mánadagur 19. september 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
Sosialurin
Ítróttarblaðið
EB/Streymur-KÍ 3-0 (0-0)
Sjeyndi sigurin
Sigurin hjá EB/Streymi var tann sjeyndi á rað í landskappingini. Síðst, EB/
Streymur setti stig til, var í 3-1 tapinum fyri Víkingi í Gøtu 27. juli.
Trý eiga toppskjúttar
Trý feløg eiga tveir spælarar í part millum 10 teir bestu toppskjúttarnar. EB/
Streymur eigur Arnbjørn Hansen og Leif Niclasen, NSÍ eigur Klæming Olsen
og Christian Høgna Jacobsen og B36 eigur Lukasz Cieslewicz og Jákup á Borg.
Svøvn-
ligur
sigur
vodafonedeildin Sundalagsmenn megnaðu ikki at skora ímóti
undirmannaðu klaksvíkingunum, fyrr enn eitt gott korter var eftir
av dystinum, men tá komu so eisini trý mál á rað
Hilmar Jan Hansen
Longu frá fyrstu løtu sást, at tað
var EB/Streymur, ið vildi meira, tí
gestirnir úr KÍ løgdu út við sera
verjukendum stíli. Eisini sást
mestsum beinanvegin, at teir í
EB/Streymi heldur ikki løgdu
meira fyri enn neyðugt, tí hetta
var ein av teimum meira linligu
dystunum við Margáir.
Langt var millum teir heilt
stóru
málmøguleikarnar,
og
hóast tíðin arbeiddi ímóti, sá
EB/Streymur slett ikki út til at
hava skund við at fáa dystin av
avgjørdan. Og sjálvt um tað ikki
eydnaðist EB/Streymi at fáa hol
á fyrr enn ímóti endanum á dyst
inum, gjørdist talan um ein sann
førandi sigur.
Sundalagsmenn kunnu fram
vegis hótta B36 í kappingini um
fremsta sessin í Vodafonedeildini,
tí við til roknistykki hoyrir, at
EB/Streymur eigur ein dyst á og
tí mitt í næstu viku kann hála
seg trý stig nærri oddasessinum,
verður útsetti dysturin ímóti ÍF
vunnin.
Hinvegin er KÍ verri enn so
tryggjað í botnstríðnum, har
bara trý stig eru til eitt pláss
niðan fyri ta illa lýddu strikuna.
Um ÍF í kvøld vinnur á NSÍ við
Løkin í Runavík, er KÍ bara eitt
stig framman fyri 07 Vestur, sum
tá dettur niður um strikuna…
Sekund á muni
Tað kom at fáa avgerandi týdn
ing fyri dystin, at KÍ longu í 21.
minutti fekk ein spælara út
vístan, tí eftir tað gjørdist tað
bara ein spurningur um tíð, til
EB/Streymur fekk hol á og gjørdi
av við særda mótstøðuliðið. Men
KÍ til rós, so eydnaðist at halda
fast sera leingi, tí fyrsta málið
kom ikki fyrr enn í 72. minutti.
Útvísingin var hinvegin so
sum so, tí hendingin, ið elvdi til
hana, byrjaði við einari hending á
hinari hálvuni. Nenad Stankovic
var á veg frameftir í høgru síðu,
tá hann bleiv steðgaður av Paula
G. Hansen hjá EB/Streymi, sum
við beinunum fremst vann bóltin
frá Nenad, ið bleiv liggjandi eftir.
Útsýnið hjá dómaranum var
kanska ikki so gott, men linju
dómarin átti at havt sæð, hvat
hendi.
Hvussu var og ikki, so fór
Pauli avstað við bóltinum og send
fram ímóti KÍ-brotsteiginum, har
Arnbjørn Hansen vann kapp
renningina við Sørmund Kalsø,
ið gjørdist ov seinur og legði
fót fyri Arnbjørn, so hann fór
um koll. Aftasti maður og reytt
kort, og soleiðis gjørdist tað KÍ,
ið fekk revsingina, EB/Streymur
kanska skuldi havt fingið nøkur
fá sekund frammanundan!
Mótbrekkan hjá KÍ gjørdist
tilsvarandi tyngri, men hóast
EB/Streymur
hevði
neyðugu
yvirvágina, gekst ikki serliga
væl við at skapa avgerandi mál
kjansirnar, og tí gekk so long tíð,
áðrenn dysturin fann eina av
gerð.
Málini vóru góð
Leingi er tað, ið væl skal vera,
plagar at vera tikið til, og ásann
ast má, at tað vóru trý góð mál,
sum áskoðararnir við Margáir
máttu bíða so leingi eftir í gjár.
Tað fyrst kom eitt gott korter
fyri tíð og var úrslit av góðum
uppspæli. Men tá bólturin kom
innfyri, átti KÍ at havt fingið
ruddað burtur. Tað eydnaðist
ikki, so bólturin hoppaði upp um
onkran her og onkran har, áðrenn
hann endaði hjá Pæturi Dam
Jacobsen, ið líkasum sletti hann
út til vinstru, har Hans Pauli
Samuelsen við høgru innarsíðu
plaseraði bóltin vakurt í málið
til 1-0.
Síðani var tað Leif Niclasen, ið
átti tørn, tá hann fyrst fekk eina
góða sending frá Egili á Bø fram í
høgru síðu, har Leif spældi stutt
saman við Pæturi, áðrenn hann
rak til vinstru, fram við tí nógva
av KÍ-verjuni, fyri síðani flatt at
smekka bóltin inn um vinstru
stong.
Triðja málið kom eftir horna
spark í vinstru síðu, sum Daniel
Udsen sendi innfyri. Við fremru
stong kom eitt KÍ-høvd á bóltin,
sum helt fram til aftaru sting, har
Arnbjørn Hansen legði seg niður
og hálvavegn saksasparkaði bólt
in upp undir nettakið.
Ov lítil ferð á
– Øgiliga lítil ferð var á dystinum,
sum heldur ikki var serliga væl
spældur, men vit vunnu 3-0, og
tað er so altíð nakað. Eg mátti
biðja spælararnar hjá mær seta
ferðina upp, tí tað gekk eitt sindur
ov seint, helt eg. Ikki fyrr enn vit
fingu mál, kom ró yvir spælið,
samstundis sum klaksvíkingar
tóktust upp. Vit høvdu bóltin
nógv, men fingu lítið burturúr
tað nógva av tíðini.
Soleiðis tekur venjarin hjá EB/
Streymi, Heðin Askham, saman
um dystin við Margáir, eftir at
heimaliðið hevði vunnið 3-0 á
KÍ. Serliga hetta við lítlu ferðini
argaði venjarin, ið slett ikki var
nøgdur við tann partin.
EB/Streymur,
sum
alsamt
meira líkist størsta avbjóðaranum
hjá B36, skal sunnudagin í
Gundadal at spæla ímóti júst
oddaliðnum:
– Vit spæla okkara spæl, og
tað vísir seg at ganga fínt, og í
teimum trimum dystunum ímóti
B36 í ár hava vit vunnið tveir
og tapt ein. B36 hevur eitt gott
lið, sum spælir góðan og skjóta
fótbólt, men vit skulu bara halda
fast við okkara spæl, sigur Heðin
Askham.
hilmarjan@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Bóltar: