steðgin, at ein
av mongu málmøguleikunum varð
umsettur til mál. Lindholm, sum
mótstøðuliðið æt, dúvaði hesa
løtuna upp á kontraálop og tað
var eisini eitt av hesum, sum vendi
dystinum.
Tíggju minuttir eftir leiðslu
málið, tá ein góður tími var spældur
ella so, var ein Lindholm-leik
ari sloppin framvið øllum. Inni í
brotsteiginum fekk Jóhan Troest
Davidsen fatur í leikaranum, heilt
bókstavliga, og hálaði hendan um
koll. Dómarin var ivaleysur, vísti
Jóhan av vøllinum og dømdi brots
spark, sum Lindholm umsetti til
mál.
Aarhus Fremad fall tó ikki í
fátt, men varðveitti takið eina
løtu eftir hetta. Kortini eydnaðist
ikki teimum at ressast heilt, og
tveir minuttir fyri leiklok gjørdi
Lindholm sigursmálið, soleiðis at
gestirnir vendu 1-0 til 1-2 til teirra
fyrimuns.
Aarhus
Fremad
liggur
nú
nummar sjey í triðbestu donsku
fótbóltsdeildini, 2. division Vest,
har tað er ógvuliga tætt. Liðið
hjá Jóhan Troest Davidsen hevur
tíggju stig, men einans trý stig eru
upp til triðja plássið, sum er beint
undir markinum til uppflyting,
og somuleiðis eru trý stig aftur til
12. plássið, sum er beint omanfyri
niðurflytingarmarkið. Øll liðini
hava spælt umfør og oddalið er FC
Fyn, sum hevur Viljorm Davidsen
millum stuðulsleikararnar.
rolant@sosialurin.fo
Vertirnir gramdu seg um dómaran. Dømt er
dømt, sum onkur tók til, og heldur ikki hesa
ferð eydnaðist nøkrum at sannføra dómaran
um, at hann átti at dømt øðrvísi.
(www.b36.fo)
B36 hevur horna sum Ndende í fyrstu
atløgu fær stúta burtur, men tá kemur ein
B36 leikari við fullari ferð, og rennur beint
á Ndende sum ferð sendandi inn í málið,
og onkusvegna dugdu hvørki dómari ella
linjuverji at síggja tað. (www.b68.fo)
Hóast vit vardu sum úlvar allan seinna
hálvleik, megnaðu vit ikki at binda fyri.
Gestirnir fingu útjavnandi málið í síðstu løtu,
og vóru teir neyvari, vunnu teir. (www.hb.fo)
Eftir tvær ferðir at hava verið aftanfyri, kunnu
vit bert gleðast um, at eina stigið hóast alt er
okkara. Kanska verður tað júst hetta stigið,
ið gerst avgerandi tá teljast skal upp eftir 27
umfør. (www.07vestur.fo)
Ein løgin dystur at vera vitni til, tá FC Hoyvík
tók ímóti Víkingi leygardagin. FC Hoyvík hevði
yvirtakið allan dystin á tamb og skapti eini
10-15 stórar málmøguleikar, men eitt stórt
feitt null, var málúrtøkan í okkara favør, tá
samanumkom. (www.fchoyvík.fo)
Úrslitið 7-0 til TB talar eisini fyri seg, og var
sigurin ikki eitt einasta mál ov lítil, heldur
tvørtur ímóti. (www.tb.fo)
Serliga ein leikari sum Nenad Stankovic á
miðvøllinum misti nógvar óneyðugar bóltar
og tað ávirkaði so aftur hinar leikararnar.
(www.nordlysid.fo)
Tíðin hjá Pál var 2:04.45. Gamla metið
hjá honum frá SuSvim stevnuni í mars var
2:04.75, sum hann setti við fullskeggi.
(www.svimjing.com)
Aftaná dystirnar vóru kosnir dagsins
spælarar. Hjá kvinnunum bleiv tað Jacklyn
Djuhuus úr Neistanum og hjá monnunum fekk
Finnur Hansson úr Neistanum, hendan heiður.
