Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108 Sosialurin Ítróttarblaðið Suðuroy aftur í fremstu røð 1.deild: Nú tað resta seks umfør, er spurningurin, um tað næsta ár verða eitt ella tvey lið úr Suðuroy í bestu deildini, og um tað verður besta ella næstbesta liðið hjá HB, KÍ og B68, sum fara at spæla í 1. deild Jóannes Hansen 22. oktober verður 27. og síðsta um­ farið í næstbestu fótbólts­deildini. Nú 21 umfør eru avgreidd, og tað harvið eru seks umfør eftir at spæla, er tað so at siga greitt, at FC Suðuroy verður annað felagið, sum fer at flyta upp. FC Suðuroy er níggju stig framm­ anfyri hini bæði liðini, sum stríðast um at flyta upp, og umframt nógvu stigini, sum felagsliðið hevur at tera av, so er málmunúrin væl betri, enn hann er tað hjá bæði AB og TB. Tað verður á Vágseiði, at gull­ krón­urnar og steypið, sum helst ikki skal vinnast ov ofta, verða hand­að. Í 27. umfari eigur FC Suð­ uroy heimadyst ímóti 07 Vestur. Vágaliðið hevur higartil ikki megn­ að nakað stig, og leygardagin løgdu vágamenn rygg til 7-0 tap ímóti TB í Hvalba. Tað er als einki, sum talar fyri, at tað skal eydnast teimum at fáa nakað við sær av Vágseiði. Um tað verður AB ella TB, sum fer at vinna seinna plássið í bestu deildini, er á ongan hátt avgreitt. Gongdin seinastu vikurnar kundi bent á, at tað verða úrslitini í innan­ hýsis uppgerðunum millum trý tey ovastu, sum fara at avgera tann spurningin. Í 23. umfari verður oyggja­upp­ gerð millum TB og FC Suðuroy í Hvalba, og í 24. umfari fær TB vitjan av AB. Tá ið hesir báðir dystirnir eru avgreiddir í Hvalba, verður myndin greiðari, enn hon er tað í dag, men tað kann væl vera, at okkurt av hinum liðunum kann spæla bæði AB og TB eitt puss. Longu nú leygardagin eigur TB torføran útidyst á Skála, AB skal í næstsíðsta umfari til Leirvíkar, og so kann tað fara at vísa seg at verða ivaleysa torført, tá ið argjamenn leygardagin skulu heim um ánna at spæla ímóti illa sperda HB, sum eftir kreppu tykist hava fótað sær. Álopsspælari meistarligur málverji At FC Suðuroy vann fulla úrtøku á Argjum leygardagin var ikki so merkisvert, sum mátin var, ið suður­oyingarnir megnaðu fulla úr­ tøku uppá. Longu miðskeiðis í 1. hálvleiki varð málverjin hjá gestunum vístur av vølli. Eftir langa framlegging brustu AB álopsspælarin Alex Mell­em­gaard og málverjin, Stanis­ lav Kuzma, saman uttanfyri brots­ teigarmarkið. Dómarin vísti mál­ verjanum reyða kortið. Álopsspælarin John T. Poulsen, sum er toppskjútti í næstbestu deildini við átjan málum, fór í málmansbúnan. Hann hevur áður roynt seg sum málverja í hondbólti, og tað sást væl, at hetta var ikki fyrsta ferðin, at hann stóð millum stólparnar í fótbóltsdysti. Hann vardi meistarliga væl á strikuni, og í spælinum úti í brotsteiginum var hann sera eyðsýndur. Yvirmannaða AB hevði bóltin nógv, men tað gekk striltið at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, og eftir skjótt mótálop, sum bar hornaspark við sær, skoraði Kári í Lágabø sigursmálið, sum ber við sær, at FC Suðuroy er sera væl fyri í stríðnum um at flyta upp, og at AB er í uppaftur tættari kapping við TB um uppflytingina. TB vann 7-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. At talan varð um stór­ sigur kann fara at vísa seg týdn­ ing­armikið, um tað verður so mik­ ið tætt, at málmunurin verður av­gerandi. Tað brennur undir fleiri Í botninum eru trý lið, sum stríðast fyri at sleppa undan seinna niður­ flytingarplássinum. EB/Streymur og HB vunnu sínar heimadystir, meðan FC Hoyvík tapti á heimavølli, og tað ber við sær, at í løtuni er FC Hoyvík á niður­ flytingarplássi. HB, sum næstsíðsta leygardag, ikki megnaði at fara til Suðuroyar, hevði nýggjan venjara. Frankie Jen­ sen, sum eisini hevur ábyrgdina av unglingaliðnum, hevur nú eisini 1. deildarliðið hjá HB. Allan Mørkøre legði frá sær í vikuni undan, at liðið skuldi havt verið í Suðuroy. Fyrsta royndin hjá Frankie Jen­ sen og hansara monnum var á heima­vølli ímóti NSÍ, sum higartil hevur staðið seg heilt væl. At tað eydnaðist HB at vinna kundi boðað frá, at tað er møguleiki fyri, at HB fer at skava fleiri stig saman – um tað fer at eydnast at manna lið! Tað er undarligt at siga tað, men spurningurin um HB skal flyta niður ella ikki er eisini treytaður av, um besta HB liðið megnar at varðveita sessin í bestu deildini. Tað er longu greitt, at KÍ hevur vunnið 2. deild. Harvið eigur KÍ rætt til uppflyting. Um nytta fæst burtur úr hesum rættinum valdast, um besta KÍ liðið fer at megna at varðveita sessin í bestu deildini. Tað er mest sum greitt, at B68 fer at vinna silvurmerkini í 2. deild. Eisini í B68 førinum er spurningurin um uppflyting treytaður av, um tað eydnast besta liðnum hjá tofta­ monnum at varðveita sessin í fremstu røð! Kári í Lágabø skoraði sigursmálið, sum ber við sær, at FC Suðuroy er sera væl fyri í stríðnum um at flyta upp, og at AB er í uppaftur tættari kapping við TB um uppflytingina Mynd: Álvur Haraldsen 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 FC Suðuroy 21 17 4 0 65 19 46 55 2 AB 21 14 4 3 58 20 38 46 3 TB 21 14 4 3 58 21 37 46 4 NSÍ 21 10 2 9 52 49 3 32 5 Skála 21 9 4 8 34 32 2 31 6 Víkingur 21 8 4 9 39 40 -1 28 7 EB/Streymur 21 7 1 13 36 50 -14 22 8 HB 21 6 3 12 30 45 -15 21 9 FC Hoyvík 21 6 2 13 29 49 -20 20 10 07 Vestur 21 0 0 21 13 89 -76 0