mánadagur 19. september 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
07 Vestur-B71 2-2 (1-1)
Heilsan til Símun Rógva
(Heilsa til Símun Rógva Hansen í »3. hálvleiki« frá HB-ara)
– Símun Rógvi! Tú ert altíð vælkomin aftur í tann reyða og svarta búnan.
fýra stig ímóti hvørjum øðrum
B71 og 07Vestur fingu fýra stig ímóti hvørjum øðrum hetta
kappingarárið. Fyrsta dystin í Sørvági vann 07Vestur 2-1. B71 vann
2-0 á 07Vestur heima, og hesaferð endaði dysturin við javnleiki 2-2.
B71 Eitt
stig nærri
1. deild
vodafonedeildin Tað pyntaði nakað um
roknskapin hjá B71 at økja samlaða stigatalið
við 10 prosentum, men nú er tann seinasti
matematiski møguleikin skjótt farin. 07Vestur hevði
heldur ikki tað stóra gagnið av úrtøkuni ígjár
Heri Simonsen
Líkindini at spæla fótbólt á
Dungasandi í Sørvági ígjár vóru
góð, tá triðaftasta liðið, 07Vestur
tók ímóti aftasta liðnum, B71.
Liðini fingu tvey mál og eitt
nærum virðisleyst stig í part.
07Vestur kann tó frægari brúka
stigið, men fær ÌF fult í Runavík
í kvøld, so eru vágamenn undir
niðurflytingarstrikuni saman við
B71. Hjá B71 munaði eina stigið
enn minni. Nú hava sandoyingar
10 stig upp til bjarging, og skal
eitt veruligt Landskrona-undur
til, um sandoyingar ikki verða
at finna í 1. deild komandi
kappingarár.
B71 fekk dreymabyrjan
Sandoyingar fingu beinavegin
koyrt sand í maskinaríið hjá
heimaliðnum á Dungasandi. Tá
bert fýra minuttir vóru farnir,
vóru sandoyingar á odda 1-0.
Dómarin, Ransin Djurhuus metti,
at bert 17 ára gamli debutanturin
í
07Vestur-verjuni,
Ragnar
Nattestad tók bóltin við hondini
í egnum brotsteigi, og dømdi
brotsspark.
Heimamennirnir
vóru ikki samdir í dóminum, men
brotsspark var, og Gudmund
Nielsen
skoraði
trygt
uppá
brotssparkið.
Clayton javnar
Tað gingu bert sjey minuttir, so
datt Jeppe úr barónasongini.
Clayton Soares hevur víst seg
at verða sera virðismikil fyri
07Vestur í ár, og tá 11 minuttir vóru
farnir javnaði brasiliumaðurin
við einum bleytum stútara, sum
fór framvið Símun Rógva Hansen
í málinum hjá B71. B71 hevði
seinni eina roynd á tvørtræið,
men fleiri mál komu ikki í fyrra
hálvleiki.
Høgni Midjord
framdi einmansavrik
Tá eitt lítið korter var farið
av seinna hálvleiki tendraði
skálvíkingurin, Høgni Midjord
aftur lívsneistan hjá B71. Høgni
fangaði bóltin á egnari hálvu,
og gjørdi eitt satt ”slalom-raid”
gjøgnum verjuna hjá 07Vestur.
Komin inn í brotsteigin hjá
07Vestur meddar Høgni til við
einum góðum skoti, og B71 er
aftur á odda.
Aftur Clayton
Tá eitt korter var eftir av vanligu
leiktíðini dømdi Ransin Djurhuus
aftur brotsspark, hesaferð til
heimaliðið.
Superveteranurin,
Jens Erik Rasmussen bjóðaði sær
at skjóta. Símun Rógvi Hansen í
B71 málinum bjargar, men fær
ikki hildið bóltinum. Joseph
Bassene fekk samlað bóltin upp,
og beint hann inn til Clayton
Soares, sum enn einaferð bjargaði
07Vestur, og javnaði til 2-2.
Vóru betri
Símun Rógvi Hansen, sum vardi
B71-málið metti, at teir skuldu
vunnið: – Vit vóru betur enn teir,
og vit koma eisini á odda, bæði 1-0
og 2-1. Og tá eisini verið gott, um
verjan hjá okkum hevði ruddað
upp, tá eg bjargi brotssparkinum
hjá Jens Erik. Vit hava spælt væl
upp ímóti bæði ÍF og 07Vestur
seinastu dystirnar. Tað er satt
at siga ikki nógvur munur á lið
unum, segði B71-málverjin aftaná
dystin.
Eiga at fáa trý stig
Dánjal Rói Olsen hjá 07Vestur
ergraði seg um mista møguleikan
at fáa eitt sindur av luft niður til
niðurflytingarstrikuna.
– Tað ein møtir einum liði sum
B71 á heimavølli, so eigur ein so
absolutt at fáa trý stig. Talan
gjørdist um ein javnan dyst,
eisini í málmøguleikum, segði
Dánjal Ròi Olsen, aftaná dystin.
Fríggjadagin spælir 07Vestur
ímóti Vìkingi á útivølli.
heris@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Bóltar: