mánadagur 19. september 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Nýtt svimji ár er fyri framman og
longu nú eru tvey nýggj føroysk
met sett. Guðrun Mortensen úr
Suðuroyar Svimjifelag setti før
oyskt met og juniormet í 50 frí, og
Pál Joensen eisini úr Suðuroyar
Svimjifelag føroyskt met í 200
firvald. Bæði áttu gomul metini
áðrenn.
SuSvim vinnari
Samanlagt
gjørdist
SuSvim
vinnari at stevnuni, ið Havnar
Svimjifelag skipaði fyri. Suðuroyar
Svimjifelag vann 16 gull, 7 silvur
og 12 bronsu. Á øðrum plássi
endaði Ægir, sum vann 12 gull,
11 silvur og 7 bronsu. Havnar
Svimjifelag gjørdist nummar trý
við 6 gull, 11 silvur og 8 bronsu-
heiðursmerkjum.
Nummar fýra gjørdist Fugla
fjarðar Svimjifelag og aftast
endaði FLOT.
Langteinalega í Calella
Nú um eina viku fara fýra ungir
langteinarar til Calella í Spania, at
venja saman við nøkrum at bestu
javngomlu evropearum í hyli og
á havinum, undir leiðslu av Jón
Bjarnasyni og øðrum. Tey eru
Cecilia W. Eysturdal úr Ægir, Tanja
Skaalum úr SuSvim, Óli Mortensen
úr HS og Eyðbjørn Joensen úr
Suðuroyar Svimjifelag. Sostatt
fekk Óli Mortensen at kalla 'fullan
pakka' nú á úttøkustevnuni, at
verða úttikin til venjingarlegu í
Spania, landsdyst í Føroyum og
World Cup í Stokkhólmi, skrivar
svimjing.com
Pál til Potsdam
Um
sama
mundi
sum
tey
ungu fara til Spania, fer Pál til
Potsdam at venja, undir leiðslu av
fyrrverandi heimsmeistaranum
og OL bronsuvinnaranum Jörg
Hoffmann. Hetta er fyrsta av
óivað
fleiri
uttanlandslegum
sum Pál fer á nú fram ímóti OL
í London, til at sleppa á langgeil
og (serliga seinni í vetur) at
fáa eitt sindur frí frá føroyska
myrkrinum. Umframt sjálvsagt
at sleppa at sparra ímóti nøkrum
av heimsins bestu langteinarum.
Pál verður væntandi í Potsdam
líka
fram
til
World
Cup
í
Stokkhólmi, men kemur so eitt
rend heim tá 8. oktober, at luttaka
á landsdystinum ímóti Íslandi,
skrivar svimjing.com at enda.
trondur@sosialurin.fo
SuSvim vann
Tvey føroysk met, landsliðsúttøka
og SuSvim sigur, alt hetta hendi
um vikuskiftið í SMS stevnuni í
Gundadali. Føroysku metini settu
Pál Joensen og Guðrun Mortensen