Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108 28 Sosialurin Kjak Eg havi onki problem við teimum, ið halda tað vera eitt problem at drekka og koyra. Eg haldi jú sjálvur tað vera problematiskt at drekka og koyra. Tað er tó orðið “drekka”, eg havi eitt problem við. Alkoholisma er óivað eitt veruligt og niðurbrótandi fenomen. Fyri tað er alkohol ikki tað. Tó, tað Ráðið fyri Ferðslutrygd umboðar, er hasin slummandi og stokkuti stílurin, har vanligir borg­ arir í dag verða málaðir sum nakrir skápsperversir drankarir. Takkað veri sensatións­ merktum kunningarátøkum betald av okkara felags spari­ grísi, eisini kallaður lands­ kassin, verður borgara­skarin lýstur sum ein irrationellur og avnoktandi misnýtari. Al­ menna elitan hevur onki álit á menni­skjaligum relatión­ um, men arbeiðir út­frá einum moralsk­um dikt­um, ið sigur: ansa tær, mis­brúk­ arin er kanska maður tín, tín órennandi granni ella fast food-etandi kristni­­lær­ arin! Slík atgonga realiserar “alko­holis­muna” og eggjar til pseudo-terapeutiskt uppí­ bland vegna óendaligum ill­ gruna­semi. Tað er ikki til at halda út. “Spyr meg, um eg eri lukku­ ligur, og eg gevist við at vera tað”, segði erkaliberalisturin J. S. Mill ætlað sum ein fram­projekterað heilsan til sálarfrøðingin, størsti fupp- fakbólkur í nýligari vælferð­ ar­­statssøgu - og, ikki minst, teirra minni klóka avkom, coacharin. S ært tú, problemið er ikki so nógv, at elitan ikki veit, hvat vit halda, men at hon skítur á, hvat vit halda. Soleiðis var við heilsu- og trygdarfanatiska tilmæli­n­ um, har promillu­markið varð sett úr 0,5 og niður í 0,2. Tað er nú heilt greitt, at politiska oligarkið, ið stýrir Føroyum, skoðar fólksliga massan sum nøkur praktisk mál í sínum júst uppfunnu tiltøkum. Tey ráðandi síggja okkum ikki longur sum hugs­andi politiskir aktørar, hvørs heilar skulu grípast og respekt­erast, men ein ófat­ andi og óflýggjaligan løgg, hvørs atburður má coachast. Misan­tropiska elitan er ikki áhugað í, hvat vit halda, bara tungliga stúr­in fyri, hvussu vit bera okkum at. Politiski klassin elskar sítt politiskt korrekta skriv­stovu­ veldi, sínar miðalklassa-klóku stjórar og deildarleiðarir, hvør fúsari enn annar at skapa inn­ vortis rumbul so at fremja sína egnu netverkandi karri­ eru og persónsprofil, men hevur ikki hóming av, hvat tess veljarir vilja og hugsa. Hesin degenererandi manna­hugburður, at føroy­ ing­ar eru nakrir óútrokni­ligir karikatur­­hugs­andi Oyggja­ blaðs-lesarir og forfardir Single­liv-hyggjarir, fyllir polit­iska rákið við tí fylgju, at stovns- og stovuelitan við tess bleytu og prinsipptómu klapp­­arum nú heldur, at hon til­hoyrir eina samfelagsliga yvir­­rasu, meðan vanligi borg­­­­ar­­in og teirra liberalu verjar eru nakrir mongolskir reaktionerar. P olitiski klassin og tess almennu stjórar leggja líka í, hvat tess undirklassi heldur um óliberala vælferð­ ar­­statin, um tess leiklut og stødd, valfrælsi, borgara­rætt­ indi og onnur megin­reglulig viðurskifti, eitt nú livifrælsi kontra “vanda”. Elitan er bert áhugað í at regulera tín litin­ skap og tempra títt innara beist... sosum at koyra við alkoholi í blóðin­um, ella hvat tínir illu andar nú kunnu finna uppá eitt for­bann­að summarkvøld í einum um­ hvørvis-oyðandi akfari. Atburðarpolitikkur, hug­ skotið, at tað er í lagi at koyra undir trøllvaksið fólk fyri at fáa tey at bera seg øðrvísi at við at massera teirra heila við óendaligum átøkum, ár ditt og ár datt!, tilmælum og forboðum, er bygt á fortreytina, at vit ikki eru rationellar verur, men “ting”, ið kunnu endurgerast eftir statsins idealmynd. Maðurin aftanfyri frælsis­ stjalandi promillulógina, sjef- formyndarin Sølvi Reinert Hansen, er eitt framúr um­ boð fyri hesa sjálvkosnu elitu og letur í hold handa ábyrgd­ar­leysa stjóran, ið av onkrari vitleysari grund er farin at halda, at hann um­boð­ar fólkið við øllum tí av­brongl­aða legitimiteti, ið hartil hoyrir. Sami Mill segði, “eg vil heldur vera ein ónøgdur Sokrates enn ein nøgdur grísur”. Sera beinrakið, sjálvt um eg hugsi, at tað ivaleyst eru nógv við mær, ið heldur vilja vera ein nøgdur grísur enn ein ónøgdur Sølvi við hansara heilapolitiska psyko- sosiala nonsens, so mislík­ andi hesin fyrrverandi stjóri í Ferðslutrygd letst at vera. T rúliga upplivilsið hjá flest okkara, ið koyra heimeftir við einum mini- svirri, er nevniliga, at ongir trupulleikar stinga seg upp; og at sannlíkindini fyri at verða hapsaður av bláljós­ unum er væl hægri enn sann­líkindini fyri at enda í einum sjálvgjørdum óhappi. Háfloygdi og innantómi “drekka + koyra = deyði”-boð­ skap­urin í nútímans trygdar­ politikki sampakkar so ikki við veruleikan. Handan hatta talibanska trýstið á “alkohol-koyring” sum tann fúlasta manna­ syndin, ja, kanska líka aftaná islamiska terrorismu, hollend­ ska pedofili og andaligan stuðul til Paul Watson (í hans­ ara vælgrundaða kravi at verja grundliggjandi rættin hjá førleikaríka súgdjórinum at sleppa at halda á at liva), býr ein moraliserandi og uppblástur boðskapur um hvussu hættisligt alkohol er, sum slettis onki hevur við trygd at gera. Tað, at koyra ov skjótt, til dømis, verður fatað sum eitt sindur James Dean-sligt, óargaligt. A t síggja til tykist við­ mælið at vera skilagott. Um nøkur mannalív kanska kunnu bjargast við at lækka promillumarkið, hví ikki bara blíva við at lækka tað? Vissuliga, um ein, eg elski, hevði verið dripin av ein­um dýrandi fullum mogg­høvdi, ið veit betur enn at seta seg aftanfyri rattið, hevði eg forlangað báðar armar­ nar hjá viðkomandi á eitt silvurfat. Men av hesum fylgir ikki, at vit eiga at lækka promillumarkið. Heldur er neyðugt at finna eina javn­ vág millum váða og frælsi. Eg meini so við, um trygg­ leiki er einasti faktorurin, hví tá ikki banna bilistum at drekka alkohol yvirhøvur? Ella lóggeva eina mestaferð á 50 km/t og banna konufólki at eiga lítlar bilar? Ella at ongin undir 25 ella yvir 70 skal sleppa í námind av einum bili? Ella tvinga fólk at sita við fallhjálmi í bilinum? Ella hví ikki bara heilt forbjóða bilum til tess at tekkjast infantilu null-hugsjónini hjá Ferðslutrygd? Er tað veruliga hetta, vit vilja? Rætt, um fleiri nevar av mannalívum blivu spardir við at lækka markið til 0,2, tá hevði eg framvegis verið ímóti lækkanini, men—um ikki annað - skilt hana betri. Men Sølvasa útvaldu tøl lova ikki tílíka transformatión. Satt at siga, so lova tølini ikki nakað sum helst. Ferðslu­ trygd hevur ongi tøl. Politiið ongi. Gita? Har eru ongi. Tey eru ikki til. Men har er sjálvsagt ong­ in bilførari í Føroyum, ið nakran­tíð hevur harmað nakran, tí hann hevur koyrt við eini promillu millum 0,2 og 0,5. Kortini hevði Sølvi ongar moralskar kvalir av at trumfa politikkin ígjøgnum við at rópa út um “trygd”, sjálvt um hann ikki hevur nøkur tøl, ikki nakað, at bakka hann upp við. Men hetta handlar ikki um trygd, heldur javnaðars­liga kontroll-ideologi. Til heimasíðuna hjá Ferðslutrygd segði Sølvi: “Tað er órógvandi, at so nógv siga seg hava koyrt bil, tá tey kunnu hava verið ávirkaði. Hinvegin gevur greiði skiln­ að­urin millum tølini frá Noregi og Svøríki, ið hava 0,2 promillu, og Danmark og Finnland, ið hava 0,5 promillu, enn eina greiða ábending um, at tað var rætt at seta promillumarkið niður á 0,2 á heysti 2009” “Rætt”? Men Sølvi, har doyði jú ongin, eiheldur kom nakar álvarsliga til skaðis av tí at førarin koyrdi við eini promillu á 0,5 ella undir. So, hvussu tá “rætt”? Har var jú ongin trupul­leiki framman­ undan, for hundan. Um Noreg nú hevði betri tøl enn Danmark, tá ið tað kemur til ferðslu og deyða ella álvarsólukkur, tá gloymir Sølvi R. Hansen hent at nevna, at ikki eitt menni­skja hevur latið lív í Noreg bara tey seinastu 10 árini av tí at sjafførurin, sum kundi last­ ast fyri ólukkuna, hevði eina promillu millum 0,2 og 0,5. A t fifflandi prædika, at alko­hol-relaterað ferðslu­ óhapp, við deyða ella álvarslig­ um meini sum fylgju, eru minkað nakað í ávís­um lond­ um vegna einum 0,2-marki, er burtur­­bragd úr aðrari verð. Fyri tað fyrsta: í nøkrum londum, rætt. Men langt frá øllum. Har eru í minsta lagi eins nógv lond, har hetta ikki er hent, onkustaðni beint tað øvuta (av óforklárandi ávum). Hvussu er og ikki, tá er handa trygdartals-teoriin hjá Sølva so dyggiliga skotin í kav. Fyri tað næsta, og upp­ aftur meiri inndragandi: at hóast tað skuldi verið so, at ferðsluóhapp eru lækkandi í nøkrum av teim londum, ið fanatiskt hava introduserað eitt mark á 0,2 ella lægri, tá siga Sølvasa tøl null um, hvørt hesi óhapp skyldaðust, at førarin hevði eina promillu millum 0,2 og 0,5. Samanber tú “ferðslu­tøl­ ini” í Fraklandi, ið hevur eitt promillumark á 0,2, við tey úr Englandi, ið er 0,5, vísir tað seg, at prosentparturin av øllum alkohol-relateraðum deyða í mun til samlað and­ lát í ferðsluni er 27,3 upp at 17 í Englandi. Hartil er ferðsludeyði í Fraklandi á leið helmingin hægri enn í Englandi. Forklára tað! Eitt er tøl og prógv, ið kunnu tillagast og modeller­ ast at passa til tína heilt egnu dagsskrá, men í mun til Ferðslu­trygd og aðrar trygdar­maniskar áhuga­ bólkar betaldir av okkum, haldi eg ikki, at tað er tann lóg­lýdni borgarin, sum fær sær eina veðr fyri hvønn hálv­ leik í Glitnir, ið er ein vandi fyri seg ella onnur, sum hann trillar heim í song eftir enn ein United-sigur—um nakað, ansi eg betri eftir... N ei, aðalvandin kemur frá anti-sosiala svaklingi­ num, ið hevur drukkið fleiri, helst eitt ótal av ølum, og síðani koyrir óvarin heim (hvat Vinnumálaráðið eisini áminniliga viðurkennir í “Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar: 2008 til 2015”). Slíkur persónur ignorerar promillu­ markið á 0,5 og skítur á tað á 0,2. Hann hevði hildið á at koyrt svakt óansæð. Men eisini tað skítur Sølvi á, sum hann fyrilitsleyst roynir at koma á mál við sínum sosialistiska einmans-pro­ sjekti: at teppa alt tað frælsi, allan rationalitet og alla sinnisrørslu, ið enn mátti búð í føroyinginum. Hinvegin, viðmælti kon­ troll­elitan dyggari revsing fyri seriudreparir í ferðsluni, Agga Niclasen meining@meyl.fo Null promilla, null frælsi! Politiska oligarkið sær okkum ikki longur sum hugsandi politiskir aktørar, hvørs heilar skulu grípast og respekterast, men ein ófatandi og óflýggjaligan løgg, hvørs atburður má coachast