Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108 18 Sosialurin Ítróttarblaðið HB - Víkingur 2-2 (2-1) Tvør­ stongina frá sigrinum Tróndur Arge – Gundadalur Dysturin í Gundadali er akku­rát byrjaður og Víkinga við­halds­ fólkini hava illa nokk sett seg, tá tey reisast av gleði. Eitt innlegg úr høgru endar við at Símin Hansen leggur Víking á odda. Dysturin er bara tveir minuttir gamal og HB hevur aftur ryggin móti múr­inum og tað uttan skadda liðskiparin, Fróða Benjaminsen. Fá vóru tey, ið góvu HB nakran møgu­leika eftir hetta. – Símun kann ikki gera tað sjálvur Soleiðis sigur síðumaðurin, tá ongin HB’ari kemur honum til hjálpar á vinstra vongi í einum HB álopi. Viðmerking er væl grund­að, tí ongin leikari vendur einum dysti sjálvur. Tað ger Símun tó næstan, tá hann fyrst fær brotsspark, ið Jón Krosslá Poulsen umsetur til mál, og løtu seinni leggur HB á odda. – Hatta er kanska klárasta brots­sparkið eg nakrantíð havi fingið, segði Símun Samuelsen eftir dystin. Tað er heldur ongin á Víkinga­liðnum, sum mótmælur av­gerðini hjá dómaranum. Tá klokkan vísti 31 minuttir verður Símun Samuelsen sendur avstað í vinstru síðu. Avleveringin er góð og málmaðurin kemur út ímóti. Símun velur at sparka bóltin høgt uppum málmannin. Eina løtu hevur bólturin hug at leita sær skeivu megin stongina fyri Símun. – Tað gekk long tíð frá tí eg rakti bóltin til hann fór í málið. Fyrst sá hann út til at fara við síðuna av, men beint áðrenn so fór hann røttu megin stongina, sigur Símun Samuelsen. Hetta er ikki fyrstu ferð Símun hevur skotið líknandi mál fyri HB. – Vit avtalaðu at tá vit vunnu bóltin, so skuldi eg leita aftur um verjuna hjá teimum, tí mið­ verjarnir hjá teimum leita breitt tá Víkingur hevur bóltin, sigur Símun víðari. Víkinga trýst Eftir málið og fram til dystarenda trýstur Víkingur fyri at fáa út­ javnandi málið. Víkingur hevur fleiri góðar royndir á HB málið og sum tíðin gongur gerast tær vandamiklari og vandamiklari. Tvær ferðir stúta víkingar á HB málverjan tætt undir málinum. Tveir minuttir fyri tíð bragdar hjá Víkingi. Sum ikki eina ferð er 10 dystir - 9 stig Sigfríður Clementsen hevur nú staðið á odda fyri HB í tíggju landskappingardystum. Tað er samanlagt blivi til tveir sigrar, tríggjar hjavnleikir og fýra tap. Tað gevur níggju stig. Finnur finnur HB málið Toppskorarin í føroyskum fótbólti, Finnur Justinussen, hevur í ár spælt fýra ferðir móti HB í ár. Hann hevur skorað í hvørjum av teimum dystinum og hevur sostatt skora fýra mál upp á fýra dystir móti HB. vodafonedeildin Víkingur var bara breiddina á tvørstongini frá at fáa trý stig í Gundadali, men eydnan var ikki við gestunum, sum nú er seks stig aftanfyri B36. Fyri HB glapp tað aftur í evstu løtu