Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-09-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108 Sosialurin Heimurin hevur havt eitt ótal av einaveldisharrum í gjøgnum søguna. Í nýggjari tíð kunnu vit um okkara leiðir m.a. nevna Mussolini ella Franco. Tað, sum er felags fyri flestu einaveldini, er, at tey á mangan hátt hava havt sera álvarsamar fylgjur fyri tjóðina og ein stóran part av borgarunum í hesum samfeløgum. Tað, sum eyðkennir eina­ veldir, er, at fólkið fer í upp­ loysn. Borgararnir fara í táttar­­ nar hvør á øðrum, í stríði um at vera fyri ella ímóti eina­veldi­­num og eina­veldis­ harranum. Enntá systr­­ar og brøður kunna liggja hvørj­­um øðrum eftir lívinum. Tá fólkið – oftast eftir drúgva tíð – sær og merkir, at eina­­­­veldis­­­harrin í roynd og veru bert arbeiðir fyri sær sjálv­­­ um og sínum, finnur fólk­­ið saman aftur. Fólkið ger síðani upp­­reistur, í besta føri verður einaveldis­­harrin feldur og sam­ felagið verður endur­­­­skipað, so­ leiðis at fólkið merk­ir, at tey verða ein virði­lig­ari part­ur av sínum egna samfelag. Tey seinastu 3 árini hava vit havt eina sera álvarsliga fíggjarkreppu í heiminum. Bankakervið er hoknað so mikið, at politiska kervið ristir í knøunum og stúrt verður fyri, at bankakervið skal koppa og at fylgirnar av einari slíkar hending er púrasta óyvirskuðulig. Avleiðingin er, at politiska skipanin letur bankakervið fáa eina tjúkka slangu niður í teir almennu kassarnar eftir tøkum peningi og soleiðis halda lív í bankakervinum. Tó skal nevnast her, at í m.a. Danmark hava bankarnir higartil goldið fyri egnar bankapakkar. Røddir eru frammi um, at danska banka­ kervið er verri fyri enn higar­ til hildið, so vit vita ikki, um almenni kassin ikki eisini kemur upp í leikin har. Úrslitið er, at teir almennu kassarnir verða pressaðir fyri tøk­an pening. Hetta er møgu­liga ikki nøkur kata­strofa, um vit fáa ein bú­skap­ar­­vøkst­ur og banka­kervið soleiðis kemur fyri seg aftur og klárar at gjalda tey almennu lánini aftur uftan at hava tørv á nýggjum almennum lánum. Trupulleikin er, at tað nú sær út til, at búskapar­ vøkst­urin ikki hevur ynsktu framgongd og at bankakervið hevur sera ilt við at reisa seg aftur. Hetta kann hava sera óhepnar fylgjur fyri almennu peningakassarnar, tí bankarnir fara helst at fáa torført við at hóra undan uttan tey almennu lánini. Vit koma helst at síggja stórar upphæddir flyta seg frá minni sjúkum landskassum til meiri sjúkar landskassar, samtíðis sum lív skal haldast í bankakervinum við bankapakkum 4, 5, 6….. Um hetta verður soleiðis – tað er í grundini longu byrjað – so kemur okkara nýggi einaveldisharri at eita Gjald­ føri, ikki kapitalisma, men gjaldføri (tøkur peningur). Tí almenna fer at vanta pening til vanligt viðlíkahald av samfelagnum, til almennar útbyggingar, bæði sosialar og materiellar. Vit fara at síggja politisku skipanina lóggeva um brúkaragjøld til vanligar almennar veitingar í nógv størri mun enn nú, og gjógvin ímillum rík og minni rík fer at gerast nógv størri, enn hon er í dag. Vit fara at síggja, at pen­ inga­kervið og íløgu­grunn­ar fara at taka tær stóru av­ gerðirnar um fram­tíðina, eisini avgerðir sum í roynd og veru áttu at fingið eina politiska viðgerð og møguliga avgerð eisini. Um politiska skipanin ikki syrgir fyri at lata greið og tilvitað krøv fylgja við, at bankakervið fær tann almenna peningin at arbeiða við, so kemur politiska skipan­ in at standa sum statistur á síðulinjuni, meðan Gjaldførið tekur tær stóru avgerðirnar. Okkara fólkaræði hvílur á politisku skipanini, tí vit geva okkara atkvøðu til politikarar, soleiðis at teir kunnu stjórna og lóggeva til frama fyri alt samfelagið. Men um hesir politikarar nógvu næstu árini standa á síðulinjuni sum statistar, so standa teir í veruleikanum við fólkaræðnum í føvninginum og hyggja at. Tað verður bert ein spurn­ ingur um tíð, áðrenn fólkið tá fer at savnast og ger upp­ reistur eins og tað hevur gjørt undir so nógvum øðrum eina­ veldis­harrum áður. Nú allir flokkar eu lidnir við listarnar til næsta løg­ tings­­val, meini eg, at okkara val­evni eiga at hava slíkt í tonk­unum, serliga tí at krepp­an her heima ikki er so tætt knýtt at alheims­ kreppuni, men í nógv størri mun er sjálvskapt. Føroyska sam­felagið