Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108 Sosialurin Kjak Jón Tyril Gøta Streymoyar Sjálvstýrisfelag hevði aðalfund á Lands­bóka­ savninum 14. september. Millum annað var á skrá, val av nýggjum nevndar­ limum. Innboðin sum eygleiðarar vóru Jan A. Joensen, Kristina T. Larsen og Rúna Sivertsen fyri Norðoyar og Eysturoyar Sjálvstýrisfelag. Kári á Rógvi, Kári Peter­ sen og Sigrum Mohr boðaðu frá at tey ikki tóku við aftur­­valið. Karl A. Olsen og Michael Feldballe stillaðu uppaftur. Nýggj nevnd varð vald, og nýggjir limir gjørdust Jonas Johnsson, Kristianna W. Poulsen og Teitur Vágadal. Til­ taks­limir eru Heðin Samuel­ sen og Heðin D. Poulsen. Streymoyar Sjálvstýris­ felag takkar fráfarna for­ manninum, Kári á Rógvi og nevndarlimum fyri arbeiði í nevndini. Nýggja nevndini skipar seg á næsta nevndarfundi, ið verður mánadagin 20. sep kl 16. Streymoyar Sjálvstýris­ felag heitir á øll sjálv­stýris­ fólk at fara á fólkatingsval í morgin og geva flokkinum dyggan stuðul. Felagið fegn­ ast um sjónliga og miðvísa valstríðið higartil og tey mongu góðu valevnini Streymoyar Sjálvstýris­ felag heitir somuleiðis á øll sjálvstýrisfólk at velja Sjávstýris-flokkin á komandi løgtingsvali, tí neyðugt er við sterkum Sjálvstýrisflokki á tingi og í samgongu, um vit skulu fáa í lag fólkavøkstur, útbúgvingartilboð, førleika­ mennandi yvirtøkur og fíggjarliga javnvág. Streymoyar Sjálv­stýris­ felag harmast innan­floks­ ósemjur. Streymoyar Sjálv­ stýris­felag tekur undir við formannin á tingi, sum hevur framt tær einmæltu samtyktirnar í lands-nevnd og greiðu ásetingarnar í stevnu­skrá. Floksagi skal til í Føroyum, eisini til tess at geva innanfloks folkaræði meining og týdning. Í tí høpi eiga vit at taka komandi landsfund eftir løgtingsvalið, so vit leggja greiðar linjur í samskifti millum limir og nývaldan – og helst øktan og fjølbroyttan – tingbólk. Streymoyar Sjálvstýris­ felag fegnast um, at flokk­ urin leggur stóran dent á útbúgvingar- og skúla­ viðurskifti. Ongin ivi er um, at góð útbúgving er alneyð­ ugt grundarlag undir einum sjálvstøðugum samfelag. Streymoyar Sjálvstýris­ felag heitir á flokkin um áhaldandi at arbeiða fyri, at betra liviumstøðurnar hjá teimum lesandi í Føroyum. Streymoyar Sjálv­stýris­ felag heitir á flokkin at virka fyri einum greiðum og skila- góðum fiskivinnupolitikki, sum er í samsvari við stevnu­ skrá floksins. Landsins fiski­ vinnupolitikkur skal vera so ítøkiligur, at sleppast kann undan árliga stríðnum í tinginum um fiskidagar. Somuleiðis skulu atlit vera tikin fyri bæði skynsamari og burðardyggari veiðu og sam­felagsligum og búskapar­ ligum viðurskiftum. Streymoyar Sjálvstýris­ felag heitir á Sjálv­stýris­ flokkin um at leggja størri dent á orkupolitikk, so at vit í nógv størri mun kunnu gagnnýta varandi orkukeldur í Føroyum, men vit mugu alsamt taka atlit til, at árinini á náttúruna verða so lítil sum til ber. Heitt verður á flokkin at virka fyri, at orkuvinna kann mennast, og hon fær møguleikar at gerast ein útflutningsvinna. Streymoyar Sjálv­stýris­ felag heitir á Sjálvstýris­ flokkin at virka fyri einum munadyggum arbeiði fyri javnstøðu, eisini fyri at fáa fleiri kvinnur at trívast í Føroyum. Fundarsamtykt á aðalfundi Streymoyar Sjálvstýrisfelags 14.09.11 At sita á danatingi og mót­ taka løn, pensión, borðfæ, sekretariatshjálp osfr frá danska statinum skeiklar dømikraftina hjá føroysku umboðunum, og forðar teimum at umboða føroysk sjónar­mið á fulgóðan hátt. Tað riggar stutt sagt ikki at um­boða ein part, og sam­stund­is vera løntur av mótpartinum. Hetta riggar kanska ser­ liga illa fyri loysingar­sinn­ aðar føroyingar. Tað er skjótt at ótolni og gram­leikin eftir loysing fánar, táið tú við loysingini mást veitra farvæl til tær 40.000 um mánaðin um­framt pen­sión, heiður, æru, purpur og dýrt lín frá danaríki. Í løtuni senda vit okkara bestu tjóðskaparligu hug­ sjónarfólk niður á tingið hjá koloniveldinum, har tey fyrst skulu svørja seg undir grundlógina hjá danska fólkinum, fyri síðani at vera tøld og við tíðini mutrað av alskyns góðgæti. Hetta er ein snildur og muna­dyggur háttur at planta spillu í føroyskt tjóðskaparstríð. Tað besta sum kann henda fyri tjóðskapar­rørsl­ una er at valluttøkan til fólka­tingsvalið er so lág sum gjørligt. Fólkatingið er tingið hjá danska fólkinum, ikki føroy­ ska. Føroya fólk hevur eins lítið at gera har, sum dan­ska fólkið hevur at gera í okkara tingi. Fyrsta stig í at seta handling aftanfyri orð og sannføra ivasamar føroy­ ingar um at vit eiga at taka okkum av okkara egnu viður­ skiftum í Føroyum er at tjóð­ skap­arfólk gevast at velja og senda síni bestu fólk á danating. Tí ætli eg mær ikki á fólkatingsval. Men eg fari eg spentur at fylgja við valinum. Ikki fyri at vita hvør "vinnur", men fyri at vita hvussu nógv sita heima og lata vera við at fara á val. Tí fari eg ikki á fólkatingsval Asta Vágadal Joensen Sambands- og Javnaðar­ flokk­urin gera okkum føroyingum fyri skommum á Fólkatingi. Og hetta meini eg vi,ð at tey bara royna at fáa so nógv frá Danmark sum møguligt. Hvat er tað, Edmund førir fram: »Vit skulu gera sam­bondini við Danmark fastari og fastari«. Eg hoyri onki annað. Vit hava brúk fyri sjálv­stýris­røddum á Fólkatingi, ikki eina samband- ella javn­ aðarrødd, sum ongin danskari kann hava virðing fyri. Maðurin og eg hava búð í Íslandi í eitt ár, og tað er ein sonn fragd at síggja hugburðin har, so jaligur. At kunna  keypa frískar vørur, framleiddar í landinum, jú teir kunnu saktans vera ernir av at vera íslendingar, at so nakrir »skurkar« gjørdu sær dælt og stjólu eina rúgvu, tað kann tann vanligi íslendingurin ikki gera so nógv við. Men teir geva ikki upp, men bróta upp um ermar, og halda áfram at arbeiða, og teir skulu eisini klára tað kreppu teir eru í. Vit føroyingar mugu fram­leiða meira, og gev­ast at innflyta allar vørur, tað kann aldrin vera gott fyri økono­ miin. Vit kunnu dyrka jørðina, so sum eplir, gularøtur, kál, og nógv annað sum veksur her, og framleiða ymist, so hava vit arbeiði til allar hendur. Sjálvandi má løgtingið gera tað møguligt hjá vinnuni at yvirliva og ikki brandskatta og við avgjøldum drepa tað heila, sum við eggunum á Velbastað og onnur ting, tað gekk jú fínt við mjólkini, tá lógin hjálpti til, við at seta prísin upp á tí donsku mjølkini. Hettar ber til allar aðra staðni, so hví ikki hjá okkum? Sjálvandi klára vit tað eisini.    Tað eg legði best merki til í Íslandi var, at hugburðurin og arbeiðsgleðin og áhugin, sjálvt um arbeiðs­lønin er ógvuliga lá, men nøgdsemi ráddi, sjálv­ andi er tað altíð nøkur sum altíð grenja. Men her grenja tey flestu og nøgdsemið er hareftir. Við vinarkvøðu og má Gud signa hvønn veljara, at hann velur rætt hósdagin. Sambands- og Javnað­ar­- ­flokkurin gera okkum føroyingum fyri skommum á Fólkatingi