mánadagur 19. september 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Fernando Torres
– ein hálv milliard
Hann er dýrasta keypið í bretlandi nakrantíð, men hevur bara skotið tvey mál síðani
skiftið í vetur. Í gjár sóu vit báðar útgávurnar av Fernando Torres
Tróndur Arge
Hansara fyrsti dystur í Premier
League var á Anfield móti Chelsea í
2007. Liverpool hevði um summarið
tapt Champions League finaluna
og Liverpool venjarin vildi hava
styrk. Millum keypini var Atletico
Madrid
framherjin,
Fernando
Torres. Hann kostaði nakað yvir
200 milliónir, men øll vóru ikki vís
í hvussu spaniólin fór at roynast í
Premier League.
Longu í fyrsta dystinum er
tó greitt, at Liverpool hevur rakt
seymin á høvdið. Steven Gerrard
sendir bóltin út í vinstru til “El
Nino”, sum hann eisini verður
róptur. Hann steðgar á og við eitt
setur hann ferð á og kemur framvið
Chelsea verjuni. Neyvleikin á bæði
dribbling og skotinum er í topp og
Liverpool hevur funnið sín nýggja
nummar níggju.
Broyttur Torres
Í kappingarárinum 2008/09 endar
Liverpool á øðrum plássi og hevur
sum heild eitt gott kappingarár.
Liverpool er á veg móti toppinum
og undan kappingarárinum árið
eftir gera ymiskir miðlar eisini
Liverpool til ein av favorittinum
til at vinna Premier League. Men
okkurt er broytt. Real Madrid er
farið avstað við Xabi Alonso og
bæði Steven Gerard og Fernando
Torres eru nógv skaddir.
Liverpool endar á einum sjeynda
plássið og eftir kappingarenda
verður Rafael Benitez koyrdur. Í
fjør verður Roy Hodgson settur sum
venjarin, men handan leiktjøldini
er lítið skil á og tað er øllum greitt,
at Liverpool er eitt ósunt felag. Roy
Hodgson megnar tó at tryggja sær,
at Fernando Torres ongan veg fer,
men hann er ikki tann sami.
Bóltførleikin er vekk og verju
leikararnir hava lætt við at steðga
honum. Hann brúkar meginpartin
av tíðini at skeldast við mótstøðu
leikarar og ikki minst dómaran.
Vekk er eisini stríðsviljan, ið dámdi
Liveprool viðhaldsfólkunum so
væl. Nærdystirnar og verjukendu
renningarnar eru nærum ikki at
síggja. Fernando Torres er ikki tann
sami.
Skiftið til Chelsea – tann
ógloymandi 31. januar
Í januar mánaði í ár verður Roy
Hodgson
avloystur
av
Kenny
Dalglish og Liverpool reisur seg eftir
eitt sera vánaliga kappingarbyrjan.
Fernando Torres byrjar eisini at
líkjast sær sjálvum og málini koma
við styttri millumbilum.
31. januar 2011 stendur fastur
í minninum hjá bæði Liverpool
og Chelsea viðhaldsfólki. Tað er
dagurin, tá flytingarvindeyga letur
aftur. Søgan um Fernando Torres
og Chelsea er ikki heilt nýggj, men
sum dagurin gerst tað alsamt meiri
greitt, at Fernando Torres ikki er
sinnaður at halda fram í Liverpool.
Søgurnar byrjar eisini at ganga
um, at Liverpool vil hava Andy
Carroll frá Newcastle umframt
áleið 150 milliónir, áðrenn teir eru
sinnaðir at lata Fernando Torres
skifta. Newcastle vil ikki selja
fyri minni góðar 300 milliónir og
tí endar Chelsea við at skula av
við eina lítla hálva milliard fyri
Fernando Torres. Skiftið gerst eitt
tað mest umtalaða í nýggjari tíð.
Fyrsti dysturin
móti Liverpool
Í Chelsea fegnast tey um nýggja
9’arin, men ivast um hann og Didier
Drogba kunnu spæla saman. Í
Liverpool eru viðhaldsfólkini deild í
tveir bólkar. Tey sum hata Fernando
Torres fyri tað hann gjørdi og tey
sum skilja hann.
Fyrsti dysturin hjá Chelsea við
spanska framherjanum á liðnum
er móti Liverpool á Stamford
Bridge. Dystrin er ein góð mynd
upp á tíðina hjá Fernando Torres
í Chelsea. Hann verður taklaður
um koll, rakar ikki málið og verður
útskiftur til stóra gleði fyri við
haldsfólkini hjá Liverpool. Umframt
tað, so vinnur Liverpool dystin 1-0.
Tað gongur strilti hjá Fernando
Torres at raka málið yvirhøvur í
Chelsea troyggjuni. Bretsku bløð
ini skriva síðu upp og síðu niður
um bretska metkeypið, sum ikki
rakar málið og tykist verða ein
skuggi av sær sjálvum. Hann skorar
eittans mál fyri Chelsea áðrenn
kappingarenda.
Nýtt kappingar –
nýggjur Torres
Fyri fyrstu ferð síðani Fernando
Torres kom til enskan fótbólt,
hevur hann frí frá landsliðsfótbólti
í summar steðginum undan hesum
kappingarárinum. Í fyrsta dyst
inum móti Stoke er nakað av tí
gamla Fernando Torres at síggja
aftur. Hann er lættur á fótum og
bóltførleikin byrjar at líkjast aftur.
Málið kemur ikki, men avrikið er av
teimum bestu í bláu troyggjuni.
Í Champions League dystinum
móti Bayer Leverkusen leggur hann
upp til bæði málini, sum Chelsea
skorar. Champions League fótbóltur
er ein av høvðusorsøkunum, at
spanski framherjin velur at skifta
til Chelsea, sambært sær sjálvum.
Tvær útgávur
í sama dysti
Í gjár sóu vit tvær ymiskar útgávur
av Fernando Torres. Fyrra útgávan
var nakað, sum minnur um mannin,
ið bergtók Liverpool viðhaldsfólk
við sínum frálíku driblingum og
ikki minst nógvu málum.
Í 83 minuttir og 24 sekund spældi
spaniólin ein góðan dyst. Hann var
upphavsmaður til størsta Chelsea
møguleikan í fyrra hálvleiki, tá
hann legði bóltin fyri føturnar á
Ramires, sum brendi upp á tað
skammiligasta. Tíðliga í seinna
hálvleiki kemur so forloysandi
málið hjá manninum við 9-talinum.
Ikki tí, støðan er framvegis 3-1 til
Manchester United, men málið er
eitt av teimum heilt góðu. Renn
ingin er røtt og hegnisliga fær hann
lyft bóltin upp um David De Gea í
málinum.
Tá klokkan vísur 83 minuttir og
24 sekund er ongin í iva, Fernando
Torres is back. Enn eina ferð er
renningin inn um verjuna hjá Man
chester United frálík. Hann kemur
eisini framvið málverjanum og so…
Onkursvegna megnar Fernando
Torres ikki at skora fyri opnum
máli úr fimm metra frástøðu.
Hvørki Fernando sjálvur, við- og
mótstøðu-leikararnir ella áskoð
ararnir trúgva sínum egnu eygum.
Fernando Torres hevur brent ein
tann størsta møguleikan í Premier
League søguni. Júst sum Chelsea
viðhaldsfólkini hildu at bretska
metkeypið var komi seg - brendi
hann.
Í dag er Fernando Torres aftur
á ítróttarforsíðunum kring heimin
fyri enn ein brendan málmøguleika,
heldur enn fyri góða avrikið. Er
avrikið móti Manchester United
ein ábending um, at Fernando
Torres er á veg aftur til formin,
ið gjørdi hann til ein av heimsins
bestu framherjum, ella er risa av
brennarin ein staðfesting av at
tíðin er farin frá Fernando Torres?
trondur@sosialurin.fo
Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester United
5
5
0
0
21-4
15
2
Manchester City
5
4
1
0
17-5
13
3
Chelsea
5
3
1
1
8-6
10
4
Newcastle
5
2
3
0
4-2
9
5
Stoke
5
2
2
1
3-5
8
6
Aston Villa
5
1
4
0
6-4
7
7
Everton
4
2
1
1
6-4
7
8
Liverpool
5
2
1
2
6-7
7
9
Queens Park Rangers
5
2
1
2
4-6
7
10 Wolverhampton
5
2
1
2
4-6
7
11 Tottenham
4
2
0
2
7-8
6
12 Sunderland
5
1
2
2
6-4
5
13 Norwich
5
1
2
2
5-7
5
14 Swansea
5
1
2
2
3-5
5
15 Wigan
5
1
2
2
4-7
5
16 Blackburn
5
1
1
3
7-10
4
17 Arsenal
5
1
1
3
6-14
4
18 Fulham
5
0
3
2
4-7
3
19 Bolton
5
1
0
4
8-13
3
20 West Bromwich
5
1
0
4
3-8
3
teir arga torres