(www.neistin.fo)
hvat siga heimasíðurnar?
Danmark Føroyski landsliðsleikarin var Aarhus Fremad ein
dýrur drongur, tá hann varð vístur av vøllinum um vikuskiftið
Rólant Waag Dam
19 ára gamli Gunnar Zacha
riassen slap aftur hetta viku
skiftið upp í part, tá AB spældi
í næstbestu donsku fótbólts
kappingini. Farna vikuskiftið
spældi hann sín fyrsta dyst
í næstbestu deildini fyri AB,
seinni í farnu viku gjørdi
hann sítt fyrsta mál, tá hann
varð skiftur inn í steypakapp
ingardysti, og aftur hetta viku
skiftið slapp hann at royna
seg. Hesaferð gjørdist kortini
ikki talan um mál, tí dysturin,
sum endaði 1-3 til FC Hjørring,
var avgjørdur, tá Gunnar kom
á vøllin.
Gunnar Zachariassen er
ikki tað kendast navnið í Før
oyum, men hann hevur um
boðað Føroyar á U21-landslið
num tríggjar ferðir – seinast
í dystinum móti Serbia – og
hevur eisini spælt tríggjar
U19-landsdystir. Hann er álops
kendur
miðvallarleikari
og
hevur áður spælt í ungdóms
deildini hjá Brøndby.
rolant@sosialurin.fo
Sjey
minuttir
til Gunnar
Danmark U21-landsliðsleikarin
Gunnar Zachariassen spældi sjey
minuttir í næstbestu donsku
deildini um vikuskiftið
Viljormur er fremst
Troest sá reytt
Rólant Waag Dam
Í fjør mátti FC Fyn tungu leiðina
úr næstbestu í triðbestu donsku
fótbóltsdeildina.
Viljormur
Davidsen, sum var fastur fúsur á
U21-landsliðnum og eisini hevur
snoddað til A-landsliðið, fylgdi við
niður, men er nú við at vinna liðið
uppaftur.
Í øllum førum hava fyrstu sjey
umførini hepnast so mikið væl, at
FC Fyn er oddalið. Teir eru ósigraðir
við seks sigrum og einum javnleiki.
Næst teimum er eitt annað lið
av Fyn, Næsby, sum eisini hevur
vunnið seks dystir, men eisini tapt
ein. Henda dystin tapti Næsby um
vikuskiftið fyri júst FC Fyn.
Talan gjørdist um ein jøvnum
dysti, har FC Fyn uppiborið dróg
longra stráðið og vann 0-2. Málini
fullu í 79. og 89. Minutti. Viljormur
Davidsen hevur í ár havt ein heldur
øðrvísi leiklut enn í fjør, tá hann
røkti uppgávuna sum vongverji.
Nú er hann fluttur eitt pláss fram
og spælir ofta vongur. Soleiðis var
eisini um vikuskiftið, har hann
spældi 72. minuttir, áðrenn hann
varð skiftur út.
Soleiðis vann FC Fyn bæði
granna- og oddauppgerðina í trið
bestu
donsku
fótbóltsdeildini.
Tað boðar frá góðum, og møguliga
verður steðgurin í triðbestu deild
ini hjá FC Fyn so stuttur sum yvir
høvur tilber. Higartil hevur tað í
øllum førum gingið so væl, sum
tað yvirhøvur kann hugsast. Liðið
hevur skotið 20 mál og hevur teir
báðar leikararnar, sum hava gjørt
flest mál í deildini, Mads Overgaard
og Casper Johansen, á liðnum. Teir
hava gjørt ávíkavist sjey og átta mál
hvør, umframt at FC Fyn einans
hevur latið fimm mál í gjøgnum.
Viljormur Davidsen hevur higartil
gjørt eitt mál í ár.
Oddasessurin skal eisini varð
veitast, um liðið ætlar sær upp
flyting, tí bara eitt lið kann flyta
upp.
rolant@sosialurin.fo
Danmark Viljormur Davidsen og FC Fyn eru bestir í triðbestu
donsku fótbóltsdeildini, nú øll liðini hava spælt sjey umfør