Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108 Sosialurin Ítróttarblaðið Bóltar: Fyrsta HB stigið Hetta er fyrsta stigið, ið HB hevur fingið móti Víkingi í ár. Í steypakappingini vann Víkingur eisini á HB. Sostatt hevur Víkingur vunnið tríggjar av fýra dystinum móti HB í ár. Stabilir Víkingar Fimm leikarar á liðnum hjá Víkingi hava tikið lut í øllum 22 dystinum hjá Víkingi í ár. Teir eru Geza Turi, Erling Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen og Hanus Jacobsen. Hinvegin hevur ongin leikari á HB liðnum verið við í øllum dystiunum. Finnur Justinussen, ið skorar. Hann kemur at standa væl fyri inni í brots­teiginum og stútar bóltin í mál. Frammanundan hevði Finnur verið í líknandi støð­ um, men umsetti ikki til mál. Seinastu minuttirnar hevur Víkingur upp til fleiri møguleikar at geva HB mønustingin. Serliga Páll Klettskarð er nær við, tá hann skjeyt á tvørstongina, men eydnan var ikki við Víkingum. Báðir partar vónbrotnir Í HB kunnu teir ergra seg um, at teir ikki megnaðu at halda tætt móti endanum. HB vísti góðan stríðsvija og var tveir minuttir pluss tað leysa frá at vinna ein týdningarmiklan sigur. Hinvegin, so var Víkingur omaná tað mesta av dystinum og tað var fult uppiborði, tá teir javnaðu. So­ statt kunnu báðir partar fara vón­ brotnir heim eftir dystin. Nýggi HB miðvallarin Á HB miðvøllinum er ein nýggjur leikarari farin at gera um seg, talan er um 18-ára gamla Trónd Jensen, sum á fyrsta sinni byrjaði inni, tá Sigfríður Clementsen tók við sum venjari móti B36 stutt undan steðginum. Í gjár var hann aftur á mið­ vøllinum og hevði upp til fleiri royndir móti Víkinga málinum. Ungi havnarmaðurin hevur longu skotið tvey mál og er eitt sind­ur bilsin av at verða komin so brádliga á liðið. – Hetta er alt hent so knapp­ iligt, men eg royni bara at venja meg við leikferðina so skjótt eg kann. Eg fái góða hjálp frá mínum liðfeløgum, sum stuðla mær, sigur Trondur Jensen, sum spældi allan dystin á miðvølliinum. – Tað er sjálvandi nógv trýst á okkum í løtuni, bæði á og uttanfyri vøllin, men vit mugu bara stríðast víðari, sigur Tróndur víðari um støð­una hjá HB á stigatalvuni. trondur@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen