mánadagur 19. september 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2011 · Nr. 108
30
Sosialurin
Kjak
Í aftursvari til undirritaða
tvíheldur Jenis av Rana um,
at tann palestinska stjórnin
vil oyða Ísrael, og tí eigur ST
ikki at viðurkenna Palestina
sum stat, tá heimsins lima
lond skulu atkvøða fyri
hesum tann 20. september
í ár. Sjálvur haldi eg ikki, at
ein ST-viðurkenning broytir
stórvegis uppá politisku støð
una í tí endaleysa stríðnum
í Miðeystri. Men kjakið skal
í øllum førum ikki byggja á
ósannindi, og tí kann tala
Jenisar ikki standa ósvarað.
Nýggj kós
Heilt presis segði formaður
Miðfloksins í valsending í
sjónvarpinum í seinastu viku,
at palestinski staturin hevur
eina grundlóg, sum mælir til
at oyða Ísrael. Tað er faktuelt
skeivt. Palestinska stjórnin
viðurkendi nevniliga Ísrael
fyri yvir tjúgu árum síðani,
eins og Ísrael viðurkendi
rættin hjá palestinum til
egnan stat, soleiðis sum ST,
ES og USA langt síðani hava
samtykt. Við øðrum orðum
eru allir partar samdir um
eina
tveystatsloysn,
men
higartil hevur tað hvørjaferð
eydnast víðgongdum kreft
um báðumegin at forða fyri
hesum.
Eitt dømi er lagnuárið 1995,
tá ísraelski forsetin, Yitzhak
Rabin, var millimetrar frá
eini søguligari friðaravtalu.
Men ein fundamentalistiskur
jødi likvideraði Rabin á ráð
hústorginum, fimm minuttir
frá mínum kæra, gamla heimi
í Tel Aviv. Samstundis tevjaði
tann islamistiski Hamas-
felagsskapurin
blóð
og
framdi fleiri yvirgangsálop
ímóti
sivilum
ísraelskum
málum, og so vóru vit aftur
við ár null.
Palestinar hava framvegis
ikki fingið sín stat, og tann
45 ára drúgva ísraelska her
setingin av Gaza-geiranum
og Vestara áarbakka stendur
við og verðsnar. Friðarsam
ráðingarnar eru steindeyðar,
og tí roynir palestinska
stjórnin nú eina øðrvísi kós:
Viðurkenning í ST.
Avtalan
Samstundis hava teir báðir
stóru palestinsku flokkarnir,
Fatah og Hamas, undirskrivað
eina friðaravtalu í mai í ár.
Flokkarnir hava verið í stríði
við hvønn annan síðani
2006, tá Hamas framdi eitt
hernaðarkvett ímóti stjórn
arberandi flokkinum, Fatah,
og tók valdið í tí lítla Gaza-
geiranum. Fatah hevur mynd
að palestinsku stjórnina á
Vestara áarbakka, og hesi
bæði økini hava síðani verið
tvær púra atskildar territori
ellar og politiskar eindir við
hvør sínari leiðslu.
Hendan
friðaravtalan
millum Hamas og Fatah er nú
grundgevingin hjá Jenisi fyri,
at palestinski staturin hevur
til endamáls at oyða Ísrael.
Hendan
útlegging
hevði
kanska verið røtt, um Hamas
yvirtók alt statsapparatið,
sum tað var. Men Fatah
myndar framvegis palestin
sku
stjórnina.
Og
Jenis
ignorerar, at avtalan millum
Fatah og Hamas ikki broytir
útgangsstøði hjá palestinsku
stjórnini: ST-resolutión 242,
sum áleggur ísraelum at
steðga hersetingini og taka
seg aftur til landamørkini
áðrenn seksdagakríggið í
1967, sum eisini er samtykta
málið hjá altjóða samfelag
num. Bæði tann palestinski
forsetin, Mahmoud Abbas,
og Hamas-leiðarin, Khaled
Meshal, hava lagt dent á hesa
semju, tá avtalan varð undir
skrivað í Kairo í mai í ár.
Viðurkenningin
Trupulleikin er, at Hamas
framvegis ikki hevur broytt
sítt charter frá 1988, sum
inniheldur
apokalyptiskar
orðingar um oyðing Ísraels.
Og eg og Jenis eru púra
samdir um, at tað er ein
fortreyt fyri friði, at Hamas
viðurkennir Ísrael og leggur
vápnini, eins og tað er ein
fortreyt fyri friði, at Ísrael
steðgar brutalu hersetingini
og ógvusligu bumbuálop
unum í Gaza, sum drepur
sivil í hópatali og bert styrkir
um hevndarhugin og radikali
seringina millum desperatan,
vónleysan palestinskan ung
dóm. Stilla teg í eina palestin
ska flóttalegu, sum er umgird
av hermegi, og tú skilir, hvað
ani vreiðin stavar. Hendan
vreiðin, sum fær menniskju
at gera tær mest andstyggi
ligu gerðirnar, sum ongantíð
kunnu rættvísgerast.
