mánadagur 19. september 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
Sosialurin
Ítróttarblaðið
B68-B36 2-3 (1-2)
Vildu hava 3-1 málið kolldømt
Heimamenninir vóru alt annað enn blíðir við dómaran, tá ið hann hevði góðkent 3-1 málið.
– Tað kemur sjáldan fyri, at dómarin ikki sær so ógvusligt fríspark, vildi B68 venjarin Bill Jacobsen vera við
teir hvítu
takkaðu fyri
gávurnar
vodafonedeildin Í tættari uppgerð eydnaðist tað oddaliðnum at vinna fulla úrtøku á Toftum,
har heimaliðið ongantíð kom seg yvir bíligu málini, sum í 1. hálvleiki vórðu givin gestunum
Jóannes Hansen
B68 venjarin, Bill Jacobsen, var
ikki so langt undan dystarbyrjan
í gjár noyddur at skifta málverja.
Orsøkin var tann, at Tórður
Thomsen, sum higartil í ár hevur
verið fastur maður í B68 mál
inum, gav avboð.
Nýggjur maður á uriaspost
inum millum stólparnar var
21 ára gamli Petur Meinhard
Magnussen, sum hevur vart
málið á næstbesta liðnum hjá
toftamonnum seinastu árini,
og sum fimm ferðir áður hevur
verið málmaður á besta liðnum
– tvær ferðir í 2009 og tríggjar
ferðir í 2010.
Petur Meinhard er evnaríkur
málverji, og mest sum alla tíðina
røkti hann nýggju ódnina soleiðis,
sum tað kann roknast við. Men í
tveimum førum í 1. hálvleiki var
hann óheppin, eftir at bólturin
varð skotin innfyri, og tað bar
við sær, at mótbrekkan gjørdist
rættuliga brøtt hjá heimaliðnum,
hóast talan ikki var um so stóran
mun úti á vøllinum.
Fyrra ferðin var, tá ið eitt
korter var farið, og miðvallarin
Súni Olsen setti bóltin í málið við
høvdinum, og eitt korter seinni
var tað vongverjin í vinstru,
Símun Joensen, sum eftir innlegg
úr høgru setti krúllin undir bóltin
og harvið skoraði fyri sjeyndu
ferð í ársins landskapping.
Reistu seg tvær ferðir
At væl samanspælda oddaliðið
eftir
ein
hálvan
tíma
var
frammanfyri við tveimum málum
tóktist geva B36 monnunum tað
yvirskotið og sjálvsálitið, sum
vinnarar ofta hava. At tað hevði
gingið teimum ímóti í máltalinum,
hóast býtið av málmøguleikum
ikki hevði verið so ójavnt, fekk
ikki heimamenninar at geva
skarvin yvir, og stutt undan
hvíldini fingu teir tað skumpið,
sum skuldi til fyri at steðgurin
kundi brúkast at fáa nýtt lív í
aftur og sjálvsálitið, sum er so
neyðugt og týdningarmikið.
Eftir
frísparksinnlegg
frá
André Olsen gjørdist Ndende,
sum hesa ferð var framrættaður
miðvallari, leysur í málteiginum.
Hann sendi bóltin í málið aftan
fyri Meinhard Joensen, og harvið
var tað aftur spennandi.
Eftir steðgin var intensiteturin
stórur, men uppløgdu málmøgu
leikarnir vóru ikki so nógvir.
B36 er væl skipað. Alt árið hava
teir spælt við somu verju, og tað
sæst aftur í, at hon er væl skipað
og samanspæld. Á miðvøllinum
hava teir ráð til at geva landsliðs
spælarum loyvi at hvíla seg. Hesa
ferð var smáskaddi Atli Danielsen
á beinkinum alla tíðina, og Ingi
Højsted varð settur á vøllin í 2.
hálvleiki.
Tá ið seks minuttir restaðu
tóktist tað sum um, at luftin
varð tikin úr. Miðverjin Jonas
Flint Rasmussen setti bóltin í
B68 málið og økti harvið um B36
leiðsluna til 3-1. Málið stóðst eftir
hornasparksstøðu, sum tofta
menn í fyrstu atløgu byrgdu upp
fyri. Bólturin varð skotin innfyri
aftur, og heimamenninir vóru alt
annað enn blíðir við dómaran, tá
ið hann hevði góðkent málið.
– Tað kemur sjáldan fyri, at
dómarin ikki sær so ógvusligt
fríspark, vildi B68 venjarin Bill
Jacobsen vera við, og hann sipaði
til, at Ndende varð skumpaður í
ryggin av vandamikla álopsspæl
aranum Lukasz Cieslewicz.
Í evstu løtu svaraði B68 aftur,
tá ið innskifti Jónleif Højgaard
setti bóltin í málið. B68 tveitti alt
fram, og tað var onkur vandamikil
støða, men tað var ikki nóg mikið.
B36 ferðaliðið fór av Svangaskarði
við øllum stigunum og við kós
ímóti høvuðsstaðnum og eisini
FM heitinum.
Á B68 liðnum vóru ellivu
spælarar, sum eru uppvaksnir
í Tofta Ítróttarfelag. Tað átti
at borgað fyri góðari framtíð.
Um hon verður í bestu deildini
fæst greiða ivaleyst á, tá ið B68
hevur spælt ímóti B71, KÍ, ÍF og
07 Vestur!
Næstu vikurnar avgerandi
B68 venjarin, Bill Jacobsen, var
vónbrotin av, at tað ikki hevði
eydnast hansara monnum at
vinna stig ímóti oddaliðnum.
– Í 2. hálvleiki fóru vit fram,
og høvdu vit havt eydnuna við
okkum, so kundu vit havt vunnið,
men soleiðis tørnaði tað ikki
út. Mikukvøldið taptu vit stórt
ímóti Víkingi, sum spældi væl og
hølvaði okkum av. Nú taptu vit
ímóti B36, sum ikki spældi væl,
men sum kortini er oddalið.
Og nú?
– Vit arbeiða við at spæla ungt lið
saman. Í fyrstu atløgu ræður tað
um at tryggja plássið í deildini.
Um tað skal eydnast valdast úrs
litini næstu vikurnar. Nú skulu
vit til Sands, og vit mugu suður
at arbeiða hart fyri søkini.
Vit spæla hvørja
ferð fyri at vinna
B36 venjarin, Mikkjal Thomassen,
var sum rímuligt er væl nøgdur
við úrtøkuna á Toftum. Hann
ásannaði at tey bæði fyrstu málini
vóru bílig, men tey bíligu málini
telja eisini, og tey eru serliga
kærkomin, tá ið umstøðurnar at
spæla fótbólt ikki eru góðar. Tað
eru tær ikki á turra undirlagnum
á Svangaskarði.
– Í steðinum tosaðu vit um,
at tað var vandamikið, tá ið
miðverjin Christian Stokholm
førdi bóltin fram. Vit avráddu at
byrgja betri upp fyri hesum, og
tað eyndðist.
Sunnudagin
verður
EB/
Streymur gestur í Gundadali.
Teir í Sundalagnum ríða á aldu
kambinum, men B36 venjarin
ætlar ikki, at hansara menn skulu
dyrgja eftir einum stigi.
– Okkara konsept er soleiðis,
at vit hvørja ferð spæla fyri at
vinna øll stigini. EB/Streymur
er væl fyri, men vit halda okkum
hava góðan møguleika at vinna
ímóti teimum, og tað vit fara eftir
øllum stigunum, segði Mikkjal
Thomassen, sum fegnaðist yvir,
at breiddin í álopsspælinum er
stór, og at tað eitt nú sæst aftur í,
at vinstri vongverjin aftur skoraði
hesa ferð og nú hevur skorað sjey
mál í landskappingini.
post@sosialurin.fo
Bóltar:
Danska verjukempan skoraði
ivasama 3-1 málið hjá B36
Mynd: Álvur Haraldsen