er heilt einfalt ov kostnaðar­mikið at reka í mun til tær inntøkur, sum vit hava. Tað vandamikla er, at tað helst ikki er nógmikið um vit fáa rættað okkara sam­felags­ búskap, soleiðis at inntøkur og útreiðslur javnviga. Bankakervið, saman við íløgugrunnum, hava sera gott gjald­føri, sum kann verða nýtt til avgerðir, har ið okkara løgting og okkara lands­­stýri ikki verða við í av­gerðum, sum vanliga sjálv­­sagt hoyra heima hjá politisku skipanini. Um vit vilja tað ella ei, so er okkara partur av heiminum soleiðis samansettur, at peningurin og avgerðirnar fylgjast. Um vit hava ov veikan landskassa í mun til bankar og íløgufeløg, so kemur landskassin, og harvið politiski myndugleikin at standa sum áskoðari til nógvar av teimum avgerðum, sum skapa framtíðina. Í ein ávísan mun kunnu vit sjálv forða fyri, at hesin einaveldisharrin fær fótin fastan í Føroyum, sjálvt um hann helst fær fastan búst­ að í londunum rundan um okkum. Politiska ábyrgdin er, óansæð loysing – samband ella høgra – vinstra, at tora at fremja neyðugar broytingar, reform­ar, sum tryggjar okkum ein sjálvberandi bú­ skap við einum sterkum og likvid­um landskassa, í nógv ár framyvir. Hetta kemur at geva neyðugu styrkisjavn­ vág­ina ímillum almennu og privatu uppgávurnar í okkara landi. Rói Egholm Okkara nýggi einaveldisharri? harímillum 10-ára fongsul fyri (tilætlað) manndráp fyri damu, ið drepur eitt hjúna­ par við Sandvíkarhjalla í einum totalt óaltruistiskum narkorúsi, hevði eg gleðiliga styðjað elituni - enntá keypt mær ein rennivest. Har er enn eitt umhugsni: leikluturin hjá løgregluni. Ikki tær at siga hevur lækk­ aða markið verið klemm­að av Jón Klein Olsen, vara­ politiinspektøri, tí eitt lægri promillumark heimilar meiri ágangandi løreglu­eftirliti. (At jagstra hampafólk sum tey venda eini mat­stovu ryggin við eini pro­millu á 0,4 er fyri nógvar politistar iva­leyst væl lættari enn at fáast við faktiskan kriminalitet.) H já trøllvaksnum fólki at halda seg til grøna sportssodavatn til ein kon­ firmatiónsdøgurða ella 90- ára føðingardag í Runa­vík, tí annars doyggja fólk í ferðsl­ uni ella - eins og barnsliga slagorðið hjá høvuð­lætta Sølva R. Hansen sigur - “rús­ drekka og bilkoyring hoyrir ikki saman”, er ein óerlig simpli­fisering, og kon­fiskerar tín rætt at verða viðfarin sum eitt vitborið og frælst menni­skja. Ein politikkur, eins og Mann­tal, ið fer við fólki sum eru tey neyt á einum sølutorgi. Meiri eg hugsi um tað, er hetta helst eitt elitukent uppfinnilsi, Sølvi fekk, sum hann lat seg í onkra litfagra rennidrakt—heldur enn at pakka út á sínum pappírsputlandi kontóri og framt veruligt arbeiði. Eitt tilmæli dúgliga í uppisetri við eftirfarandi prógvum og rationaliteti. Eitt tilmæli grundað á kollektivt niður­ ringaðu niðurstøðuna, at av tí at sjef-formyndarin hevur tørv á at vera kontrolleraður, hava øll tað. Nei, rationalitetur er als ikki ein partur av líkningini, heldur ikki her, tá ið talan ístaðin er um sorgar- og kon­ trollpolitikk, ið heldur hánt um fólks skil og moral við at lurta at lippandi børnum og foreldrum, ið hava mist. Sjálvandi føli eg fyri teimum, men líka so nógv sum eg geri tað, hati eg teirra sjálvbodna og háarroganta krav uppá eina barnsliga loysn, ið er eitt beinleiðis framhald av missi og sorg. T að gongur lúkst ímóti øllum skynsemisanda og tolsemi at partú revsa øll við drakoniskum forboði, tí vit enn “uppliva deyðsólukkur í ferðsluni”. Sum við demoni­ seraða alkohol-politikkinum í Føroyum annars, gera vit aftur her politikk grundað á lægsta felagsnevnaran. Tað er: at tí at nøkur ikki duga, skulu øll plágast og føla sviðan! Vit eru forbannað fín, eru vit. Vit tosa upp í saman um hvussu Føroyar skal blíva eitt vitanarsamfelag. Men hvussu skulu vit klára tað, tá ið vit ikki makta vanliga for­nuft. Og hvussuleiðis, og á hvørjum øki, vit skulu vera tað, er harumframt dekan selektivt, tá ið vit í heilum skúgva einstaklingin, moralska sjálvsábyrgd og hørð fakta til viks. At stempla meg sum “drankari í bili”, seti eg meg aftan bilstýrið beint eftir eitt sissandi glas av Beaujolais á veg niðan Hoyvíks­vegin millum kl. 7 og 8 um kvøldið triðjahvønn gerandis­dag við eini fatalari pro­millu á 0,3, luktar tí ikki av vitan, men óedrúiligani nógv av fólka­ ræðisligum frælsisstrippi.