Tá eg skrivaði høvuðs
ritgerð um Hamas á King´s
College í London og gjøgnum
gekk alt tilfarið, sum Hamas
hevur givið út seinastu tíggju
árini, var niðurstøðan greið:
Hamas er neyvan til reiðar
at
viðurkenna
moralska
legitimitetin hjá ísraelska
statinum, men felagsskapurin
er til reiðar at góðtaka tann
søguliga veruleikan og eina
tveystatsloysn, sum byggir
á mørkini áðrenn 1967. Og
undir mínum samrøðum við
Hamas-leiðarar, sum ferðast
ímillum London og eksil
stjórnina í Damaskus, var
talan eisini greið: Vit viður
kenna Ísrael, tann dagin vit
fáa ein stat, men vit viður
kenna ikki Ísrael, so leingi
sum
hersetingin
stendur
við. Tað finnast eisini meiri
víðgongdar røddir í Hamas,
men hetta er boðskapurin
frá leiðsluni.
Hamas skal roynast
Vápnahvíldin millum Fatah
og Hamas ger ikki pale
stinsku stjórnina til ein
terrorstat. Tann moderati
Fatah-leiðarin,
Mahmoud
Abbas, er framvegis forseti.
Fatah er framvegis tann
stjórnarberandi
flokkurin.
Tann æviga umberingin um,
at tað ikki ber til at samráðast
við palestinar, tí palestinar
eru í innanhýsis stríði, er nú
horvin. Nú ræður um at fáa
friðarsamráðingarnar aftur í
gongd fyri at vita, um Hamas
kann trýstast til formliga at
viðurkenna statin Ísrael. Um
Hamas ikki vil spæla við, skal
felagsskapurin framhaldandi
isolerast og konfronterast.
Um Hamas vil spæla við,
hava vit fyri fyrstu ferð síð
ani 2006 eina palestinska
stjórn við einum fólksligum
mandati til at samráðast.
Men tað krevur, at Ísrael
eisini vil spæla við. Tað hevur
Netanyahu ikki gjørt higartil.
Og tí fer Palestina til ST.
Tí fer Palestina til ST
Friðaravtalan millum Hamas og Fatah ger ikki palestinsku stjórnina til ein terrorstat. Men
Hamas má leggja vápnini og vísa í verki, at felagsskapurin viðurkennir Ísrael
Bjarni Djurholm
løgtingsmaður
Heini í Skorini
Um reppið at Fólkaflokkurin
fekk næsta kvinnuliga umboð
nakrantíð hjá føroyingum á
Fólkating.
Fólkatingsvalið er farið
afturum, og bæði føroysku
umboðini funnin. Tað ser
liga við valinum var, at Javn
aðarflokkurin stakk stevnið
framum og tryggjaði sær
annan sessin. Nakað, sum
kom óvart á tey flestu.
Kortini átti ikki bert hetta
at vakt ans. Fólkaflokkurin,
sum í kanningum og av miðl
unum varð mettur at fáa
vána val, og av (politiska?)
Polimetrinum
skírdur
ikki at vera til reiðar til
fólkatingsvalið, gjørdi aftur
øllum til skammar og lá bert
millimetrar frá at gerast
triðjstørstur tá avtornaði.
Hetta átti sjálvsagt at
verið eini tíðindasøgu vert,
men so var ikki. Framman
undan valinum var jú ikki
so lítið gjørt burturúr fyri
at promovera onnur, sum
kundu hugsast at nápa frá
Fólkaflokkinum. Nakað, sum
lutvíst eisini eydnaðist.
Toppskorarin
Handan
góða
úrslitinum
hjá Fólkaflokkinum lá eisini
onnur sensatión og lúrdi.
Toppskorarin
hjá
flokki
num, Annika Olsen, end
aði við 1200 persónligum
atkvøðum og lá ikki bert
bátslongdir framman fyri
allarflestu valevnini, men
var hon um reppið at gerast
næsta kvinnuliga umboð hjá
føroyingum á Fólkatingi. Tað
var søgan.
Í 1994 megnaði Marita
Petersen, sála, at verða fyrst
vald á javnaðarlistanum. Fólka
flokkurin streyk tó við sessinn
um. Hesaferð bleiv so øvugt.
Næst
Maritu
gjørdist
Lisbeth Petersen í 2001 fyrst
valda føroyska kvinnan á
Fólkatingi nakrantíð. Og nú
gjørdist ágrýtna fólkafloks
kvinnan sostatt triðja kvinna
í Føroyum, sum kundi verið
beinleiðis vald á danating.
Lagnunnar
speisemi
var tó, at tað var sokallaða
liberala flísin, ið støkk av
fólkafloksbulinum, sum í
evstu løtu tryggjaði mann
ligt sosialistiskt umboð á
danating. Umboð, sum nú
er vorðið parlamentariskt
grundarlag undir reyðari
stjórn í Danmark. Ikki eiti á.
Soleiðis
datt
føroyska
frílynta kvinnuliga umboðið
burturímillum. Forðað av
politiskari sjálvsókn og nú
tagd burtur í miðlunum,
sum annars vóru so ivaleysir
í sínum metingum um Fólka
flokkin undan valinum.
Spell
fyri
borgarliga
politikkin og harmiligt fyri
Føroya Fólk.
www.djurholm.fo
Tá sensatiónin lúrdi!